Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-15, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. februar 2006síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 33 - 15. februar 2006  Føroyski songfugl­ urin Jógvan Hansen skal nú leygarkvøldið vera við í íslendska Melodi Grand Prix­ num. Jógvan skal syngja kór í sanginum »fiað sem verður« Tónleikur Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Komandi leygarkvøld er ís­lendska Melodi Grand Prixið á skránni. Jógvan Hansen, ið vit vanliga kenna úr føroysku tónleikabólkunum: Aria og Kular Røtur, skal nú á pall sum kórsagnari í íslendska Grand Prixnum. Ein vinkona Jógvans, Lára Unnur Ægisdóttir, hevur skrivað lagið, og Hallgrímur Óskarss on hevur skrivað tekstin. Sum skilst var tað upprunaliga Jógvan sjálvur, ið skuldi syngja sangin, men av tí at sangirnir skulu vera á íslendskum, valdu tey heldur at fáa ein íslending at syngja. So leygarkvøldið verður tað Friðrik Ómar Hjörleifss on, ið stendur á odda sum forsangari. Sangurin ‘fiað sem verður’ er ein av teimum 24, ið varð valdur út av fyrstan tíð millum tey 226 løgini, ið komu inn. Nú eru so bert 14 sagnir eftir íkappingini, sum nú leygarkvøldið skulu dystast í finalu. Vinnarin í finaluni skal síðan umboða Ísland í Evropeiska Melodi Grand Prixnum, ið verður í Athen 18 mai 2006. Tey, ið ynskja at fylgja við í íslendsku Grand Prix finaluni, kunnu klikkja seg inn á heimasíðuna www. eurovision.is. &’ROYA"ANKIOG4RYGDYNSKJA34¶& HJARTALIGATILLUKKUVI¦STEYPINUM 4ILLUKKU Jógvan Hansen í íslendska Grand Prix’num Jógvan Hansen verður partur av eini framførslu, nú íslendska tónleikagrand- prix’ið stendur á skránni Steinbjørn B. Jacob­ sen og Bergtóra Han­usardóttir bera fram hugleiðingar, nú Hafnia Lounge verður karmur um bókacafé í komandi viku bókacafé Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Bókacaféin verður 22. februar kl. 20, og verður tað Steinbjørn B. Jacobsen, sum leggur fyri, tá hann fer at lesa úr og hugleiða um bókina, Grund 2. Seinni á kvøldinum fer Bergtóra Hanusardóttir hug­ leiðir um sambandið millum søgu- og skaldsøguskriving, umframt at lesa okkurt brot burtur úr nýggjum. Eftir hetta fara umboð fyri Landsbókasavnið at greiða frá teirra virksemi. Bókacafé á Hafnia Týsdagin fingu børn í Suðuroynni vitjan av Barnaútvarpinum. Børnini sungu og kvóðu fyri gestunum, ið sjálvsagt høvdu mikrofonina klára Útvarp Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Barnaútvarpið vitjaði týs­ dagin børn í skúlunum í Sumba og í Vági. Robert McBirnie og Vár B. Jacobsen, saman við tøkningi, vitjaðu skúlarnar og børnini sungu og kvóðu fyri gestunum, sum eisini nýttu høvi at práta við børnini um ym­iskt, eittnú føstulávint, so væntandi verða upptøkur frá ferðini í Suðuroynni at hoyra í næstum, tí føstulávint nærkst. Fleiri kvæði, sangir og spæl vóru á skránni hjá børnunum, sum annars munnu kenna barnaútvarpsvertirnar best frá sjónvarpi og røddunum í lurtitólinum. Men hesa­ ferð var tað veruleiki og børnini vóru partur av loft­ miðlaheiminum eina løtu. Barnaútvarp á ferð