týsdagur 14. februar 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 32 - 14. februar 2006
19
Lodnan fer so nær
fram við Suðurland
inum í Íslandi, at
skipini royna heilt
inni ímóti sandinum,
tá ið veðrið er gott. Í
gjár noyddist Krún
borg at seta enda á
Christian í Grótinum,
so hann ikki endaði
uppi á landi
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað var gott veður, men
stór alda, tá ið nótaskipið,
Christian í Grótinum, í gjár
mundi endað uppi á landi
undir Íslandi.
Lodnan fer nevniliga so
nær fram við Suðurlandinum
í hesum døgum, at skipini
royna heilt inn ímóti landi.
Eyðun Rasmussen á skriv
stovuni hjá Christiani í Grót
inum í Klaksvík sigur, at
okkurt bleiv áfatt við weirin
um hjá skipinum, meðan teir
vóru rættiliga nær landi.
– Veðrið var gott og eingin
vindur, men stór alda var
fram við landinum, har skip
ini royndu.
Sum Sosialurin hevur
skilt, noyddist nótaskipið,
Krúnborg, at seta enda á
Christian í Grótinum, og
hála skipið út frá aftur.
Eyðun Rasmussen heldur
ikki, at nakar vandi var á
ferð hjá skipi og manning.
– Lodnan gongur so nær,
at ógjørligt er at fara eftir
henni, tá ið álandsvindur
er.
Eyðun sigur, at Christian
í Grótinum er á øðrum
túrinum á lodnuveiði undir
Íslandi, og tann fyrra túrin
høvdu teir 2.000 tons.
– Norðborg hevur gjørt
tveir túrar. Tann fyrra land
aðu teir í Íslandi og hin
seinna í Føroyum. Teir høvdu
fult skip báðar túrarnar, eini
2300-2400 tons hvønn túrin,
sigur Eyðun Rasmussen.
Norðborg er nú á svart
kjaftaveiði.
Lodnukvotan er lítil. Skip
ini eiga smá 4.000 tons í
part.
Christian í Grótinum
mundi rikið á land
Christian í Grótinum er á øðrum túrinum á lodnuveiði undir Íslandi
Mynd: Vilmund Jacobsen
Tummas Christoph
ersen, reiðari, sigur,
at Vestmenningur
og Fram skulu
leingjast 7,5 metrar,
og arbeiðið skal
gerast á Tórshavnar
Skipasmiðju
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Reiðaríið, sum eigur partrol
ararnar, Vestmenning og
Fram, sum eru fyrrverandi
Hádegisklettur og Stígar
klettur, hevur gjørt avtalu
við Tórshavnar Skipasmiðju
um at leingja trolararnar.
Reiðarin, Tummas Christ
ophersen, sigur við Sosialin,
at fleiri orsøkir eru til, at
teir hava avgjørt av leingja
skipini.
– Skipini taka ov lítið, og
eisini ætla vit okkum at veiða
gulllaks við skipunum.
Reiðariið hevur nevniliga
gjørt avtalu við JFK-Trol
um at brúka kvoturnar hjá
Sjúrðabergi og Sundabergi.
– Vit taka hetta stigið fyri
at hava fleiri bein at standa
á, sigur Tummas.
Ætlanin er eisini at gera
aðrar broytingar umborð
á skipunum, og tilsamans
verður talan um eina samlaða
íløgu upp á einar 14 miljónir
krónur.
Reiðarin sigur, at tað hev
ur gingið rímiliga væl hjá
felagnum, og tí sær felagið
seg ført fyri at gera hesa
íløgu, sum eisini kemur at
geva skipinum størri og betri
møguleikar.
Tummas Christophersen
væntar, at skipini koma at
liggja ein mánaða ella so.
– Skipini skulu takast
upp fyrst í apríl, og longu
ein mánaða seinni skulu tey
verða klár at fara aftur til
fiskiskap.
Reiðarin sigur, at Tórs
havnar Skipasmiðja longu
er farin undir at gera sek
tiónirnar, sum skulu setast
upp í skipini.
Vestmenningur og
Fram skulu leingjast
Mynd: Vilmund Jacobsen