Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. februar 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 32 - 14. februar 2006 Í hesum døgum er orðaskifti um nýggjan vinnupolitikk. Tað er gott, at samgongan hevur sett hetta á breddan, og vónandi spyrst okkurt positivt burturúr tingorðaskiftinum um hetta mál. Við nýggju stýrisskipanarlógini fingu vit ráðharraábyrgd. Hetta er í nógvum førum eitt framstig í mun til, hvussu tað var við gomlu skipanini við kollektivari ábyrgd fyri lands­ stýrið. Ein vansi er tó, at mangan er ov lítil samskipan millum ymsu ábyrgdarøkini. Hvørt stýri tykist hava sítt egna lív. Nýggja uppleggið til vinnupolitikk er í nógvar mátar eitt gott skjal, ið sigur tey røttu tingini. Trupulleikin er sum altíð at føra hesar góðu tankar út í veruliga lívið. Fyri at ein vinnupolitikkur skal eydnast, so mugu øll stýri samstarva. Í hesum sambandi hevur Vinnumálaráðið, ið hevur gjørt uppskotið til vinnupolitikk, í minna lagi at siga. Hvat er ein vinnupolitikkur verdur, um Fíggjarmálaráðið bert heldur áfram í somu rillu, sum higartil? Hvat er ein vinnu­politikkur verdur, um vit hava eina almenna skipan, sum brennir milliónir av um árið at svara spurningar frá sær sjálvum? Hvat er ein vinnupolitikkur verdur, sum anbefalar fleksibilitet, tá vit hava eina almenna skipan, sum gerst meiri og meiri stirvin fyri hvørt ár sum gongur vegna yvirtulking av stýrisskipanarlógini? Tað verður tosað um, at vitan og útbúgving er tað, ið skal føra okkum fram. Hetta eru skilagóðir tankar, so leingi vit minnast til, at tað altíð vil verða tørvur á minni lærdari arbeiðsmegi til stuðulsuppgávur eitt nú í ferðavinnuni og so sjálvandi í øllum, sum eitur samlibandsframleiðsla ella líkist tí. Ein vinnupolitikkur eigur eisini at leggja doyðin á, at vit útnytta okkara tilfeingi so gott sum møguligt í øllum liðum. Tað ljóðar eitt sindur innantómt, tá vit hoyra at biotøkni og KT skal verða tað heilt stóra í framtíðini, tá vit duga so illa, at útnytta tað tilfeingi, vit hóast alt hava. Vit kunnu bara taka rogn sum dømi. Søla er eitt øki, har føroyingar tiverri tykist verða eftirbátar, og er tað í hesum sambandi frálíkt, at vit í uppskotna vinnu­politikkinum lesa, at merkantilar útbúgvingar skulu uppgraderast. Føroyingar høvdu eina stóra professionella søluorganisatión, sum æt Føroya Fiskasøla. Henda sølu­ organisa­tión var ein av stóravtakarunum innan fiskivinn­ una av lærdari arbeiðsmegi, og var tað eitt mistak, at Føroya Fiskasøla so at siga bleiv avhøvdað í hesum val­ skeiðnum. Hetta mistak má sigast at vera spell, tá man sær skilagóðu orðingarnar av uppgradering av merkantilu útbúgvingunum í uppskotinum til vinnupolitikk. Tað, sum kemur at avgera, um hampuliga væl orðaði vinnupolitikkurin ger mun ella ikki, tað verður, hvussu tað almenna fer at útinna sín part í verki og tilpassa seg til tørvin hjá borgarum og vinnu. Føroyski búskapurin tolir ikki, at vit seta vognin fyri rossið, heldur enn øvugt. Tað tykist sum vit nú standa og ivast, hvat skal skal spennast fyri hvat. Vónandi verður rætt atborið. DAGSINS MEINING Sosialurin Vinnupolitikkur VIÐMERKINGAR Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónssekreterur: Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­‑an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Víst verður til grein í Dimma­ lætting og Sosialinum ávíka­ vist 6. og 7. februar 2006, undir heitinum»Er tað gott at leggja skúlar í skúla­depl­ ar«. Heitt verður virðingarmest á Føroya Løgmann um at svara fylgjandi fyrispurningum í fjølmiðlunum: Løgmaður sigur, viðv. Skúla­depli í Suðuroy, at Stu­ dentaskúli við ungum mill­ um 16-22 ár og Heilsuskúlin, har tilkomin fólk millum 30- 60 ár, skulu