týsdagur 14. februar 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
22
Rógvi tapti
fyri Tromso
Rógvi Jacobsen spældi
á miðvollinum, tá ið
íslendsk felag hansara
spældi fyrsta dystin í La
Manga Cup mánadagin.
Dysturin var ímóti norska
felagnum Tromsø, og
norðmenn vunnu 1-0.
Einasta málið í dystinum
kom eftir ein slakan
tíma. Rógvi spældi
allan dystin, og hesaferð
royndi venjarin hann á
tí sentrala miðvollinum.
Næsti dysturin hjá KR
i La Manga Cup er
hósdagin.
Janus fyri
Christian
Christian Restorff
Mouritsen hevur givid
avbod til venjingarleguna
hjá a-landslidnum i
fótbólti. Tann 19. februar
fer til landsliðið til
Florida, men Manchester
City vil íkki lata Christian
fara við landsliðnum. Tí
hevur Jógvan Martin
Olsen, landsliðsvenjari,
sent boð eftir HB-
verjuspælaranum Janusi
Joensen. Hann er 24 ára
gamal, hevur verið tikin
út til landsliðið áður, men
hevur ikki spælt nakran
skrásettan landsdyst
enn.
Ingi og teir
?
eru í kreppu
Tað gongur illa hjá enska
felagnum Birmingham
í lotuni. Ingi Hojsted
hevur íkki spælt fyri
besta liðið enn, men
liðfelagarnir hjá honum
eru Í tungum sjógvi.
Mánakvoldið spældi
Birmingham í London, og
har vann West Ham 3-0.
Birmingham liggur undir
niðurflytingarstrikuni í
Premier League, og West
Bromwich, sum liggur
frammanfyri teir, hevur
heili seks stig fleiri.
Mourinho
„ . .
i ødini
Venjarin hjå Chelsea,
José Mourinho, var i
ødini, eftir at lidid hjå
honum tapti 3-0 fyri
Middlesbrough um
vikuskiftid. Hetta er
størsta tap hjå Chelsea,
sidani Mourinho kom til
felagid. Verjuspælarin
Carvalho sigur fyri
einum enskum blad, at
Mourinho var i ødini
eftir dystin, og hann
var meira vónbrotin
av hugburðinum hjá
spælarunum enn
tapinum sjálvum.
Chelsea er framvegis
langt fremst í Premier
T eaone
Sjúrður Norðbúð er
nýggjur formaður
í B36, eftir at
Kjartan Mohr ikki
tók við afturvali
á aðalfundinum
mánakvoldið
FÓTBÓLTUR
Eyðun Klakstein
eydunEsosialurin. fo
Mánakvoldið takkaði Kjartan
Mohr fyri seg sum formaður
í B36. Arsaðalfundur var í
B36, og har tók Kjartan ikki
við afturvali. Hann segði, at
tað er blivið alsamt tyngri at
reka eitt fótbóltslið í fremstu
rød.
Maiken Poulsen, sum
hevur verid kassameistari,
tók seg úr nevndini, og fyri
hana og Kjartan vóru valdir
Sosialurin
Sjúrður Norðbúð og Mikkjal
Helmsdal.
Eftir aðalfundin skipaði
nýggja nevndin seg við
Sjúrður Norðbúð sum
formanni. Judith Eysturoy
er næstformaður, Símun
Midjord kassameistari, og
Hannis Egholm skrivari.
Virkin B36?ari
53 ára gamli Sjúrður
Norðbúð hevur verið virkin
í B36 í nógv ár. Sjúrður varð
foddur í Klaksvík, men hann
hevur búð nógv ár í Havn,
umframt at hann eisini hevur
verið uttanlands eitt skifti.
Sjúrður hevur spælt við 1.
deild hjá B36, hann hevur
havt ymisk ábyrgdarstorv í
felagnum, og hann var eisini
dómari í fleiri ár.
Nú skal Sjúrður royna seg
sum formann í B36.
