týsdagur 14. februar 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Umboð fyri íslendsk
ar orkumyndugleikar
væl nøgd við kunning
um føroyska olju
tilgongd
Orkumál
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Myndir: Jens K. Vang
Herfyri vóru fimm umboð
fyri íslendskar orkumynd
ugleikar í Føroyum fyri
at kunna seg um føroysku
oljutilgongdina her serstak
liga um, hvussu vit hava
skipað loyvisumførini, og
hvussu vit annars hava skip
að okkum á teimum ymsu
umráðunum, sum hava til
knýti til oljuleiting.
Í hesum sambandi varð
seminar hildið fyri íslendsku
gestunum, har umboð fyri
nógvar ymsar tættir innan
vinnu og almennar stovnar
hildu fyrilestur. – Hetta
var eitt sera væleydnað til
tak og vórðu íslendingar
einki minni enn ovfarnir av,
hvussu væl tað hevur verið
skipað fyri í allari okkara
oljutilgongd sigur Súsanna
Sørensen, tíðindastjóri hjá
Jarðfeingi (fyrr Oljufyri
sitingini, blaðm.) Hon sigur,
at íslendingarnir, sum sjálvir
eru í ferð við at fyrireika
fyrstu leitirunduna, róstu
teimum mongu fólkunum,
sum hava lagt lunnar undir
føroysku oljutilgongdini
tað veri seg í lógarsmíði og
øðrum tættum í tilgongd
ini.
Súsanna Sørensen legg ur
aftrat, at eisini tey og umboð
fyri ymsar føroyskar mynd
ugleikar fingu nógv burtur
úr teimum báðum døgunum
tey vóru saman. – Vit fingu
eitt sera gott og neyvt innlit
í íslendska orkulógg ávu og
annars orkustøðu og orku
tilgongd í íslendska sam
felagnum sum heild. Herí
millum liberaliseringini,
sum er farin fram har.
Henda vitan hevur nógv at
siga fyri okkum, sum eru í
ferð við at gera eitt nú eina
elveitingarlógg ávu. Súsanna
Sørensen sigur, at íslendska
vitjanin hevur verið bæði
íslendingum og okkum sjálv
um til stórt gagn.
Íslendingar brúka
Føroyar sum fyrimynd
Nógv kom burtur úr felags kunningini um føroysku oljutilgongdina og íslendsku orkustøðuna
Íslendingar og føroyingar á skúlabonki í Jarðfeingi (fyrr. Oljufyrisitingini, blaðm.)
Nr. 32 - 14. februar 2006
17