týsdagur 14. februar 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 32 - 14. februar 2006
11
VIÐMERKINGAR
– At Tórur Johannesen,
stýrislimur í SEV og næst
formaður í bygdaráðnum
á Sandi, skuldi verða
so aktivur í samband
við uppsøgnina av SEV
stjóranum, hevði eg ikki
trúð. Helt hann bara
verða ein, ið helt seg til,
har tað var gott at verða,
men nú má eg viðganga
at har fór eg helst
skeivur, skrivar Leif W.
K. Mortensen
Tað var tó ikki persónin, eg
ætlaði at viðgera, men mátan
tað verður arbeitt, har hann
er til staðar.
Tórur Johannesen sigur
seg hava mist álitið á stýris
formannin, eftir at hesin fyrst
hevði lovað, at høvd skuldu
rulla, og síðan bara var krop
in afturum. At málsetningur
in hjá Tóri Johannesen er,
at høvd skulu rulla, ger seg
ikki bara galdandi í SEV,
men eisini í bygdarráðnum
á Sandi. Mátin, ið stjórin í
SEV er viðfarin, minnir í
alt og nógvar mátar, um upp
søgnina av skrivaranum hjá
Sands kommunu, har Tórur
Johannesen helst hevur havt
størri ávirkan, enn hvat fólk
áður hava hildið.
At persónur hevur verið
í sama starvi meir enn tjúgu
ár mátti boðað frá trúfesti og
røttu eginleikunum til ávísa
starvið. Uppsøgn av hesum
slag vildi flest allastaðni
verið sakliga grundað, og
skilnaðurin hevði verið í
vinskapi og takksemi. SEV
stjórin fekk kort um greitt
at vita, at hann skuldi fara
til hús. Grundgevingarnar
komu seinni, men blivu so
staðiliga afturvístar. Somu
leiðis blivu lyklarnir til
kommunuskrivstovuna á
Sandi tiknir frá skrivaranum
hjá Sands kommunu, grund
gevingarnar fyri hesum
vóru mangar og litríkar, tó
er ikki ein av hesum blivin
undirbygd enn. Í báðum
hesum førum, eru fólk eitt
sindur í villareiði um hesar
uppsagnir.
At ætlanarskrivið um
uppsøgn av SEV stjóranum
var skrivað og daterað áðr
enn fundin, er akkurát
sami háttur, ið nýttur var,
tá fundurin var fyri um
ætlanarskriv um uppsøgn
av skrivaranum hjá Sands
kommunu.
Stýrisformaðurin var sett
ur uttan fyri alla ávirkan,
eftir at hann ikki vildi taka
undir við ætlan meirilutans.
Tað var enntá farið so langt
sum at hótta stýrisformannin
(black-mail), ið síðan hevði
við sær, at hann bleiv koyrd
ur frá sum formaður. Tað
vísir seg, at eiheldur í SEV
stýrinum er loyvi at hava egnu
meining. Í bygdaráðnum á
Sandi bleiv minniluti til, og
ikki so frætt sum ein tann
einasti ein nevndar sessur
er tillutaður minnilutanum,
hóast hesin fekk næst flestar
atkvøður til seinasta val.
Er hetta tann nýggja tíðin,
har vit líta fram ímóti ár
2015, ið ger at fólk skulu
verða viðfarin á henda sera
ódámliga hátt.
At Tórur Johannesen situr
sum vektin á vágskálinin,
bæði í sambandi við upp
søgnina av skrivarum hjá
Sands kommunu og SEV
stjóranum, er kanska til
vildarligt. Tó haldi eg, at
uppskriftin til uppsøgnirnar
báðar, líkist í alt ov stóran
mun, og fari eg tí at loyva
mær at halda, at Tórur
Johannesen hevur ein sera,
sera virknan leiklut í hesum
spæli.
Summi meina, at persónar
ikki skulu verða í sama
starvi í alt ov langa tíð. Tórur
Johannesen er kanska av hesi
meining, og hevur hann helst
sett eitt uml. tjúgu ára mark
fyri, hvat hann persónliga
vil tolerera. Um hetta í veru
leikanum er so, hevur Tórur
Johannesen ikki nógv ár
eftir í kommunalpolitikki.
Um Tórur, tá hansara tíð er
komin, fer at stilla seg við
gumpinum fyri og góðtaka,
at hann fær hesa somu við
ferð, hann í dag gevur øðrum
og bókstaviliga fótin í hann,
ja, tað kemur bara tíðin at
vísa.
Tað hevði tó verið sera
áhugavert at fingið at vita,
hvør lærumeistarin hjá vara
borgarstjóranum á Sandi hev
ur verið.
Fingramerki í SEV
Fakta er, at krevja
975 fastbúgvandi
útlendingar í Føroyum
familjusamanføring,
kunna teir gerast til
4875. 2% útlendingar
kunna gerast til 10%
innflytarar. Her eru ikki
norðurlendingar tiknir
við. Løgmaður tosar um
eina jaliga viðferð. Hvar
eru fjølmiðlarnir og
politikararnir og hvar
eru vit sjálvi stødd í
hesum álvarsmáli.
