týsdagur 14. februar 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Gamalt er, at fiski
maðurin sjáldan er
ráðaleysur, og tað er
hann eftir øllum at
døma heldur ikki, tá
ið lógir og kunngerðir
eru honum til bága.
Menn hava funnið út
av, at tað ongastaðni
stendur í lógini um
vinnuligan fiskiskap,
nær fiskur skal um
uppboðssølu, og tí
verður smáur upsi
nú innfrystur á
Kollafjord Pelagic
– og ikki seldur um
uppboðssølu, fyrr
enn hann verður
avskipaður
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í grein á vinnusíðunum í
síðstu viku skrivaðu vit,
at lógin um útflutning av
óvirkaðum fiski er broytt
við fiskapakkanum, soleiðis
at fiskur, sum verður keypt
ur um uppboðssølu og inn
frystur til útflutnings, skal
avskipast aftur innan eina
viku. Men í fyrsta lagi er tað
galdandi, at allur fiskur, sum
fer óvirkaður av landinum,
skal bjóðast út á uppboðs
sølu í Føroyum.
Tað var um hesa tíðina í
fjør, at sølufeløg og reiðaríir
lótu smáan upsa frysta, sum
seinni varð seldur á russiska
marknaðinum. Prísurin fyri
fiskin var lutfalsliga góður,
og hetta var viðvirkandi til,
at góði upsafiskiskapurin
ikki ”sprongdi” føroyska
fiskamarknaðin.
Prísirnir fella
Nú eru vit aftur í bestu upsa
tíð, og nógvur fiskur er at
fáa. Skipini sigla til lands full
undir lúkurnar. Prísirnir eru
falnir, og eingin veit, hvussu
langt niður teir kunnu fara.
”Ventilurin” í fjør vár var,
at Fiskimálaráðið gav loyvi
til at avhøvda og innfrysta
smáan upsa umborð á russ
iskum skipum, sum lógu við
føroyskan bryggjukant kring
landið.
Fiskimálaráðið vil ikki
geva fiskaseljarum ella reiða
ríum loyvi til at innfrysta
upsa umborð á russiskum
skipum í vár.
Ein annar møguleiki kundi
verið, at loyvi varð givið til
at frysta fisk á goymslunum,
sum eru kring landið.
Men fólk í vinnuni, sum
kenna lógina, siga, at hesin
møguleiki er nógv skerdur
við broytingunum, sum
komu við fiskapakkanum.
Sambært hesum, skal fiskur,
sum fer óvirkaður av land
inum, avskipast innan eina
viku, og tað metir vinnan
sum ein trupulleika, tí torført
kann vera at fáa neyðugu
nøgdirnar til avskipingar
upp á so stutta tíð.
Ikki ráðaleysir
Gamalt er, at fiskimaðurin
sjáldan er ráðaleysur, og
tað er hann eftir øllum at
døma heldur ikki í hesum
førinum.
Sosialurin hevur tosað
við keldur, sum vita at siga,
at hóast nevndu forðing í
lógini, verður smáur upsi í
løtuni frystur til útflutnings
á virkinum hjá Kollafjord
Pelagic.
Menn hava funnið út av,
at tað ongastaðni stendur í
lógini, nær fiskur skal um
uppboðssølu, og tí verður
smái upsin, sum nú verður
innfrystur, ikki seldur um
uppboðssølu, fyrr enn hann
verður avskipaður.
– Tað vísir seg, at lógar
smíð ofta hevur til endamáls
at minka um møguleikarnar
hjá vinnuni heldur enn at
fremja møguleikar. Soleið
is kann tað tykjast, sum um
vit alla tíðina hava myndug
leikarnar ímóti okkum.
Keldur í vinnuni halda, at
tá ið myndugleikarnir smíða
lógir og kunngerðir, eru við
urskiftini ofta ikki nóg væl
gjøgnumhugsað, og tí er lóg
arverkið líka so ofta ein bági
sum fyrimunur.
