Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-14, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. februar 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 32 - 14. februar 2006 23 UTTAN ÚR HEIMI Amerikanski rithøvundurin og fyrrverandi blaðmaðurin Peter Benchley er deyður 65 ára gamal efttir drúgva sjúkralegu. Peter Benchley var kanska ikki so kendur av navni sum mangir aðrir rithøvundar, men tað var hann, sum skrivaði bók­ina „Jaws“, sum var grund­arlagið undir tí væl kenda filminum við sama navni ella „Dødens Gab“, sum hann bleiv kallaður á okkara leiðum. Hann skriv­ aði eisini bøkurnar „The Deep“ og „The Island“, sum báðar eru gjørdar til film. Peter Benchley hevur seinni greitt frá, at hann fekk hugskotið til bókina „Jaws“, tá hann ein dagin frætti um ein fiskimann, sum hevði fingið ein stór­an háv uttan fyri Long Is­land. Í 1975 gjørdi kendi filmsmaðurin Steven Spielberg bókina til film, sum vann tríggjar Oscar-virðislønir. Mánadagin vóru fýra ár, síðani rættarmálið ímóti fyrrverandi jugoslaviska for­setanum Slobodan Milo­ sevic byrjaði. Eftir ætlanini skal rætt­ ur­in enda viðgerðina í apríl, og dómur fellur so væntandi eina ferð seinni í ár. Tað er kortini longu nú greitt, at tað verður ikki endin á málinum, tí sama hvat úrslitið verður, fer annar parturin at kæra úrskurðin. Ákæruvaldið hevur 294 vitni, sum skulu sannføra krígsbrotsmannadómstólin um, at Miloseciv ætlaði at skipa Serbia sum eitt land, har bara serbar skuldu búgva, og at øll onnur skuldu beinast av vegnum ella rekast burtur. Milosevic hevur boðsent 48 vitnum, sum skulu vísa hesum aft­ ur, og at NATO framdi krígs­brotsverk og breyt al­tjóða lóg, tá samgongan leyp á landið. Gongur nú á fimta ári Júst sum Hamas tekur við stjórnarleiðsluni í teimum palestinsku økjunum, hevur palestinska tjóðartingið samtykt at geva Mahmoud Abbas, forseta størri heim­ ildir. Eitt nú hevur forsetin fing­­ið heimild til at skipa ein grundlógardómstól, sum skal taka støðu til møgu­­ligar ósemjur ímillum forsetan og Hamas í fram­ tíðini. Harafturat setti ting­ ið nøkur týðandi størv í um­­sitingini, og yvirhøvur er talan um menn, sum eru limir í Fatah-flokkinum, skriv­ar AP. Millum annað fekk stovnurin, sum heldur eygað við korrupsjón og sviki, nýggjan leiðara. Hamas hevur longu boðað frá, at flokkurin góðkennir ikki samtyktirnar hjá ting­ in­um, og at flokkurin fer at seta tær úr gildi, so skjótt tað nývalda tingið hev­ur tikið við. Men tað kann gerast trupult, tí sam­bært stýrisskipanini kunnu sam­ tyktirnar ikki set­ast úr gildi, utt­an so at tveir triðingar at ting­inum atkvøða fyri. Tað merkir, at minst 82 av teim­ um 130 tinglimunum skulu taka undir við Hamas, og sum er hevur flokkurin 74 sæti í tinginum. Tað er tó ikki óhugsandi, at onkrir óheftir tinglimir fara at stuðla Ham­ as í hesum málinum, skrivar AP úr Ramallah. Í fjør vórðu umleið 115.000 fólk koytd úr komm­­unistaflokkinum í Kina, tí tey høvdu svikað ella framt annað lógarbrot. Tað svarar til tvey prosent av limatalinum, skrivar al­­ menna tíðindastovan Xin­ hua. Í 2004 mistu 24.000 fólk limaskapin í flokkinum, og 15.000 teirra vórðu meldað til løgregluna. Xinhua sigur ikki, hvussu nógvir flokslimir vórðu meldaðir til løgregluna í fjør. Óreiðiligir flokslimir „Jaws“-maðurin deyður Abbas størri vald