Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. februar 2006síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 33 - 15. februar 2006 Stjórin á Heilsu­ frøðiligu Starvs­stov­ uni saknar reglar fyri, hvussu vit skulu fyrihalda okkum, nú fuglakrím av álvara er farið at nærkast Føroyum Fuglakrím Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Vit eiga at fáa reglar fyri, hvussu vit skulu fyrihalda okkum til fuglakrím. Tað heldur Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu Starvs­stovuni. Hann sigur, at á Heilsu­ frøðiligu Starvs­stovuni eru tey í ferð við at fyrireika seg til fuglakrím í Føroyum. Eitt nú eru tey farin at fyri­reika seg til, hvussu tey skulu leggja sýnistøkur til rættis, samstundis sum tey eru í ferð við at útvega útgerð og tól og at fyrireika seg til, hvussu tey skulu vegleiða fólki. Nærkast Føroyum Fuglakrím er við at nærkast Føroyum av álvara. Sjúkan er nú staðfest í fleiri londum í Evropa og beint nú er hon eisini staðfest á norðurtýsku oynni, Rügen, í Eystrasalti. Har er fuglakrím nú staðfest í deyðum svanum. Danskir fuglafrøðingar siga, at í veruleikanum merk­ ir hetta, at fuglakrím er eisini komið til Danmarkar, tí svan­ ar­nir á Rügen halda eisini til á suðurdonsku oyggj­unum har um leiðir, eitt nú á Møn. Av tí sama eru danskir mynd­­ugleikar árvaknir og fyri at binda um heilan fingur, fara teir nú at seta forboð fyri at at halda flog­fenað uttandura. Teir sita í hesi løtu og skriva eina kunngerð um tað og hon verður lýst um nakrar dagar, vistu tíðindini hjá danska sjónvarpinum at siga í morgun. Tað, sum danir ikki rætti­ liga hava gjørt sær greitt, er, um talan skal vera um fullkomið bann fyri at halda flogfenað uttandura, so at tað eisini kemur at raka tey húsarhald, sum hava nakrar hønur gangandi í túninum, ella um bannið bara skal raka garðarnar, sum hava flog­fenað til vinnuveg. Endamálið við einum slík­ um bannið er at forða fyri, at villur fuglur kemur í samband við spakan flog­fenað og smittar tann vegin. Kortini gera serfrøðingar eisini vart við, at enn eru ongi fólk smittað av villfugli, tí øll, sum hava fingið sjúkuna higartil, eru smittað av fugli í gørðum við flogfenaði, eitt nú í hønugørðum. Samstundis er ein ringur lagdur rundanum smittaðu økini í Týsklandi í eini roynd at forða fyri, at smittan breið­ ir seg. Fyrireika seg í Føroyum Eisini í Føroyum fyrireika vit okkum til at taka ímóti fuglakrími. Enn er talan um eina djóra­sjúku og tískil eru tað tað djóralækna mynd­ ug­leikarnar, sum hava myndugleikan á økinum. Men bæði Bjørn Har­lou, landsdjóralækni og Peter Østergaard, djór­lækni á Heilsufrøðiligu Starvs­stov­ uni, eru burturstaddir. Men Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu Starvs­ stovuni, sigur, at eisini før­ oyinga fyrireika seg til at taka ímóti fuglakrími. Men hann saknar eina kunngerð, sum sigur, hvussu vit skulu bera okkum at. – Tað hevði verið best at sett eina kunngerð í gildið í Føroyum, sum segði, hvussu vit skulu fyrihalda okkum. Eitt nú hevði verið best at sett forboð fyri at hava flogfenað uttanlands. Spurningurin er so, um eitt slíkt forboð eisini skal umfata tey, sum hava flogfenað til húsbrúk, ella um tað bara skal umfata tey, sum hava flogfenað til vinnuveg. Hann sigur, at í løtuni verð­ ur arbeitt við eini føroyskari kunngerð um fuglakrím og hann vónar, at hon verður sett í gildið, tá ið hon verður liðug, tí tað besta er at hava greiðar reglar at halda seg til, sigur hann. Fyri at fáa arbeiðið skjótt frá hondini, mælir hann til, at føroyingar bara gera eina stutta kunngerð, sum stutt og greitt sigur, at vit skulu fylgja leiðreglunum í ES. Tað heldur hann er einasti máti hjá føroyingum at fylgja við og at koma skjótt í gongd fyri tað fyribyrgjandi arbeiði. So kunnu teir partarnir av ES kunngerðunum, sum hava týdning fyri Føroyar, setast í gildið her. – At týða allar ES- kunn­ gerðir til føroyskt, er stórarbeiði, tí tær eru so drúgvar og harafturat broyt­ ast tær alla tíðina, so hvørt sum støðan við fuglakrími broytist. Annars sigur Bárður Enni, at nakrir fuglar eru kannaðir í Føroyum. Tað hevur hent seg, at fólk hava funnið deyð­an fugl og so hava tey boðað Heilsufrøðiligu Starvsstovuni frá og í summum førum er fuglurin kannaður. – Men enn er onki staðfest í fugli í Føroyum. Eru ikki nóg væl fyrireikað Bárður Enni ásannar kortini, at enn