týsdagur 14. februar 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 32 - 14. februar 2006
21
Føroyskur fóbóltur
er á einum
vegamóti, sigur
Birgir Enghamar,
nú hann stillar upp
til formansvalið í
FSF. Hann heldur,
at verður ikki nakað
munagott gjørt fyri
at ganga feløgunum
á møti, megna fleiri
av hesum ikki at hóra
undan í longdini
FSF-val
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Higartil hevur hann ikki
vilja sagt tað stóra um
sínar ætlanir, um Birgir
Enghamar verður nýggjur
fótbóltsbossur í Føroyum.
– Eg havi havt ymsar
viðmerkingar og fyri-
spurningar
á
teimum
fundum, sum vit hava havt
við feløgini. Og eg havi eisini
prátað við nógvar av teimum
formonnum, sum sita í ymsu
feløgunum kring landið. Tí
vita hesi, hvørji ting eg ætli
mær at gjøgnumføra, sigur
Birgir, sum ikki er sinnaður
at reka nakað valstríð í
fjølmiðlunum.
Vil lætta um byrðuna
Tað stendur tó fast, at
ein av aðalsetningunum
hjá manninum, sum fyri
stuttum var formaður í HB,
er at lætta um tað stóru
arbeiðsbyrðuna, sum liggur
á nógvum feløgum kring
landið.
– Mínar royndir í fimm
ár sum HB-formaður vísa,
at føroyskur fótbóltur er um
at koma á eitt vegamót. Tað
gerst alt meira trupult at fáa
fólk at taka við ábyrgd í ymsu
feløgunum. Feløgini hava
fingið eitt hav av formligum
krøvum oman yvir seg, og
tí er arbeiðsbyrðan í nógvar
mátar vorðin alt ov stór. Tað
er væl eisini ein orsøk til, at
so nógvir formenn kring
landið hava kastað frá sær
seinastu heilt fáu árini, sigur
Birgir.
– Sjálvandi veit eg, at tað er
UEFA, sum setir hesi krøv.
Og verða treytirnar ikki
loknar, vil tað sjálvandi hava
avleiðingar fyri øll feløg.
– Men eg haldi, at hetta
er ein støða, sum føroyskur
fótbóltur má arbeiða saman
um fyri at loysa. Og tí havi
eg eisini sagt, at FSF má
hyggja alvorliga eftir, um
tað á nakran hátt ber til at
lætta um hjá feløgunum.
Møguliga við at lata eina
upphædd, sum skal vera
oyramerkt til fyrisitingarliga
arbeiðið hjá feløgunum.
Býtislutfallið á
inntøkunum
Hesir tankar um fíggjarligan
stuðul, eru eisini nakað, sum
Birgir hevur hug at teingja at
fíggjarstøðuni hjá FSF.
– Eg skal ikki siga, at FSF
hevur ov nógvar pengar at
arbeiða við. Men eg haldi
heilt avgjørt, at somu pengar
í nøkrum førum kundu verið
nýttir skilabetri. Eitt nú haldi
eg tað vera púrasta burturvið,
at ferðalagið til Fraklands
og Týskland skal telja alla
nevndina umframt nakrar
persónar, sum tú soleiðis
vilt geva eitt heraklapp. Tað
er alla æru vert, at persónar,
sum hava gjørt eitt stórt
arbeiði, onkursvegna fáa
rós fyri hetta. Men at luta
dýrar ferðir burtur á hendan
hátt haldi eg ikki vera rætti
mátin.
Tað hevur eisini ljóðað, at
tú hevur sett spurnartekin
við tað skilagóða í at nýta
so stóra fíggjarorku til yngru
landsliðini. Er hetta eisini
nakað, sum tú ætlar at hyggja
nærri at, um tú verður valdur
leygardagin?
– Lat meg fyrst og fremst
siga, at eg eri ikki eitt sekund
í iva um, at ítróttarliga er tað
einasta rætta hjá Føroyum,
at aktiviteturin við yngru
landsliðunum er so stórur,
sum tað á nakran hátt ber
til.
– Hinvegin havi eg sett
nøkur spurnartekin, nú
tosað verður um at arbeiða
við einum U-21 landsliði.
Ítróttarliga er eingin ivi
um, at hetta er rætta leiðin
at ganga. Men eitt slíkt
arbeiði skal eisini betalast.
Og tann kostnaðurin verður
ikki minni, nú U-21 lið og
A-landslið ikki eru partur av
sama lutakasti. Tað er hesum
viðvíkjandi, at eg havi sett
míni spurnartekin. Snøgt
sagt haldi eg, at peningurin
til hetta møguliga kundi verið
betri nýttur aðrastaðni innan
føroyskan fótbólt. Eitt nú við
fyrisitingarligum stuðuli
til feløgini. Sjálvandi er
landsliðsarbeiðið flaggskipið
hjá FSF, og eitt vælvirkandi
landsliðsarbeiði má eisini
vera ein av aðaltættunum í
felagsskapinum. Men enn
meira týdningarmikið er, at
feløgini kring landið virkað á
rættan hátt. Klára hesi ikki at
fylgja við, so er lítil meining
í restini av arbeiðinum.
