Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-14, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. februar 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 32 - 14. februar 2006 Mikudagin 15. februar fyllir Jovina Højgaard 75 ár. Hon er fødd og uppvaksin í Æðu­ vík – dóttir Sunnuvu og Óla Hans Hansen. Longu sum 14 ára gomul fór hon til Tvør­ oyrar at tæna. Tvey ár seinri fór hon til Havnar at tæna hjá Poul Guttesen og eftir hetta í Køkubúðuna. Hon varð verandi í Havn, har hon møtti Ólavi Høj­ gaard. Tey giftust í 1950 og fingu fýra børn: Sunrid, Birgir, Kára og Jórun. Hon hevur 8 ommubørn og 4 lang­ ommubørn. Longu sum 9 ára gomul bleiv Jovina frelst og hev­ ur síðani tá trúliga tænt Harr­anum á mangan hátt. Jovina hevur verið sera nær­løgd bæði til hendunar og í sínum dagliga yrki. Í 1962 opnaði hon sín egna handil, sum hon passaði væl í sekstan ár. Aftaná fór hon í Línbúðuna at selja, og munnu mong minnast hana frá handilslívinum, har hon altíð var blíð og fyri­ komandi. Vegna sjúku gavst Jovina at arbeiða í 1987. Men við Guds hjálp mentist hon aftur og hjálpti síðani Ólavi á Havnar byggivirkið. Tá Ólavur bleiv sjúkur í 1994, passaði hon hann heima í nøkur ár. Tey seinastu árini búði hann á pleyguheiminum, har Jovina vitjaði hann dagliga, til hann doyði í 2001. Síðani tá, hava vit sæð Jovinu trúfasta á møtum og hoyrt hana bæði í Linduni og Rás2. Jovina hevur opið hús heima á Hellutún 2, tann 18. februar 2006 aftan á klokkan 18.00. Bønarvinir Jovina Højgaard 75 ár Týsdagin 7. februar and­ aðist Svenning Holm Lind­enskov, fyrrverðandi vita­passari í Nólsoy, á Ríkis­sjúkrshúsinum, 69 ára gamal. Svenning var best kendur frá sínum starvi sum vita­ passari. Hann starvaðist við vitan á Borðuni í samfull 37 ár. Hann bleiv settur í starv í 1966. Tey fyrstu trý árini sum útkiksmaður, seinni fekk hann ábyrgdina av postflutninginum til vitarnar, samstundis sum hann gekk vakt við vitarnar. Í 1978 bleiv hann sátt­ málasettur, tá Poul Niklái Thorkildshøj legði frá sær fyri aldur, og í 1981 bleiv Svenning settur í starv sum tænastumaður. Seinni bleiv hann yvirvitapassari. 31. juli 2003 fór Svenn­ing frá fyri aldur, hann hevði tá fylt 67 ár. Hetta var samstundis ein søguligur dagur hjá „Far­ vandsvæsenet“ í Føroyum, við tað at tá vóru liðin 110 ár, síðan tann størri vitin bleiv bygdur í 1893. Svenning varð seinasti vitapassarin við førstum tilknýti til vit­ar­ nar á Borðuni. Vitarnir eru í dag automatiseraðir og fólk frá Farvandsvæsenet hava eftirlit og viðlíkahald um hendur. Svenning hevði ikki tal á øllum túrunum, hann gekk millum bygdina í Nólsoy og vitarnar, tey 37 árini hann starvast har. Túrurin er umleið 8 kilometrar, og tað tók honum millum ein og tveir tímar at ganga í góð­um veðri, onkran ringan vetrardag tók túrurin upp til fimm tímar. Svenning varð føddur 25. juli 1936, sonur Margrethu, f. Holm, og Sofus Linden­ skov, bæði úr Nólsoy. Páp­ in doyði av tuberklum, tá Svenning var eitt ára gam­ al. Svenning var giftur við Bernhild, f. Nielsen, úr Nólsoy. Tey fingu tríggjar døtur, Heininu, sum býr í Havn, Elisabeth, sum býr í Kvívík, og Sólbjørg, sum býr í Miðvági. Svenning var kendur sum áitismaður í øllum hann tókst við, hann var m.a. klokkari við Nólsoyar kirkju. Samfelagshugaður var hann og tók lut í øllum vanligum arbeiði í bygdini, á sjógvi sum á landi. Svenning Lindenskov, Nólsoy 25. juli 1936 - 7. februar 2006 Odd Færø úr Klaksvík verð­ ur nýggjur fíggjarleiðari hjá Bláa Krossi. Hann byrjar