týsdagur 14. februar 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Umboð fyri føroyskar
myndugleikar og
oljufelagið Statoil,
sum stendur fyri
boring í summar
hittust á fundi í
farnu viku at viðgera
komandi boring
Oljuboring
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen
Nú eru minni enn fimm
mánaðir til fyrstu boringina
á basaltinum inni á føroyska
landgrunninum. Í hesum
sambandi var startskot lat
ið av í Havn í vikuni, tá
umboð fyri nógvar stovnar
og fyritstøðufelagið Statoil
møttust. Talan var um ein
sokallaðan ”Kickof ” fund,
har sett verður út í kortið
Í sambandi við eina boring
sum hesa verða mong krøv
sett til bæði fyristøðufelagið
og ymsu myndugleikarnar,
sum hava eitthvørt tilknýti til
boringina eitt nú viðvíkjandi
umhvørvi, heilsu og trygd
osfr. Fyristøðufelagið skal
lata lata inn eina umsòkn,
har hesi mongu krøv eru
eftirlíkað. Nógvir føroyskir
myndugleikar eru partur av
hesi tilgongdini og fyri at
alt kann vera uppá pláss hjá
Statoil skal felagið í seinasta
lagið tríggjar mánaðir undan
sjálvari boringini lata inn
umsókn.
Millum stovnarnar, sum
vóru við á fundinum hós
dagin, vóru Jarðfeingi
(tað er nýggja navnið á
Oljufyrisitingini, blaðm.),
løgreglan, Heilsufrøðiliga
Starvsstovan, sjúkrahús,
landslækni, arbeiðseftirlit,
apoteksverk, flogvøllur o.o.
Eisini vóru umboð fyri bori
felagið Stena við á fundin
um.
Rúni Hansen, stjóri í Stat
oil sigur, at talan var um
ein kunnandi fund, har teir
ymsu partarnir løgdu fram
ymsu krøvini og ynskini
til ta komandi boringina.
Hjá Statoil hava tey úr at
gera í hesum døgum og fer
virksemi at økjast sohvørt,
eitt nú tá tilboð til sáttmálar
skulu út.
Miðjað verður ímóti at
seta borin í undirgrundina
í juli.
Startskot til oljuboring
Oddafólk frá Stena borifelagnum vórðu eisini við
Umboð fyri føroyskar stovnar, sum hava eitthvørt tilknýti til eina komandi oljuboring hittast á Hafnia
Millum umboðini fólk
frá Heilsufrøðiligu
Starvssstovuni og
flogvøllinum í Vágum
Nr. 32 - 14. februar 2006
16