verða saman í einum Skúladepli, er ein fram úr góð loysn. Samstundis sigur fram­ søgu­maðurin hjá flokki Løg­mans, at flokkurin als ikki kann taka undir við, at Før­oya Studentaskúli við ungum millum 16 – 22 ár kann húsast undir somu lon sum Føroya Handilsskúli og Tekniski Skúlin í Tórshavn, har flest allir næmingarnir somuleiðis eru millum 16 og 22 ár. Er møguligt at fáa eina grundgeving fyri hesari støð­uni hjá Løgmanni og flokki hansara? Leiðslurnar á Tekniska Skúl­anum í Tórshavn, Før­­­­oya Studentaskúla og HF- skeiði og Føroya Hand­ ils­­skúla, hava fleiri ferðir gjørt vart við, seinast á fundi við Mentamálanevnd Løg­ tingsins tann 25.okt. 2005, at tær taka fult undir við - og mæla staðiliga til- at seta verkætlanina um Skúladepil við Marknagil í verk. Hví tekur flokkur løg­ mans ikki undir við sjónar­ miðunum hjá leiðslunum á skúlunum? Ein ávísur lærarabólkur hev­ur gjørt vart við, at tey ikki halda tað verða rætt at samstarva í einum Skúla­ depli. Hví tekur politiski fram­ søgumaður floksins, vegna flokkin, heldur undir við sjónarmiðunum hjá lær­ arabólkinum? – Samkynd fólk eru ikki børn, tí børn hava ikki eina kynsliga orien­ tering. Tí hevði hendan lógargreinin, um hon varð sett í gildi, ikki um­fatað børn, men vaks­in. Og har haldi eg, at markið fyri lógar­ verju eigur at ganga, tá talan annars er um fólk á jøvnum føti, sig­ur Bill Justinussen, løg­ tingsmaður Heini í Skorini hevur í tveim­ um lesarabrøvum greitt frá, at undirritaði í einum sjón­ varpskjaki havi villeitt hyggj­ aran. Í kjakinum vísti eg á, at tá tað í galdandi revsilóg stendur, at ein ikki skal gera mismun á fólki vegna teirra uppruna, tjóðskap, húðalit og trúgv, umfatar lógin øll fólk. Øll fólk hava ein uppruna, tjóðskap, húðalit og trúgv. Tá man síðani ynskir at broyta lógina til eisini at um­fata tey, sum hava eina kyns­liga orientering, vísti eg á, at øll fólk ikki eru sam­kynd, tí endamálið við upp­skotinum er at geva sam­ kyndum verju á sama støði sum teimum, sum hava ein ávísan uppruna, tjóðskap osfr. Hetta sigur Heini í Skor­ini vera villleiðandi, tí øll hava eina kynsliga orien­ tering. Her eru vit báðir grund­leggjandi ósamdir, tí eg haldi ikki, at børn hava eina kynsliga orientering. Her er munurin, tí øll børn hava ein uppruna, tjóðskap, húðalit og trúgv. Børnini gera munin Børnini eru ein týðandi orsøk til lógarásetingar um verju av ymsum slagi. Munurin á børnum og vaksnum er, at vaksin vanliga eru ment at verja seg sjálvi m.a. við at taka seg saman í felag fyri at skapa verju fyri egnari støðu, meðan børn sum so eru verjuleys, tá sæð verður burtur frá teirri verju, sum for­eldur geva teimum. Tí tek­ur samfelagið ábyrgd, har børnini ikki megna. Søga mannaættarinnar er full av ótespiligum ágangi móti børnum vegna teirra uppruna, tjóðskap, húðalit og trúgv. Etniskar útreinsingar ganga altíð harðast út yvir sakleysu børnini og tey, sum annars eru veik á ymsan hátt. Samkynd fólk eru ikki børn, tí børn hava ikki eina kynsliga orientering. Tí hevði hendan lógargreinin, um hon varð sett í gildi, ikki umfatað børn, men vaksin. Og har haldi eg, at markið fyri lóg­ ar­verju eigur at ganga, tá talan annars er um fólk á jøvnum føti. Samkynd eru vaksin fólk á jøvnum føti við onnur vaksin og eru sambært serfrøðingaupplýsingum, sum rættarnevndin fekk til viðgerðina av nógv umtalaða lógaruppsktinum, ikki veikari bólkur í samfelagnum enn so nógvir aðrir. Tá so er, er ikki neyðugt at geva teimum aðra lógarverju enn hana, sum er umfatað av verandi lógargreinum. Almennur fyrispurningur til Føroya Løgmann Skúlastjóri á Tekniska Skúlanum í Tórshavn Egon Øregaard Eitt seinkað aftursvar til Heina í Skorini Løgtingsmaður Bill Justinussen