Nr. 32 - 14. februar 2006
B36 fingið nýggjan formann
tt
Foroyameistararnir í B36 hava fingið nýggjan formann, eftir at Kjartan Mohr hevur takkað fyri
seg
B36 hevði hall í
ársroknskapinum
Phoenix-málið
kostaði á pappírinum
883 tkr., og tað merkti
ársroknskapin hjá
annars fíggjarsterka
felagnum
ROKNSKAPUR
Jákup Mork
jakupEsosialurin.fo
Óvanligar kapitalútreiðslur á
883 tkr. merktuársroknskapin
hjá B36.
Fótbóltsfelagið var millum
teirra í Foroyum, sum mistu
munandi peningaupp-
hæddir, tá týska ilogufelagið,
Phoenix, í mars mánaði í fjor
fór av knóranum.
I B36 kundu tey tó
troysta seg við, at staðan
kundi verið munandi verri.
Bara fýra mánaðir undan
húsaganginum hjá Phoenix
valdi B36 nevnliga at taka
635 tkr. heim av tí, sum
stóð á konto í Týsklandi.
Hartil fær felagið 149 tkr. úr
týska garantigrunninum, og
soleiðis hevur felagið hóast
alt fingið 784 tkr. aftur av
milliónini, sum á sinni varð
sett í Phoenix ílaguprógv.
Restin av missinum var
soleiðis bókað rentuinntoka,
sum altso ikki var pappírið
vert, sum hon var skrivað
uppá.
Sjálvur raksturin hjá B36
gav annars eitt lítið yvirskot.
Aðrenn kapitalpostar var
úrslitið positivt við 89 tkr.
Talan er eisini framhaldandi
um eitt sera væl konsoliderað
felag. Eginognin er á seinasta
roknskapinum góðar 4,2 mió
kr.
Sosialin
so eru tit við
38 nýggir
Bl-venjarar
Fótbóltssambandið
hevði um
vikuskiftið seinna
partin av B1-
venjaraskeiðnum,
og heili 38 venjarar
gjøgnumførdu
skeidid hesaferd
FOTBOLTUR
Eydun Klakstein
eydunEsosialurin. fo
Stórur áhugi er fyri at taka
venjaraútbúgvingina hjá
Fótbóltssambandinum,
og um vikuskiftið fóru 38
venjarar igjøgnum fyrsta
partin av B-útbúgvingini.
Skeiðið var hildið í Havn
og á Toftum samstundis,
tí pláss var íkki fyri at
hava allar luttakararnar
á sama staði.
Skeiðsleiðarar í
Eystur-oynni vóru Jóahn
Nielsen, Petur Simonsen
og Hans Mourits
Foldbo. Í Havn vóru Eli
Hentze, Jógvan Martin
Olsen og Bjorn Krog
skeiðsleiðarar.
Skeiðiðini eydnaðust
sera væl og vóru
bæði luttakararnir og
skeiðs-leiðararnir sera
væl nogdir, skrivar
heimasíðan hjá Fótbólts.
sambandinum
21 í Havn
21 venjarar tóku skeiðið
í Havn. Teir vóru: Jan C.
Dam, Jóhannis Joensen
og Laurits í Króki (HB),
Niels Petur Fagraberg,
Regin Fjallsbak og Jóhan
á Mruni (MB), Bjarni
Johannesen, Jacob
Skaaning og Jón Pauli
Olsen (VB), Alexander
Da Silva Braga (FSV
2004), Hans Fróði Hansen
(LIF). Lennard Pedersen,
Jákup L. Stenberg,
Niels Chr. Nielsen,
Jonas Stenberg, Runi
Nolsøe, Bjartur Nolsøe
og Johan M. Stenberg
(AB), Aki Davidsen og
Jåkup Thomsen (B36) og
Samson Neså (GI)
17 å Toftum
i Eysturoynni gjøgnum-
førdu hesi 17 skeidid:
Magni Jarnskor, Svenn
O. Olsen, Hanna Olsen,
Mikael Dalbø, Erling
Jacobsen, Tummas Just-
inussen, Davis Dalbø,
Petur Thomsen, Anton
SkoradalogLisJustinussen
(Gl), Tórur Djurhuus,
Arnfinn Langgaard og
Jonhard Hansen (NS),
Jón Simonsen (IF) og
Alexander Djordjevic,