Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. februar 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 33 - 15. februar 2006 Týsdagin fingu tríggir ungir havnarmenn í glastrevjabátinum, Havfrúnni, ein hemara, sum vigaði 330 pund, hetta er størsti hemarin í hemarakappingini higartil Veiða Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Týsdagin fyrrapart fóru tríggj­ar mans við glas­trevja­ bátinum Havfrúnni av Havn­­ini og settu tráðurnar út utt­an fyri Kirkjubø um 11-tíðina, og tríggjar tímar seinni beit hemarin á. Tað tók teimum ein góðan tíma at fáa hemarin, ið vigaði 330 pund og var 2,45 m langur, inn í bátin. Hóast tráðurnar eru gjørd­ ar til endamálið, er tað ikki bara sum at siga tað at fáa ein so stóran hemara inn í bátin. Hesin er tann størsti hemarin í hemarakappingini higartil. Hugskotið til hemara­ kapp­­­ingina, sum byrjaði hálv­an november í fjør, eig­ ur Magni Blástein í Vest­ manna, ið eisini stendur fyri kappingini, sum endar 1. mars 2006. Tann, sum hevur fingið tann størsta hemarin í hesum tíðarskeiðnum, fær høv­uðsvinningin, sum er ein bjargingarbátur frá Trygg­ingarfelagnum Før­ oyar. Annar vinningur er eitt gávukort upp á 1.000 frá Jógvan Weihe, sum selur útgerðina til hem­ara­ fiskiskapin. Hósdagin klokkan 15 letur Hilmar J. Højgaard upp máln­ ingaframsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði. Hetta er fyrstu ferð, at Hilm­ar hevur framsýning í Fuglafirði, men nýggjur í listar­høpi er hann tó ikki. Eitt nú var hann seinasta ár í Íslandi, eins og hann seinni í ár fer at hava fram­ sýningar á Gallerí Jinx í Havn og í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Talan er um á leið 20 acryl-málningar, sum taka støði í føroysku náttúruni, har ljósið, menniskjan, før­ oyski báturin o.a. verða av­mynd­að. Framsýningin er opin til mikudagin 8. mars. Opið er mána- til fríggjadag frá 15.00 til 17.30. Leygardagar er opið frá 11 til 15. -mørk Acryl í Ribarhúsi Størsti hemarin higartil í kappingini Teir tríggir sum fingu størsta hemarin í hemarakappingini higartil, f.v.: Pætur Johansen, Martin Restorff og Allan Bjarnason Mynd: Jens Kristian Vang k www. sosialurin.fo Altíð tað nýggjasta