Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-14, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. februar 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 32 - 14. februar 2006 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Fríggjadagin 3. februar læt Glar­smiðjan - innramming og gallarí upp í nýggjum hølum í Dr. Jacobsensgøtu 7 í Havn. Í hesum sambandi var mót­ tøka fyri listafólkum, viðskiftafólkum og øðrum Móttøka Myndir: Jens Kristian Vang Glarsmiðjan í Bøgøtu er nú flutt í nýggj hølir í Dr. Jacobsensgøtu. Hølini eru ljós og innbjóðandi við hópin av málingum á vegginum. Hetta eru málningar, sum nógv ymisk fólk hava mál­ að, og allir málningarnir eru til sølu. Tað er Anders Jonassen, sum eigur og rekur Glarsmiðjuna. Anders Jonassen er dani og útbúgvin glarmeistari. Hann kom til Føroyar í 1995 og er giftur Paulinu, sum er úr Havn. Í 1998 yvirtók Anders Glarsmiðjuna í Bøgøtu. Sama árið keypti hann eisini húsini í Dr. Jacobsensgøtu 7, sum nú eru umbygd til virksemið hjá fyritøkuni. Umframt gallarí, handil og verkstað í miðhæddini er virksemið víðkað til eisini eitt gallarí í kjallaranum. Anders Jonassen sigur, at endamálið hjá honum er, at hava tað sum danir kalla ein „kunsthandil“, har fólk kunnu koma inn og keypa ein málning á staðnum og ikki noyðast at bíða til ein evt. framsýning er liðug. Men Anders leggur dent á, at høvuðsvirksemið hjá fyritøkuni er farmvegis inn­rammingin. Tey hava eis­ini eitt stórt úrval av lið­ugtgjørdum rammum í nógvum ymiskum støddum. Glarsmiðjan selur eisini steinprent fyri Grafiska verkstaðin. Glarsmiðjan í ljósum og innbjóðandi hølum Dagurin í morgin 15. februar, Faustinus, deyður umleið ár 120. Brøðurnir Faustinus og Jovita í Brescia í Norðuritalia vórðu píndir og tiknir av døgum. Fríggjadagin 3. februar var móttøka í nýggju Glarsmiðjuni í Dr. Jacobsensgøtu. Við diskin eru Anders Jonassen og konan, Paulina Anders Jonassen saman við Kára av Reyni (v.m.) og Gisleyg Bonde Hølini eru ljós og innbjóðandi við hópin av málingum á vegginum Talan er um ein sonevndan „kunsthandil“, har fólk kunnu koma inn og keypa ein málning á staðnum