Umsitingin
má spæla við
At enda staðfestir Birgir
Enghamar, at eftir hansara
tykki eigur umsitingin í
Fótbóltssambandinum í
nógv størri mun at vera ein
viðspælari hjá feløgunum,
heldur enn ein mótspælari.
– Mín meining um hetta er
í øllum førum, at umsitingin
er til fyri feløgini. Tað má
og skal vera ein greiður
hugburður um, at umsitingin
skal arbeiða fyri feløgini.
Tað má ikki verða so, at
umsitingarliga valdið á
føroyskan fótbólt verður ov
stórt, og tað haldi eg, at tað
hevur hug at vera til tíðir.
Tvørtur ímóti, so mugu tað
vera orð sum gjøgnumskygni
og opinleiki, sum eyðkenna
hetta arbeiðið, staðfestir
kanska komandi formaðurin
at enda.
TB vann tryggan
sigur, tá SÍ vitjaði.
Og í botninum av
kvinnudeildini er
Mjølnir nú niðasta
liðið
Flogbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Sørvágskvinnurnar tykjast
fullkomuliga at hava mist
luftina, nú endaspurturin
í flogbóltskappingini av
álvara skal setast inn.
Seinastu tvær vikurnar er
annað plássið, sum tær
hava sitið á gjøgnum størsta
partin av kappingarárinum,
broytt til eitt fjórða pláss. Og
sunnudagin fingu tær enn
eina staðfesting av, at tað
verður sera trupult at røkka
heiðursmerkjum.
Í Trongisvági var nevnliga
eingin ivi, tá SÍ var á vitjan.
TB vann ein tryggan 3-0
sigur, sum at kalla ongan
tíð var í ítøkiligum vanda.
Sigurin ber við sær, at TB nú
er hampuliga trygt á øðrum
plássi í landskappingini.
í botninum av talvuni var
eisini uppgerð, tá Mjølnir
var á vitjan hjá KÍF. Her
fekk KÍF eitt bjargingarbelti,
tá tær fyri tveimum vikum
síðani bastu SÍ, og tær syrgdu
eisini fyri, at Mjølnir nú er
niðasta liðið í deildini. Talan
var tó um ein sera javnan og
spennandi dyst, har fimm
sett skuldu til, áðrenn ein
vinnari var funnin. Mjølnir
tóktist annars hava vissað
sær tað so týdningarmikla
sálarliga yvirtakið, tá tær nær
sagt knústu alla mótstøðu
til viks í fjórða settinum.
Men munurin var tó ikki
meira enn so, at Dráttur tók
fimta og avgerandi setti eins
trygt.
Hjá monnum varð ein
dystur spældur mánakvøldið.
Her eydnaðist ÍF at vinna eitt
sett, tá Fleyr var á vitjan,
men nóg mikið til veruliga
at hótta oddaliðið var hetta
tó ikki. Her er Fleyr enn
einsamalt á odda, men
SÍ kann tó hótta, um teir
raka rætta formin seinastu
týdningarmiklu dystirnar.
Úrslit
Meistaradeild kvinnur
KÍF-Mjølnir
3-2 (22-
25, 25-22, 26-24, 11-25,
15-7)
TB-SÍ
3-0 (25-21, 25-18,
25-21)
Meistaradeild menn
ÍF-Fleyr 1-3 (18-25, 22-25,
27-25, 13-25)
TB væl fyri í silvurstríðnum
Feløgini orka ikki meira
– Tað er væl eisini ein orsøk til, at so nógvir formenn kring landið hava kastað frá sær seinastu
heilt fáu árini, sigur Birgir Enghamar, sum leygardagin skal kappast við verandi formannin um
føroysku fótbóltsatkvøðurnar
Flogbóltsstøður – Meistaradeild, kvinnur
v
t
+/-
d
v
-
t
sett
sett
sett
stig
1 Dráttur
16
15
-
1
47
19
28
20
2 TB
16
9
-
7
34
23
11
14
3 ÍF
16
9
-
7
36
28
8
12
4 SÍ
16
9
-
7
34
31
3
11
5 KÍF
16
3
-
13
18
42
-24
5
6 Mjølnir
16
3
-
13
17
43
-26
4
Meistaradeild, menn
v
t
+/-
d
v
-
t
sett
sett
sett
stig
1 Fleyr 13
11
-
2
35
15
20
15
2 SÍ
11
8
-
3
27
14
13
10
3 Mjølnir
12
7
-
5
27
16
11
10
4 ÍF
12
4
-
8
18
26
-8
5
5 Nøvan 12
0
-
12
0
36
-36
0
TB-SÍ
Við greiða sigrinum á SÍ
staðfesti TB, at tær eru heilt
væl fyri, nú steypafinala
og endaspurtur standa fyri
framman Mynd: Áki