í starvi 1. mars 2006. Odd eru útbúgvin civil­ økonom í 1993. Hann hevur drúgvar starvsroyndir innan ymisk øki; seinnu árini hevur hann verið sjálvstøðugur vinnu­rekandi, har hann hev­ur veitt ráðgeving innan teldu­skipanir, serliga innan fíggjarleiðslu, roknskap, goymslustýring og líknandi økjum. Frammanundan hevur hann starvast innan trygging, fíggjarstýring og sum sølu- og supportmaður. Í frítíðini fæst hann við ítrótt. Hann hevur síðani 1999 verið fótbóltsvenjari hjá yngri liðum hjá KÍ. Eisini hevur hann verið partur av tíðindatænastu á enskum máli um føroyskan fótbólt. Í tíðarbilinum 2000-2005 hev­ur hann sent umleið 4000 teldupostar út við greinum á enskum máli. Harumframt er hann virkin í brøðrasamkomuni í Klaksvík, Betesda, har hann eisini ber orðið fram. Hann er við í tiltøkum, bæði fyri ung og eldri, bøn­ ar­løtum, bíbliutímum og øðrum. Eisini arbeiðir hann í sunnudagsskúlanum. Í hes­ um sambandi hevur hann verið ritstjóri á Sunnu­dags­ skúlablaðnum hjá Brøðra­ samkomuni. Hann sigur, at arbeiðið hjá Bláa Krossi ljóðar sum ein spennandi avbjóðing, hetta av fleiri orsøkum. Ein orsøk er tann andligi parturin av arbeiðinum. Ein onnur orsøk er, at hetta er kanska eitt arbeiði, sum er nýtt fyri ein í Brøðrasamkomani. Odd er 44 ára gamal, giftur við Hallgerð, f. Viderø, tey eiga tvær døtur, Ásvør og Daisy, sum eru 17 og 15 ára gamlar. Odd Færø, Klaksvík: Nýggjur fíggjarleiðari hjá Bláa Krossi NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Betrea Jacobsen, Mið­vágur, andaðist mánadagin 13 februar, 75 ára gomul. Jarðarferðin verður lýst seinni. Hans Magnussen, Tjørnu­­vík, andaðist í heim­inum leygardagin, 82 ára gamal. Jarðar­ ferðin verður úr Tjørnu­ víkar kirkju týsdagin kl. 14. Sungið verður úr sálmabókini. Tey, sum vilja minnast Hans, kunnu lata kirkjuni í Tjørnuvík eina peninga­gávu. Konto í Føroya Sparikassa. Erlant Jacobsen á Argja­ boða, ættaður úr Leirvík, fer til gravar úr Argja kirkju mánadagin kl. 13. Tey, sum vilja minn­ast Erlant, kunnu lata Føroya Felag móti Krabbameini eina pen­ingagávu. Konto í pen­ingastovnunum. John (Jonn) Johannesen á Skála, vanliga nevndur John á Berjarheygnum, andaðist í heiminum hjá dótturini leygardagin 11. februar, 90 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Skála kirkju týsdagin 14. februar kl. 14. Tey, ið vilja minnast John, kunnu lata Skála kirkju eina peningagávu. Konto í Føroya Banka. Andlát og jarðarferðir 13. februar 2006 var Agnar Jensen settur í stav sum sølumaður hjá Føroyaprent í Havn. Hann kemur at hava ábyrgdina av at menna sølu- og marknaðararbeiðið á Froyaprent. Agnar er útbúgvin aka­ demiøkonomur á Niels Brochs Handels­aka­demi­ in­um í Keypmannahavn við marknaðarføring sum høv­uðsevni. Hann hevur drúgvar royndir í sølu og marknaðarføring. Agnar Jensen nýggjur søluleiðari hjá Føroyaprent Tøkk Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum sýndu samkenlu og hjálpsemi, tá kæri maður mín, pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Elias Ingvard Einarsson andaðist og varð jarðaður. Tøkk til Eivind á Reyni, fyri góð og troystarík orð í kapellinum og í Berøa. Tøkk til Símun Pætur, og tykkum øllum, sum har hjálptu til. Tøkk til heimahjálpirnar, sum hjálptu honum so væl. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávu til Zarepta. Tøkk øll, sum hjálptu við jarðarferð og ervið. Tøkk til tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Hjartaliga tøkk øll somul. Fyri tey avvarðandi Elina og børnini við familju