týsdagur 14. februar 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 32 - 14. februar 2006
Á stýrisfundi hjá
SEV í gjár samtykti
meirilutin í stýrinum
at handa Klæmint
Weihe, stjóra, enda
ligu uppsøgnina
SEV-stríð
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Eftir ein heldur drúgvan
fund, har tosað varð við stór
um bókstavum, og stýrislim
irnir slongdu ákærur hvør
eftir øðrum, var greitt, at
stýrið fór at handa Klæmint
Weihe endaliga uppsøgn,
sum kemur í gildi komandi
mánadag.
Minnilutin kært
Leivur Hansen, fyrrverandi stýr
isformaður, segði eftir fundin,
at minnilutin í stýrinum hevði
kært uppsøgnina av stjóranum
til umboðsevndina sambært
grein 4, stk. 8 í viðtøkunum
fyri SEV.
Har stendur: Krevur um
boðsnevndarformaðurin
ella minst 3 stýrislimir,
at mál skal verða lagt fyri
umboðsnevndina, má málið,
sjálvt um stýrið hevur tikið
sína avgerð, ikki verða framt,
fyrr enn umboðsnevndin hev
ur gjørt málið av.
Sambært hesum skuldi tað
verið greitt, at endaliga upp
søgnin av Klæmint Weihe
ikki kann verða framd í
verki, fyrr enn stýrið hevur
tikið støðu til kæruna frá
minnilutanum í stýrinum.
Men hesum er meirilutin í
SEV-stýrinum við Kim Dur
huus, formanni, á odda, ikki
samdur í, og teir hava tí gjørt
av at senda Klæmint Weihe
til hús mánadagin.
Fríggjadagurin
verður avgerandi
Henda stóra fløkjan í SEV-stýr
inum verður tó væntandi eitt
sindur greiðari fríggjadagin,
tá ið umboðsnevndin hittist
til fundar.
Á dagsskránni fyri fundin
fríggjadagin er millum ann
að val av nýggjum stýri og
møguliga stýrisformanni,
og tað kann eisini enda við
vali av nýggjum umboðs
nevndarformanni.
Í sambandi við umboðs
nevndarfundin hevur minni
lutin í SEV-stýrinum biðið
um, at Klaus Rasmussen,
grannskoðari, Jógvan Ellef
sen, løgfrøðingur, Jógvan Páll
Lassen, løgfrøðingur, John P.
Danielsen, fyribilssettur stjóri
og Klæmint Weihe sleppa
at verða við á fundinum og
svara spurningum frá um
boðsnevndarlimunum.
Hvussu leikur fer, er ilt
at spáa um, men tað hevur
ljóðað, at Leivur Hansen
hevur breiðan stuðul í
umboðsnevndini, og tí er
ikki óhugsandi, at ein stórur
partur av stýrinum verður
sendur til hús, og nýggjur
formaður verður valdur.
Livst so spyrst.
Uppsøgnin stendur við
Fyrst var Leivur Hansen formaður í SEV-stýrinum, og so bleiv
Kim Durhuus tað. Fríggjadagin verður umboðsnevndarfundur,
og eftir tann fundin kann væl verða, at hvørgin teirra er
formaður í SEV-stýrinum.
Mynd: Terji Nielsen
Tórshavnar Býráð
samtykti í gjárkvøldið
at keypa CEPA-
trøðna á Argjum og
byggja ein nýtmótans
tvísporaðan skúla á
staðnum
Skúlabygging
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað hevur annars leingi ligið
í kortunum, at kommunan
fór at umvæla og útbyggja
Argja Skúla, tí at hann er
ov lítil og trongur. Men við
tí vøkstri í fólkatalinum,
sum er væntandi á Argjum
næstu árini, fer tann loysnin
neyvan at loysa trupulleikan,
og harafturat verður hon
ógvuliga kostnaðarmikil.
Nógv betur loysn
Heðin Mortensen, borgar
stjóri, sigur, at tað hevur
leingi verið arbeitt við ætl
anini um at útbyggja Argja
Skúla, men hetta hevði kost
að einar 60 milliónir krónur,
og framvegis hevði skúlin
verið gamal og trongur.
– Skúlin á Argjum liggur
eisini serstakliga trongt fyri,
og har eru nógvir trupulleikar
við ferðsluni. Nú er ætlanin
ístaðin at byggja ein nýggjan
og nýmótans tvísporaðan
skúla
beint oman fyri Hebron og
Dagstovnin á Argjum. Hetta
er ein nógv betur loysn upp
á allar mátar, sigur Heðin
Mortensen.
Enn er ikki nøkur kostnað
armeting gjørd fyri nýggja
skúlan, men borgarstjórin
sigur seg vænta, at hann kem
ur at kosta eitt stað millum
80 og 100 milliónir krónur.
– Hann verður neyvan
nógv dýrari enn ætlaða
útbyggingin av Argja Skúla,
og royndirnar úr Kollafirði
hava jú lært okkum, hvørjir
trupulleikar kunnu stinga
seg upp, tá ið valt verður
at útbyggja ein skúla, sigur
Heðin Mortensen.
Í sambandi við nýggja ring
vegin, ið verður gjørdur út á
Argir, kemur nýggi skúlin at
liggja serstakliga væl fyri, tí
ringvegurin kemur at ganga
beint undir skúlanum.
Gamli skúlin
mentanarmiðdepil
Heðin Mortensen sigur, at
av tí at nýggi skúlin verður
tvísporaður, fer tann gamli
bert at hava eitt spor. Eisini
verður fimleikahøll bygd
í nýggja skúlanum, og tað
fer at lætta um trýstið á fim
leikahøllina í Argja Skúla. Á
henda hátt fer gamli skúlin
ikki at verða eins nógv bund
in av ymsum tiltøkum og
útleigan, sum hann hevur
verið, og hetta ætlar býráðið
at gera sær dælt av.
– Vit ætla, at tann gamli
skúlin á Argjum skal ger
ast eitt slag av einum
mentanarmiðdepli
fyri
Argja bygd, greiðir Heðin
Mortensen frá.
Enn er ikki greitt, nær tað
fer at bera til at fara undir at
byggja nýggja skúlan, og tí
er ilt at siga, nær nýggi skúln
verður liðugur.
Nógv umrøddu
ætlanirnar hjá KJ-
Contractors um
íbúðarbygging
millum Horna
kunnu nú fara í
gongd
Íbúðarbygging
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Á býráðsfundi í gjár sam
tykti Tórshavnar Býráð
nevnliga at selja KJ-Con
tractors eina trøð, sum er
góðar 10.000 fermetrar til
støddar, og sum hevur verið
partur av byggiætlanini.
Upprunaliga var ætlanin
hjá KJ-Contractors bert at
keypa ein part av trøðni,
men loysnin bleiv so, at
teir keyptu alla trøðna fyri
11,2 milliónir krónur.
Í sambandi við søluna
av trøðni hevur Tórshavnar
Býráð sett sær tað treyt,
at bygt verður á staðnum
innan tvey ár.
KJ-Contractors
fingið stykki til
íbúðarbygging
Tað er her á trøðni Undir Gráasteini, at KJ-Contractors fer
at byggja einar 72 eigaraíbúðir
Mynd: Jens Kr. Vang
Nýggjur skúli byggjast á Argjum
Tað er á hesum stykkinum beint oman fyri Hebron og Dagstovnin á Argjum, at nýggi skúlni
verður bygdur.
Mynd: Jens Kr. Vang