Fyrrverandi SS- yvirmaðurin Friedrich Engel doyði í síðstu viku. Deyðsfall Árni Joensen fartekst@mail.dk Friedrich Engel var ovasti fyri einari SS-deild, sum avrættaði 59 fólk við Tur­ chino-skarðið nærhendis it­alska býnum Genova tann 19. mai í 1944. Avrættingarnar vóru hevnd fyri, at italskir mótstøðumenn høvdu søkt at einari biohøll, har fimm týskir hermenn doyðu. Í 2002 varð Friedrich Engel ella „Slaktarin úr Gen­ ova“, sum hann bleiv róptur, dømdur sjey ára fongsul fyri drápini í Italia. Dómstólurin í Hamburg kom til ta nið­ ur­støðu, at tað var Enegl, sum hevði ábyrgdina av drápunum, tí hann var ovasti fyri SS-deildini í Genova um tað mundið. Í 2004 bleiv dóm­urin kortini ógildaður, tí týski samveldisdómstólurin helt ikki, at prógvini vóru nóg góð. Friedrich Engel var 97 ára gamal, nú hann doyði. Slaktarin úr Genova deyður Tá tað nývalda pal­ estinska tingið verður tikið í eið leygardagin, verður Palestina fígg­indaland, sig­ur ísraelska stjórnin. Ísraelski herurin mælir til at avbyrgja økið frá umheiminum Ísrael Árni Joensen fartekst@mail.dk Ísraelska stjórnin hevur gjørt greitt, at hon fer ikki at tosa við eina Hamas-stjórn, fyrr enn flokkurin hevur uppfylt tríggjar treytir. Í fyrsta lagi skal Hamas viðurkenna Ísra­ el, í øðrum lagi skal fel­ags­ skapurin gevast við øllum vápn­aðum ágangi, og í triðja lagi skal Hamas laga seg eftir teimum semjum, sum Ísrael og tann fráfarandi palestinska stjórnin hava gjørt. Hamas hevur boðið sær til at lýsa vápnahvíld og at tingast við ísraelsku stjórn­ ina, um so er, at Ísrael tekur seg aftur til markið undan krígnum í 1967. Tað merkir, at Ísrael skal lata palestinum Gaza-geiran og Vestara Áarbakka. Ísraelsk bløð skriva, at stjórnin hjá Ehud Olmert, forsætisráðharra hevur longu lagt ætlanir um, hvat gerast skal, tá Hamas tekur við valdinum. Millum annað skal stjórnin hava samtykt at halda aftur pengunum, sum ísraelska toll- og skattavaldið krevur inn fyri palestinsku myndugleikarnar. Talan er um einar 350 milliónir krónur um mánaðin. Harðligt til verka Men sambært bløðunum hevur ísraelski herurin hug at fara nógv harðligari til verka. Blaðið Yediot Ahronot skrivaði í gjár frá loyniligum keldum í verjumálaráðnum, at fær herurin sín vilja, verða teir palestinsku pol­it­ ikararnir í framtíðini rokn­ aðir sum umboð fyri ein yvirgangsfelagsskap og fáa viðferð sum slíkir. Eitt annað blað, Maariv, skrivaði um vikuskiftið, at herleiðslan hevur mælt stjórnini til at sleppa øllum hugsanum um samband við palestinar. Tvørturímóti skulu teir byrgjast inni. Tað skal millum annað hava við sær, at allir vegir ímillum Ísrael og tey palestinsku økini verða stongdir, og at eingir palestinar sleppa til arbeiðis í Ísrael. Fremmand ferðafólk sleppa heldur ikki um markið. – Vit skulu framhaldandi selja teimum elmegi og mjólk til pinkubørn, um tað vísir seg at vera neyðugt. Men tað er eisini alt, skrivar Maariv frá vælvitandi keld­um í verjuleiðsluni. Blað­ið leggur afturat, at rnda­málið við ætlanini hjá herleiðsluni er at taka beinini undan palestinsku myndugleikunum og at forða fyri, at teir fáa altjóða viðurkenning ella stuðul. Ísrael ætlar at byrgja palestinar inni Ismail Haniyeh verður helst nýggjur palestinskur forsætisráðharri, men ísraelski herurin roknar hann sum umboð fyri ein yvirgangsfelagsskap Mahmoud Abbas