mikudagur 15. februar 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 33 - 15. februar 2006
Fólkatalið í Suðuroy er
metlágt, men hendan
gongdin er galdandi
fyri allar Føroyar, nú
fráflytingin er størri
enn tilflytingin. Fólk
í miðstaðarøkinum
merkja hetta bara ikki,
tí tað er hagar fólkið,
Ið er eftir, flytur, sigur
Magni Laksáfoss,
búskaparfrøðingur
BÚSKAPUR OG
ÍBÚGVATAL
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Herfyri frættist, at fólkatalið
í Suðuroy er tað lægsta síðani
einaferð í 1920’unum.
Sambært tølum frá Hag
stovu Føroya var fólkatalið í
Suðuroynni í november í fjør
4.962 fólk, sum eru 75 fólk
færri í mun til við ársbyrjan
2005. Í prosentum er talan
um eina minking uppá
gott og væl 1,5%. Hendan
minkingin er 1 % størri enn
minkingin var í Føroyum
sum heild teir fyrstu 11
mánaðirnar í fjør.
Í kreppuárunum fyrst í
1990unum minkaði fólka
talið í Suðuroynni heilt nógv
- frá umleið 5.900 fólkum
í 1980unum til færri enn
5.000 fólk í 1999 - og kom
fólkatalið í ár 2000 niður á
4.973 fólk. Eftir hetta vaks
fólkatalið aftur nakað, og í
2002 var fólkatalið komið
uppá 5.134 fólk.
Síðan er fólkatalið støðugt
minkað og er nú komið niður
á 4.962. Í 1953, tá flest fólk
búðu í Suðuroynni, búðu
6.314 fólk í oynni.
Minkingin í fólkatalinum
er fyrst og fremst orsakað av
fráflyting. 68 fólk eru flutt teir
fyrstu 11 mánaðirnar av 2005.
Harafturat var burðaravlopið
teir fyrstu 11 mánaðirnar í fjør
eisini negativt við 7. Hinvegin
52 vórðu børn fødd teir fyrstu
11 mánaðirnar, og er tað á
sama støði sum í 2004.
Nógv hevur verið tosað
um, hvussu til ber at venda
gongdini í Suðuroy. M.a.
vórðu búskaparfrøðingurin
Magni Laksáfoss og sam
felagsfrøðingurin Jógvan
Mørkøre í fjør við í eini
sonevndari vakstraravtalu fyri
Suðuroynna. Magni Laksáfoss
greiðir frá, at teir heldur valdu
at vera við í eini økisavtalu
enn eini ætlan, tí ein avtala er
bindandi fyri partarnar, sum
eru við, og ein ætlan verður
ikki altíð til veruleika.
Tað eydnaðist at fáa allar
kommunurnar í oynni at semjast
um seta 250.000 krónur í hesa
vakstraravtalu, men táverandi
innlendismálaráðharri, Jógv
an við Keldu havnaði upp
skotinum og valdi ikki at seta
250.000 krónur í projektið, og
tí varð ikki arbeitt meira við
hesum.
Sum dømi um partar
í slíkum avtalum nevnir
Magni Laksáfoss Landsstýr
ið, kommunurnar, Fróðskap
arsetrið, sum øll skuldu fingið
ymsar uppgávur at hildið seg
til. Ætlanin var ikki at senda
tveir granskarar til Suðuroyar,
sum hann tekur til, men heldur
at virka sum meklarar mill
um partarnar, ið høvdu gjørt
avtalur um, hvussu vinnulívið
skuldi skipast, sigur Magni
Laksáfoss.
Ávirkar alt landið
Hann metir tó ikki, at
Suðuroyggin longu er
afturúrsigld.
– Gongdin í Suðuroy kann
væl steðgast, men tað krevur
ein vilja at gera tað, sum er
neyðugt, sigur hann.
Sum er, er burðaravlopið
sum nevnt neiligt, og fólk flyta
av oynni, og tilflytingin er ov
lítil. Harafturat eru ov fá ung
konufólk í oynni, tí vinnulívið
í økinum ikki megnar at bjóða
fólki arbeiði.
Men sambært Magna
Laksáfoss er gongdin í Suð
uroy ikki nakað eindømi, tí
hetta er nakað, sum er við at
henda við øllum Føroyum.
Í løtuni er fráflytingin úr
Føroyum nevniliga størri enn
tilflytingin. Heilt nágreiniliga
hevði sokallaða nettotilflytingin
fyri allar Føroyar frá januar til
november í fjør eitt undirskot
upp á 462 fólk.