Vit eiga hetta landið tí vit
fingu tað frá okkara for
eldrum. Tað er politikkurin
nú, ið avger samfelagið ið
børn okkara skula liva í.
Arbeiðsloyvi er ikki tað
sama sum ríkisborgara
skapur
Tað er neyðugt at minnast, at
tá ein útlendingur kemur inn
uppá eitt eitt ára arbeiðsloyvi,
so er tað tað ið avtalan snýr
seg um. Um tað verður longt
eitt ár afturat, so er tað tað
ið avtalað er. Føroyska
samfelagið er ikki bundið
longur enn hetta. Sjálvandi
eigur ein umsøkjari at fáa
svar skjótast tilber, men eitt
seinkað svar kann ikki geva
framíhjárættindi, tað er heilt
burturvið. At løgmaður fyrst
og fremst tosar um at geva
eina jaliga viðferð bert tí ein
útlendingur er komin inn í
landið, er ábyrgdarleyst um
tað ikki verður viðgjørt út
frá hvat ið best tænir okk
ara landi og fólkinum ið
her býr. Løgmaður skal
umboða áhugamálini hjá
tí fólki ið hevur valt løg
tingið. Útlendingar eru
gestir í landi okkara og eiga
at fáa eina góða viðferð.
Men tað hevur einki við
borgararætt at gera. Føroyar
skulu hava ein skilagóðan
útlendingapolitik,
sum
umframt fyrst og fremst
at verja okkara land, eis
ini eigur at tryggja teim
um útlendingum ið gerast
fastbúgvandi trygg og góð
kor. Skyldan hjá politikar
unum er at síggja til at vit
ikki gera somu mistøkini
ið hini norðurlondini hava
gjørt á útlendingaøkinum.
Tað at gerast fastbúgvandi í
Føroyum eigur at viðgerast
undir okkara fortreytum.
Hvat samfelag er tað ið
vit ynskja at liva í og hvat
samfelag er tað ið vit ynskja
at geva okkara børnum at
liva í.
Eitt trygt samfelag
Tað er neyðugt at fáa ein
útlendingapolitikk, ið varð
veitir børnum okkara eina
frælsa og bjarta framtíð.
Tað er eitt framíhjárættindi
at vit hava eitt gott og trygt
samfelag bæði fyri børn og
vaksin. Eitt samfelag har
tað ber til at vera samdur
og ósamdur og at tað tó er
rímuliga rúmligt fyri hvønn
tann sum vil. Tað verður
ongantíð lýtaleyst. Til tað
eru vit ov ófullkomin, men
vit hava eitt gott land at liva
í.
Varsemi má til um
umstøðurnar skulu
varðveitast
Tað er ein sannroynd at
um vit fáa ein útlending ið
inniheldur áleið ta mentan
ið vit hava herheima, um
tað so er protostantur, kato
likkur ella gudloysingur,
so vil hetta ikki broyta
okkara samfelag nevnivert.
Hinvegin, um vit, eins og í
eitt nú Danmmark, fáa eitt ov
høgt tal av muslimum, so fáa
vit ovurhonds trupulleikar.
Hetta er ikki nakað ið vit
kunna ávirka. Ávirkanin er
fastløgd í islamsku læruni
og vit kunna bara hyggja
uttanum okkum fyri at
síggja trupulleikarnar, ið
nú eru veruleiki hjá flestu
grannatjóðum okkara.
Allar mentanir rúmast
ikki undir somu lon
Mistakið varð, at eins og
fleiri onnur lond, hildu eis
ini danir at islam kundi
integrerast í danska sam
felagið. Tað ber einfalt ikki
til. Tað er sum at royna at
upphevja tyngdalógina.
Tað er ógjørligt. Islam
kann ikki integrerast í eitt
vesturlendskt demokratiskt
samfelag. Tann sum vil hava
tað at bera til, vil støðugt
royna at finna nýggjar
hættir at greiða frá, hví tað
ikki enn hevur eydnast. Tað
skal viðmerkjast at ein lítil
islamskur minnilutabólkur
í einum landi er eingin sjón
ligur trupulleiki. Trupulleik
in sæst fyrst tá tað er ein ávís
nøgd av muslimum í einum
landi í mun til fólkatalið.
Hetta er ein partur av islam,
ið er einfaldur at skilja um
ein setur seg inn í tí islamsku
læruna. Tað er bert við
at doyggja í bardaga fyri
islam at ein muslimur kann
vera heilt vissur í at ogna
sær paradís. Annars er tað
knýtt at hansara lívsverki
og tí endaliga dóminum ið
Allah velur at fremja. 60
% av versunum í koranuni
snúgva seg um jihad/heilagt
kríggj. Fyri at fremja jihad/
heilagt kríggj, er loyvt mus
limum at nýta svørð, lygn
og svik. Islam merkir at
geva seg undir. Muslimur,
merkir ein ið gevur seg
undir Allah. Málið er at
leggja allan heimin undir
islam. Allah áleggur øllum
teimum ið geva seg undir
hann at fremja jihad/heilagt
kríggj. Tí er tað ómøguligt
at integrera islam í eitt
vesturlendskt demokratiskt
samfelag. Annað má lúta,
demokrati og islam rúmast
ikki saman. Hetta mást tú
vita fyri at kunna skilja
hvussu hugsunarhátturin
er hjá einum rætttrúgvandi
muslimi.
