Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-14, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. februar 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 32 - 14. februar 2006 9 um skúla Tað vóru kanska tey sum hildu, at Sjóvar kommuna so líðandi fór at minka, eftir at Norðskálatunnilin lat upp og øll ferðslan fór tann vegin. Støðan í dag er heldur tann øvugta: Fólk vilja fegin búgva og byggja á Strondum – eisini fólk úr øðrum býum og bygdum! Grundøki Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Strendur: – Okkara hægsta ynski er fáa góð livi­líkindi her á Strondum, sig­ur borg­ arstjórin Malena Thom­sen. At tað veruliga er so, prógv­ ar tann seinasta útstykkingin hjá kommununi. Hon er í roynd og veru longu ov lít­ il. Hetta eru sum vera man góð tíðindi fyri tey, ið vara av kommununi her utt­ast á vestara armi á Skála­fjørð­in­ um. Hinvegin so er alt sum bend­ir á, at trýstið og eftir­ spurn­ingurin eftir grundøkj­ um kann gerast uppaftur størri í framtíðini, tá ætl­aði undirsjóvartunnilin mill­um Streymoynna og Eystur­ oynna verður framdur í verki. Tí ynskir kommunan at vera ein kommuna sum kann taka sær øllum borgarunum í kommununi. Í dag eru tí ein dagstovnur í gerð, skúlin skal útbyggjast munandi, eins og ætlanir eru frammi um eitt sambýli í kommununi. Hækka skatta­ prosentið Til tess at nøkta eftirspurn­ ingin eftir grundøkjum hev­­ur kommunan í eina tíð ar­beitt við at fyrireika eina rættiliga umfatandi út­­stykk­ ing á einum staði í bygd­ini tey nevna í Lánni. Eftir hesi ætlan skulu út­vegast 24 grundøki. Hóast hetta kann tykjast sum eitt stórt tal, so er alt sum bendir á, at kommunan má fara at hugsa um enn eina útstykking. Ein sannroynd er í øllum førum at umsóknir eru til øll hesi 24 grundøkini, - í roynd og veru til enn fleiri. – Nei, vit høvdu ikki vænt­ að so stóran áhuga, sigur Malena Thomsen. Ætlanin er nú at fyrireika hesa útstykkingina í Lánni, soleiðis at tey fyrstu grund­ økini kunnu verða seld kom­ andi ár. Umframt hesa útstykk­ ing­ina hevur kommunan að­rar stórar ætlanir tey næstu árini. Og hetta hevur so – hinvegin – gjørt tað neyð­ugt hjá kommununi at hækka skattaprosentið úr 18 upp í 21,5. – Hetta er ikki nakað vit eru errin av. Men hetta er kortini neyðugt til tess at kunna fíggja allar hesar íløgurnar, sigur borgtarstjórin. Einki er sum at búgva á Strondum Skattur og fólkatal Skattainntøkan hjá Sjóvar kommunu var í 2005 uppá  19,4 mió. kr. Við ársbyrjan vóru 1038 fólk í Sjóvar kommunu.  Í Sjóvar kommunu eru bygdirnar: Innan Glyvur, Strendur, Kolbeinagjógv, Morskranes og Selatrað. Samlaða víddin av Sjóvar Sókn er 33,33 ferkilometrar. FAKTA Borgarstjórin, Malena Thomsen vísir á, hvat tey 24 grundøkini skulu liggja. Neyðugt er helst at fyrireika enn eina útstykking, tí 27 umsóknir eru til hesi 24 grundøkini Mynd: Jens Kr. Vang Sum er hava tær í Ósá­ skúl­anum ein lítlan garð aftan fyri skúlan at nýta í fríkorterunum. Men hetta er ikki nóg mikið. Teirra ynski er at fáa ein størri garð, har allir teir eldru næmingarnir úr báð­ um skúlunum kunnu vera saman hesar løturnar. Ella hví ikki bara sláa báðar fram­haldsdeildirnar saman í eina?! Í dag eru næmingarnir hvør sær, og tað halda tær átta vera stórt spell, tí so kemur ein ikki altíð so nógv í samband við hinar næmingarnar. Millum næmingarnar á Ziskatrøðni eru næmingarnir norðanfyri – tað vil m.a. siga úr Hvannasundi og Viðareiði. – Tað hevði verið ordi­liga cool við eini fe­lags fram­halds­deild. So komu vit eisini betri at kenna viðingarnar og sundafólkini. – Tey eru so herlig har norðuri. Tað er so skeg at hoyra viðingarnar við teirra flata máli, sigur ein teirra, og allar hinar sjey bresta út úr at flenna. við teim flatu viðingunum