Sambært Magna Laksáfoss
merkist hetta tó ikki inni á
meginøkinum, tí tað er hagar,
tey, ið eftir eru, flyta.
Gongdin hevur nevniliga
verið tann, at vinnur sum
rækjuvinnan, alivinnan,
flakavinnan og aðrar vinnur
ikki hava borið seg væl ella
eru farnar av knóranum,
og Magni Laksáfoss spyr
retoriskt, hvussu nógvar vit
hava fingið ístaðin?
Svarið er onga, og tí metir
hann, at um verandi gongd
heldur fram – og eingin
kreppa kemur inn í millum
– er burðaravlopið komið
niður á null í Føroyum í 2037,
tvs. at eins nógv børn verða
fødd, sum fólk doyggja. Um
ein kreppa kemur, kemur
hetta sjálvandi at ávirka frá
flytingina upp aftur meira,
og Magni Laksáfoss vísir á,
at eftir kreppur eru kvinnur
ikki líka raskar at flyta heim
aftur sum menninir, og hetta
kemur somuleiðis at ávirka
barnatalið.
Men eisini uttan kreppu,
verður gongdin sum nevnt
álvarsom fyri Føroyar, tí
hóast burðaravlopið kemur
niður á null, so broytast onn
ur viðurskifti ikki. Eitt nú
vísa framrokningar, at um
30 ár verða 12000 pensi
ónistar í Føroyum í mun
til 6000 í dag. Um 3000 av
hesum fara at hava tørv á
røktarheimsplássi, so vita
vit, at tað krevst hálvtannað
starvsfólk til hvørt búfólk á
røktarheimi, og merkir hetta,
at 5000 fólk skulu starvast á
røktarheimum og ansa eftir
teimum gomlu.
– Um 10-15 ár síggja vit
tað, og um 30 ár eru vit inni
í prosessini, sigur Magni
Laksáfoss.
Hetta fer at krevja nógv av
okkara vinnulívi. Sjálvandi
verður støðan ein onnur, um
oljuvinnan gerst veruleiki,
men so er talan eisini um
eina heilt nýggja støðu.
Vinnutyssi,
demografi og olja
Seinasta
heyst
legði
Búskaparráðið fram tema
frágreiðingina “Tøknilig
menning og vælferð”, har
meirilutin í ráðnum mælti til,
at føroyingar eiga at skunda
sær at taka meiri tøkni í
brúk, sum verður uppfunnin
í útlandinum, og tillaga hana
til føroysk viðurskifti.
Magni Laksáfoss, sum
eisini er limur í Búskap
arráðnum, var grund
leggjandi ósamdur í hesi
ráðgeving, og skrivaði
sjálvur eitt minnilutaálit,
har hann mælti til at velja
sonevnd vinnutyssi og satsa
uppá, granska og menna
útbúgvingar innan tey tyssi,
vit velja. Hetta var eisini ein
partur av vakstraravtaluni,
sum arbeitt var við at seta á
stovn í Suðuroynni, men sum
datt niðurfyri, tá Landsstýrið
ikki vildi vera við.
Í hesum døgum er aðal
orðaskifti í Løgtinginum,
har eitt av slagorðunum í
uppskotinum frá vinnumála
ráðharranum er, at “gera tað,
ið vit duga best”.
Magni Laksáfoss hevur
tó hug til at venda hesum
á høvdið og siga, at tvørtur
ímoti skulu vit vaksa út frá
tí hesum.
– Hinvegin skulu vit víðka
um tað, vit eru góð til, sigur
hann.
Magni Laksáfoss ger nógv
burtur úr at finna søgulig
dømi um lond har vinnur
ikki hava endurnýggjað
seg, og fólkatalið er mink
að, og lond,eru sum hava
endurnýggjað seg, og byrjað
at vaksa aftur. Dømi eru
Hetland og Hebridurnar,
sum minkaðu niður eina
helvt eftir eini øld, og Írland,
har helvtin av íbúgvunum
hvurvu eftir hálvari øld. Út
frá hesum ber til at síggja,
hvør loysnin fyri tílík øki.
Loysnin er tí sambært
Magna Laksáfoss sokallað
vinnutyssi, har vinnur, ið so
ella so hava ávís tilknýti, verða
skipaðar. Sum dømi nevnir
hann trol, trollemmar, heilivág
í fiskaolju og ferðavinnu við
fiskiáhugaðum ferðafólki
sum møguligar vinnur við
tilknýti til fiskivinnuna. Eisini
nevnir hann tøkni, ið t.d. er
við at spara olju, sum eina
framtíðar vinnu, ið lív skuldi
verið lagað.