Vit hava onga søguliga
umbering
Útlendingamálið er eitt
meira, og tað rættuliga
nógv meira álvarsligt mál,
enn bert at viðgera eitt
fokus á innlendismálaráðið,
á landstýrismannin, á tann
einstaka útlendingin, á
ítróttin,ella á hetta og á
hatta. Hvussu ber tað til,
at tit, fjølmiðlafólk okkara,
ið skulu eitast og ætlast at
vera objektiv og tæna okkara
samfelag, kunna vera so ein
sporað, subjektiv og tískil
beinleiðis samfelagsskaði
lig. Hví kanna tit ikki ístaðin
fyrst hvørjar avleiðingar
útlendingapolitikkurin hjá
Noregi, Svøríki ella Dan
mark hevur havt og við
gera sakligt útfrá tí. Og
tit politikarar ið hava latið
tykkum valt inn á føroya
løgting at tæna Føroyum
og áhugamálum okkara,
hvat hugsa tit fyri tykkum.
Hvat siga danir nú. Hvønn
útlendingapolitikk vildi
tann vanligi danin valt nú
um tað bar honum til. Men,
hansara fjølmiðlafólk og
politikkarar valdu fyri hann í
sjeytiárunum. Ein kann siga
at teir vistu ikki betur, men
tað umberingina hava vit ikki.
Vit eru tredivu ár aftanfyri á
hesum økinum og eru í ferð
við at endurtaka søgunnar
mistøk, hóast vit skilliga
síggja avleiðingarnar.
Hvat samfelag vilja vit
geva okkara børnum at
liva í
Hvat samfelag ynskja
vit at okkara børn skula
vaksa upp í. Hvat samfelag
ynskja vit at okkara børn
skulu geva okkara ommu-
og abbabørnum at liva í.
Útlendingapolitikkur er eitt
rættuliga álvarsligt mál ið
kann fáa størri ávirkan á
okkum øll, enn vit beint her
og nú geva okkum far um.
Um vit ivast so kunna vit jú
spyrja tey lond ið nú hava
gjørt royndirnar og tískil
hava fingið avleiðingarnar av
teirra útlendingapolitikki.
Keldutilfar: Islam og
terrorisme av Mark Gabriel
2002
Leif W. K.
Mortensen
Tann 9. februar 2006 fingu
manningarfeløgini við
telduposti sendandi eitt
uppskot til nýggja mann
ingarlóg til hoyringar.
Í fylgiskrivi frá Skipa
eftirlitinum verður sagt,
at hoyringsfreistin er í
seinasta lagi 17. februar
2006 og skoytt verður upp
í, at møguliga eru ikki
stundir til at taka allar
hoyringsviðmerkingar við
í hesum umfari, men kann
hetta gerast seinni í sam
bandi við eina endurskoðan
av lógini!
Manningarlógin varð
seinast broytt í 1998 og
tá vóru allir viðkomandi
partar við til at fyrireika
lógaruuppskotið.
Hetta átti at verið ein
sjálvsøgd mannagongd, tá
ið lógir verða gjørdar og
tað er tí heilt ófatuligt, at
Fiskimálaráðið soleiðis í
skundi hevur sett onkran
í umsitingini at gera eitt
lógaruppskot uttan á nakr
an hátt at taka manning
arfeløgini við í arbeiðið.
Feløgini halda ikki, at
her er talan um eina demo
kratiska tilgongd og hetta
má eisini sigast at ganga
beint ímóti fráboðanum
landstýrisins í samband við
visiónsætlanina 2015. Har
verður júst víst á hvussu
stóran týdning tað hevur,
at allir partar eru við í fram
tíðarætlaninum.
Ein nýggj manningarlóg
má sanniliga metast at vera
ein sera týdningarmikil
framtíðarætlan fyri eina
siglandi tjóð.
Undirritaðu feløg mót
mæla harðliga manna
gongdini í hesum máli og
vit heita á Fiskimálaráðið
um at taka aftur lógarupp
skotið og at seta eina nevnd
við umboðum fyri allar við
komandi partar at gera eitt
nýtt lógaruppskot.
Um landsstýrismaðurin
í sjóvinnumálum ikki vil
ganga hesum sjálvsagda
ynski á møti, so verður í
øðrum lagi heitt á hann um
at leingja hoyringsfreistina
munandi
Tórshavn, 13. februar 2006
Føroya Fiskimannafelag
Føroya
Motorpassarafelag
Føroya Skipara- og
Navigatørfelag
Maskinmeistarafelagið
Mótmæli
Opið bræv til Bjørn Kalsø, landstýrismann
í sjóvinnumálum og Jóannes Eidesgaard,
løgmann
Útlendingar, fjølmiðlar, hvat heldur tú sjálv/ur?
Jaspur
Johannesen