kann ikki sigast, at vit eru komin á mál við eini føroyskari tilbúgvingarætlan í sambandi við fuglakrím. – Higartil hevur arbeiðið ikki verið so miðvíast og tí kunnu vit seta stórt spurn­ar­ tekin við, hvussu væl fyri­ reikað vit eru, sum støðan er nú. Tí heldur hann, at tað er neyðugt, at allir partar, sum hava við hesi viðurskifti í Føroyum, seta seg saman at viðgerða støðuna. – Tað eru rættiliga nógv og umfatandi viðurskift at taka støðu til. Eitt nú skulu vit taka støðu til eina til­búgv­ing­ arskipan. Tað merk­ir, hvussu vit skulu bera okkum at, verð­ ur fuglakrím staðfest her. Í hes­um liggur eisini, hvussu vit skulu bera okkum at við at avtaka fugl, tá ið fuglakrím er staðfest, og, hvussu slíkur fuglur skal savnast saman og fyribeinast. Tað merkir, at starvsfólk skulu fyrireikast og posar og onnur útgerð, eisini kann­ing­artól, skulu útvegast. Somu­leiðis má støða takast til, hvussu starvsfólkið, sum skal handfara fuglin, verður vart við búnum og á annan hátt. – Vit skulu eisini taka støðu til eina yvirvøkuskipan. Tað vil siga, at vit skulu taka støðu til, hvussu vit bera okkum at, tá ið fólk koma fram á deyðan fugl og um vit skulu undir skipaðar kanningar av fugli, sum verður funnin deyður í nattúruni. Somuleiðis skulu vit hava leiðreglar fyri, nær tað er rætt at kanna deyðar fuglar, sum vit fáa fráboðan um. Og vit skulu eisini taka støðu til, um vit sleppa eftir nátungum í heyst og um hovbingar skulu sleppa at hava gæs í haganum í ár. Og sleppa vit at skjóta skarv og lomviga í vetur og sleppa vit at fleyga lunda í summar. – Tað eru sera umfatandi spurningar at taka støðu til, sigur stjórin á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Annars hevur fólk frá Heilsu­­frøðiligu Starvs­stov­ uni verið uttanlands á skeið í sambandi við fuglakrím. Fyrireika seg til fuglakrím í Føroyum Fuglakrím nærkast nú Føroyum av álvara, men enn er ein føroysk tilbúgvingarætlan ikki til reiðar. Men vit fyrireika okkum og nú er neyðugt, at allir partar seta seg saman at viðgera støðuna, heldur stjórin á Heilsufrøðiligu starvsstovuni Nú verður farið und­ir arbeiðið at gera bowlinghøll á Tvøroyri. Høllin skal vera liðug seint í summar Bowling Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú skal ein bowlinghøll gerast á Tvøroyri. Og ætlanin er at arbeiða so skjótt, at høllin skal verða liðug og klár at taka í nýtslu longu seint í summar. Tað er Tvøroyrar Bólt­fel­ag, sum arbeiðir við ætl­anini og á aðalfundi í TB í mánakvøldið, varð endaliga avgjørt at seta ætlanina í verk. Annars hava teir tríggir, Finn Thomsen, Ronnie Mid­ jord og Jóan Petur Olg­arsson arbeitt í eina tíð við at fyrireika málið og á aðalfundinum í TB mána­kvøldið, løgdu teir so eina ætlan fram, sum aðal­ fundurin tók undir við. Finn Thomsen, sigur, at ætlanin er at fara til verka beinanvegin so at høllin kann verða liðug seint í summar, kanska longu í august. Tað verður eitt undirfelag hjá TB, sum kemur at standa fyri byggingini. Hann sigur, at ætlanin er so eisini, at teir tríggir í fyrireikingarbólkinum skulu standa fyri rakstrinum tað fyrsta árið fyri at loysa nevndina hjá TB frá hesi uppgávuni, tí hon hevur nóg mikið at gera frammanundan. Men ætlanin er at hava lønt fólk at arbeiða í høllini og teir eru sannførdur um, at bowlinghøllin verður ein góð íløga fyri Tvøroyrar Bólt­ felag, sum fer at kasta nakað av sær til raksturin. Tað, sum nú liggur í kortunum, er, at bow­ling­ høll­in skal byggjast inni í Trongisvági á einum stykki vestanfyri skúlan. Tað einasta, sum forða tí, er um kanningar vísa, at lendið er ov vánaligt at byggja á. Ætlanin er at byggja eina bowlinghøll við seks banum. – Fyri at fáa ein bowlinghøll at kasta nakað av sær, krevst, at tað eru seks banar. Vit vita væl, at tað verða neyvan seks banar í brúki vanligar dagar, men fyri at klára tørvin í viku­skiftunum, er neyðugt við seks banum, sigur Finn Thomsen. Í høllini verður eisini køk­ ur og matstova, har tað ber til at keypa búffar og annað gott. Ætlanin er eisini at søkja um skeinkiloyvi, í hvussu so er til øl og vín. Hann vil ikki siga, hvussu nógv høllin fer at kosta, men hóast talan er um eina hampuliga stóra íløgu, stúrir hann ikki. – Vit hava longu fingið játtilisi upp á fígging til til­ takið, so eisini tann spurn­ ingurin er avgreiddur, sigur Finn Thomsen. Bowlinghøll byggjast á Tvøroyri í summar