– Lógarverkið kann sakt
ans virka væl nakrar mánaðir
av árinum, meðan tað ikki
er egnað, tá ið umstøðurnar
broytast.
Keldurnar vísa á, at várið
er besta fiskitíð til upsa, og
nú torført er at finna ein
”ventil”, sum kann taka
ringasta trýstið, kunnu vit
vænta, at upsaprísurin fer
nógv longur niður, enn neyð
ugt er.
Sosialurin hevur eisini tos
að við upsavirkir, sum sakt
ans kundu arbeitt við einari
vakt aftrat fyri at fáa meira
fisk undan, men hesi virkir
fáa ikki fólk til meira enn ta
einu vaktina.
Upsin smáur
Undanfarin ár hava fiski
menn og fiskakeyparar
gramt seg um, at upsin er
so smáur. Men seinastu mán
aðirnar er staðfest, at upsin
aftur hevur verið væl frægari
til støddar. Nú er fiskurin
smærri aftur, tó at hann enn
ikki er so smáur, sum hann
var, tá ið hann var smæstur.
Støddin á upsanum hevur
eisini stóran týdning fyri prís
in, tí stórur fiskur er bíligari
at arbeiða enn tann smái.
Fiskurin gýtir í februar
og mars, men longu fyri
gýtingina, plagar úrtøkan av
versna, og soleiðis er eisini
í ár.
Í fleiri ár hava menn undr
að seg yvir, hvar tann stóri
fiskurin er, nú so nógv er
til av upsa. Fiskimenn hava
eisini hildið, at mynstrið
er broytt, soleiðis at upsin
gýtir fyrri, enn hann áður
gjørdi. Teir hava staðfest,
at sjálvt tann smái fiskurin
er fullur við rognum, og
tí hava teir eisini hildið,
at náttúruviðurskifti eru
broytt.
– Eg tosaði við Fiskirann
sóknarstovuna um hesi viður
skifti í fjør, men har hildu
tey, at orsøkin er ikki, at
fiskurin gýtir fyri búning.
Heldur er tað so, søgdu tey,
at fiskurin veksur seinni, nú
so nógv er til.
Fiskimenn halda tó ikki,
at upsin er rakari, enn hann
vanliga plagar at verða.
– Niðurstøðan er tí, at tað
er ikki alt í náttúruni, sum
vit skilja so væl – ei heldur
eru vit før fyri at seta orð tær
broytingar, vit halda okkum
síggja, siga teir.
Eingin samanburður
Í januar fingu skipini væl av
stórum upsa, og fiskurin var
størri, enn hann hevði verið
undanfarin ár.
– Eg vil siga, at tað hevur
eingin smáur fiskur verið
seinastu mánaðirnar, men
nú er hann smærri aftur, tó
at hann ikki er so smáur, sum
hann hevur verið.
Upsin, sum trolararnir fáa
í dag, kann tó ikki samanber
ast við fiskin, sum fingin
varð, tá ið umstøðurnar í
sínari tíð vóru vanligar.
– Tá var upsin ofta yvir
vaksin, soleiðis at hann
ikki fekst ígjøgnum vanligu
maskinurnar. Í dag er talið
av upsa á havinum helst fýra
ferðir so stórt, men fiskurin
kann als ikki samanberast í
stødd.
Keldur siga eisini, at í
Íslandi er lítil og eingin
upsi.
Smáur upsi verður
frystur í Kollafirði
Nr. 32 - 14. februar 2006
18
Rættiliga nógvur upsi er at fáa, og skip sigla til lands full undir lúkurnar
Mynd: Vilmund Jacobsen
– Tá ið myndugleikarnir smíða lógir og
kunngerðir, eru viðurskiftini ofta ikki nóg
væl gjøgnumhugsað, og tí er lógarverkið
líka so ofta ein bági sum fyrimunur, siga
keldur í vinnuni
Mynd: Jens Kr. Vang