Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. februar 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 32 - 14. februar 2006 – Tað verða hvørki vit ella okkara egnu børn, sum fáa gleði av hesi skúlabyggingini. Men ommubørnini, kanska tey fara at fáa gleði av henni, siga átta ungar dámur í 9. flokki í Ósáskúlanum í Klaksvík Skúli Orð/myndir: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Klaksvík: Tær sita so fittar hesar átta ungu dámurnar úr Klaksvík og Haraldssundi og hava handarbeiði. Tær ganga vanliga í Ósá­ skúlanum, men orsakað av plásstroti er undirvísingin í hesi lærugreinini flutt í eini grannahús. Júst hetta tykist ikki nerva tær stórvegis. Tað tykist sum tær hugna sær óført. Men hetta forðar teimum kortini ikki í at hava eina meining um tingini – í hes­ um førinum, um ætlaðu út­ byggingina av teirra skúla og stóra grannaskúlanum om­anfyri. Tað er alt í lagi at tosa um hesa útbyggingina, men tað hava teir gjørt so leingi. Vit hoyrdu um hetta, tá vit fóru í 1. flokk og enn er einki hent, siga hesir átta næmingarnir í 9. flokki - Barbara, Sylvia, Hanna, Bjørg, Rannvá, Bjarta, Ingvør og Bettina. Tær hava nógv góð ynski at seta fram fyri mynd­ug­­leik­ arnar í hesum sam­bandi, m.a. at fáa eina góða kantinu og eina felags fram­haldsdeild. – Og ein góður hugna­ krók­ur hoyrir væl eisini til ein nútímans skúla, siga tær átta við ein munn. Tekur sína tíð Í seinastuni hevur nógv tos verið um ætlaðu skúlaút­ bygg­ingina í Klaksvík. Henda útbyggingin hev­ ur verið havd á lofti á polit­ iskum støði og ikki minst hjá teimum ið varða av skúl­ unum í býnum. Á fundi í farna mánaði varð kunnað um hesar út­bygg­ ing­ingar, sum koma at kosta mangar 10-tals milliónir í mong ár framyvir. Hóast upphæddin man tykj­ast stór, so er lítil ivi um, at hetta er avgjørt neyðugt at fara undir, og tað á báðum skúlunum. Hetta sama eru hesar átta dámurnar úr Klaksvík eisini samdar í. – Henda útbyggingin verð­ ur so ikki liðug, meðan vit ganga í skúla. Tað fáa vit sjálvar ikki gjørt so øgiliga nógv við. – Men, tað er eingin ivi um, at tað hevur skund at fáa hetta gjørt, siga tær átta. Ov fáar teldur Hesar átta gløggu dámurnar hava ikki beinleiðis nakra ávirkan á, hvussu tann enda­ liga útbyggingin verður framd. Hetta forðar teimum kort­ ini ikki í at hava eina hugsan um hetta mál. Og tær hava eisini fleiri hugskot til, hvussu hetta kann verða framt í verki, til gagns fyri komandi næmingar. – Tað eru nógv ting, sum mangla í skúlanum í dag, siga tær. Millum hesi eru somu evni, sum tann politiski mynd­­ugleikin hevur havt frammi: Fleiri stovur, betri køk, handarbeiðsstovu, kafe­ teria og mangt annað. Og skal ein hugsa um fram­ tíðina, so er eisini neyð­ugt at verða væl fyri á tí tøkni­ liga økinum, - herundir í undirvísingini við teldum. – Tað eru alt ov fáar teldur í okkara skúla! Í fyrsta lagi eru bara 10 teldur, og so eru tær allar rættiliga gamlar. – Tá er betri á hinum skúl­ anum. Har hava tey nógv fleiri teldur, og so eru tær eisini nógv nýggjari og betri, siga tær. Betri bøkur At Klaksvíkar kommuna nú hevur sett sær fyri at loysa hetta álvarsmálið, fegnast hes­ar ungu dámurnar um. Umframt ynskini oman­ fyri, so hava tær eitt stórt ynski um at fáa eitt veruligt tónleikarúm og ein ordiliga góðan hugnakrók við øllum tí, sum hartil hoyrir. Eitt annað mál, sum tær kundu hugsað sær var ein góð kantina á skúlanum. Men tað eru tó ikki bert hesar ytru rammurnar, sum tær átta hugsa um. Tær hugsa eisini um innihaldið í skúlanum. Samstundis við skúlaút­ bygg­ingina – ella helst bein­anvegin – er neyðugt at næm­ingarnir fáa og hava tær bestu skúlabøkurnar. – Á henda hátt kunnu vit fáa ein goðan skúla, siga tær. 1000 ár aftrat Tá ein skal fara undir slíka bygging, so er neyðugt at alt er fyrireikað so væl sum tilber. Eisini hvussu eitt slíkt prosjekt byrjar og endar. Fyri hesar átta dámurnar hevur tað skund at fáa hetta málið framt. Hetta er eitt gam­alt mál, sum átti at verða loyst fyri langari tíð síðani. – Tey tosaðu um hetta tá vit fóru í 1. flokk fyri nógv­ um árum síðani. Enn er einki hent. – Kanska ætla teir at bíða í 1000 ár aftrat, siga tær átta gløggu dámurnar í 9. flokki í Ósáskúlanum. – 1000 ár at bíða eftir nýggj Ósáskúlin er ein góður skúli, men har er tørvur á stórum umvælingum og dagføringum. Ein slíkan kaldan vetrardag hevði verið gott við eini heitari og nýmótans kantinu Tær hava handaligt arbeiði sum ein part av undirvísingini – v.m. runt borðið: Barbara, Sylvia, Hanna, Bjørg, Rannvá, Bjarta, Ingvør og Bettina. Lærari teirra er Gurðun Elttør Ætlanin er at báðir skúlarnir skulu fáa eina hóskandi dag­føring. Í løtuni hava báðir skúl­­ar­nir hvør sína fram­ haldsdeild, og soleiðis kem­ur helst eis­ini at verða í fram­tíðini. Men hetta halda tær átta ikki so nógv um: Tær ynskja at ein einstakur skúla­garður varð gjørdur sum ein felagsgarður fyri báðar skúlarnar. – Stuttligt