Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-14, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. februar 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 32 - 14. februar 2006 Nr. 32 • týsdagur • 14. februar 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo almannastovan@almannastovan.fo www.almannastovan.fo Ráðgevin verður partur av einum stovni, ið alla tíðina má tillaga seg broytingar í samfelagnum og taka við avbjóðingunum, sum líggja í tíðini og framtíðini. Starvið umfatar í høvuðsheitinum ráðgeving og vegleiðing til familjur, ið hava børn og ung, ið bera brek, umframt samstarv við aðrar fakbólkar. Starvið verður sett og lønt sam- bært sáttmála millum Fíggjarmála- ráðið og avvarðandi fakfelag. Vit sóknast eftir einum sosial- ráðgeva ella fólki við aðrari hóskandi útbúgving, sum hevur hug og evni at arbeiða við børnum, ið bera brek og familjum teirra. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur viðkomandi eftirútbúgv- ing. Vit ynskja at tú hevur góðan kunnleika til sosiallóggávu og almenna fyrisiting, royndir í sosialum arbeiði, evni og vilja at samstarva og arbeiða tvørfakligt, evni at arbeiða við heildarloysnum, evni at orða teg munnliga og skrivliga og góðan telduførleika. Fleiri upplýsningar um starvið fáast við at venda sær til Oyvind av Skarði, deildar- leiðara á telefon 35 35 10. Skrivlig umsókn skal verða Almannastovuni í hendi í seinasta lagi 27. februar 2006, kl. 9.00 Send umsóknina til: Almannastovuna Smyrilsvegur 20 Postboks 3096 110 Tórshavn. Serdeildin fyri børn og ung er deild á Almannas- tovuni, sum veitir ráðgeving um alt landið og arbeiðir í tøttum samstarvi við økisdeildirnar, og við stuðulsskipanina fyri børn. Starvsøkið hjá deildini fevnir um ráðgeving til børn og ung við skerdum førleika og familjum teirra, viðgerð av umsóknum um stuðul og hjálpartiltøk og samstarv við aðrar stovnar, sum veita tænastur til fólk við breki og annað. Á Almannastovuni virka vit miðvíst fyri at lúka krøvini frá politiska myndugleikanum og viðskifta- fólkunum. Dentur verður lagdur á høgt tænastu- støði, rættartrygdina og virðingina fyri einstaklingi- num, eins og virkað verður fyri áhaldandi at menna førleikan, trivnaðin og samstarvið á stovninum. Almannastovan søkir ráðgeva til Serdeildina fyri børn og ung K R E A . F O . TEL 47 80 80 Olympisku vetrarleikirnir í Torino í Italia byrjaðu við einari fantastiskar hátíð fríggjakvøldið. Síðani hevur verið kappast dúgliga í teimum ymsur ítróttargreinunum OL Inna Tørnroos inna@sosialurin.fo 80 lond eru umboðað í Olympisku vetrarleikunum, og samanlagt eru tað 2.663 íðkarar, sum kappast í 84 ymiskum greinum. Øll norðanlond eru umboðað. Svøríki, Norra og Finland hava nógvar luttakarar. Danmark er eisini við, men bara við einum liði í curling. Norra hevur longu víst sína dygdir og hevur vunnið heili átta heiðursmerki. Eitt gull, trý silvur og fýra bronsu heiðursmerki. USA er fremsta land í heiðursmerkjstríðnum við fýra gull og tvey silvur heiðursmerki. Fyrsta gullið Tað var sunnukvøldið, at Norra vann fyrsta gullið, og tað eydnaðist, tá ið Lars Bystøl hoppaði heilar 103.5 metrar í bakkahoppinum. Nummar tvey bleiv finlendingurin Matti Hautamæki, og nummar trý gjørdist ein annar norðmaður, Roar Ljøkesøy. Annars var tað ein annar norðmaður, sum stóð fyri einum bragdi sunnu- dagin. Skíin hjá Frode Estil brotnaði í startinum í jaktstart-kappingini í langrenn. Hann fekk skjótt eina nýggja skí, men misti minst ein minutt. Hóast hetta kempaði hann seg gjøgnum teir 30 kilometrarnar og endaði sum nummar tvey við tíðini 1.17.01. Russin Jevgenij Dementiev vann. Kwan kemur ikki Ein tann størsta stjørnan í OL skuldi verið amerikanska ísprinsessan Michell Kwan. Hon hevur ivast leingi, um hon skuldi taka lut, tí hon hevur ein skaða í lærinum. Nú hevur hon tikið avgerðina ikki koma til Torino at kappast, og sigur sjálv at hetta er torførasta avgerð, hon nakrantíð hevur tikið. Ísdansurin hevur allíkavæl verði stak áhugaverdur at hyggja at við dugnaligum íðkarum. Í gjárkvøldið hildu áskoðararnir ondini, tá ið kinesiska parið Dan Zhang og Hao Zhang gjørdu eitt torført nummar, og Dan misti Hao sum datt niður á ísin og sá út til at hava meitt seg álvarsliga. Hon reistist tó aftur og endaði við at vinna fyrsta silvur- heiðursmerki hjá Kina í skoyting. Higartil sær tað út sum um at fyrireikarirnir í Torino fara at náa sítt mál, tá tað kemur til áskoðarar. 750 000 atgongumerki eru seld og gevur tað 63,5 miljónir euro, sum er nær við tær 64 miljónir, ið fyrireikarirnir hava sett sær fyri at selja. Nøkur av atgongumerkini er selt á útsølu til skúlabørn og onnur, sum nú sleppa at hyggja at ítróttargreinum, sum ikki hava so nógvar áskoðarar. Danmark tapti Dansku damurnar í curling byrjaðu OL við at tapa móti Englandi. Úrslitið bleiv 2-3 til olympisku meistararnar England.  Hetta var erguligt, vit skuldu havt spælt meira offensivt, sigur Dorte Holm, sum er skiparið á liðnum. Í dag skal Danmark dystast við Italia. Sjónvarp Føroya sendur frá OL hvønn dag millum 8.30 og 16.00 um dagin. Teir samsenda við NRK. Ísdansurin gongur lystiliga Kinesiska parið á ísinum royndi seg við einum sera torførum kastið, og tað mundi endað galið