Sum heild nevnir hann
tríggjar faktorar, ið hann
metir sum avgerandi fyri, um
Suðuroyggin og – í framtíðini
– Føroyar, skulu klára seg. Tey
eru vinnutyssi, demografi -
ið m.a. er burðaravlop og
fólkasamanseting – og olju
prísurin, sum helst verður
trífaldaður innan 2010.
Málar ikki ræðumynd
Magni Laksáfoss undir
strikar tó, at tað ikki er
uppgávan hjá honum sum
búskaparfrøðingi júst at
velja, hvørjar vinnur, talan
skal vera um, men at ráðgeva
um ein karm, har vinnutyssi
kann skipast innanfyri.
Hann metir tó, at tað eru
øki, har ætlanir eru lagdur um
vinnutyssi, t.d. í Finnlandi
og Írlandi, har búskapurin
hevur klárað seg best.
– Vit halda fyri eyguni og
hyggja bara í lærubøkurnar,
har marknaðurin klárar alt.
Men marknaðurin klárar
ikki alt, og tey londini, sum
hava klárað seg væl, hava
stýrt vinnuni og skipað
vinnutyssi.
– Fólk siga, at tað at
selja kvoturnar er at selja
tilverugrundarlagið
úr
Suðuroynni. Men trupulleikin
er eisini, at man ikki útviklar
vinnurnar, sigur Magni
Laksáfoss.
Spurdur, um hann ikki er
við til at mála eina ræðumynd
við sínum forsagnum, sigur
hann, at vit gloyma ov lætt,
um vit ikki lesa søguna.
Hann undirstrikar, at Føroyar
eru ikki nakað eindømi, tí
gongdin við, at fráflytingin
økist, er púra vanlig og
nevnir enn einaferð Hetland,
Hebridurnar og Írland.
– Tað verður tungt at
venda gongdini í Suðuroy,
og tað hevði verið lættari at
gjørt tað longu í 70’unum,
men hugsunarhátturin tá
var, at hví skuldi man tað,
spyr Magni Laksáfoss og
fýlist á handafaringina ab
vinnustýringini. Hann nevnir
eisini, at tað sálarliga er hart
fyri eitt fólk og samfelag at
reisa seg, um ein er niðri í
aldudalinum.
– Hvørja ferð okkurt
grenj hevur verið, hevur
man bygt eitt berghol, men
tað byggir einki land, sigur
Magni Laksáfoss, og sipar
til, hvussu undirstøðukervið
eigur at verða lagað til tær
vinnur, sum eru. Heldur
ikki metir hann túratalið hjá
Smyrli vera altavgerandi fyri
vinnulív í Suðuroy.
– Fakliga er Smyril ein
forðing, sum ikki má vera
ov stór. Spurningurin um
túratalið hjá Smyrli er sama
tankagongd sum sum tunl
arnir. Fyri mannin, sum brúkar
meyl, kann tað gera tað sama,
sigur Magni Laksáfoss.
Hann vísir á, at í fiski
vinnusamfelagnum vórðu
neyst og bedingar bygdar, og
í fiskivinnusamfelagnum eru
bryggjur og havnir bygdar,
men Magni Laksáfoss spyr,
hvat bygt verður til komandi
vinnur.
– Vit hava 1000-1500
sjómenn í dag í mun til 3-
4000 sjómenn í 50’unum,
tí skipini eru meira effektiv
í dag. Eru tað so havnir vit
hava brúk fyri?
Hann ætlar sær ikki at heita
á nýggja landsstýrismannin í
innlendismálum um at veita
eina nýggja játtan á fjórð
ingsmillión til verkavtalu í
Suðuroy, hóast nýggi ráðharrin
er sjálvur er suðuroyingur, tí
eitt nýtt útspæl má koma frá
tí partinum, sum segði nei,
og tað er landsstýrismaðurin,
sigur Magni Laksáfoss,
ið heldur tað vera spell, at
økisavtalan í Suðuroy datt
niðurfyri.
Spurdur, um ein partur av
orsøkunum til fráflyting eru
vantandi mentanarlig tilboð,
sigur Magni Laksáfoss, at
hesi sjálvandi hava nógv at
siga, og at tað er trupult at
fáa vælútbúgvið fólk, sum
hava lisið í einum stórbýi, at
støðast um eingin biografur,
sjónleikarhús og tílíkt er.
Hinvegin vil hann vera við
– við eini smílandi tilsiping
um, at búskaparfrøðingar
altíð bera orð orð fyri at
vera kyniskir – at tað er tað
basala um fólk mettast, ið er
avgerandi fyri, um fólk ikki
flyta úr einum staði.
Fráflytingin úr Suðuroy er bara
byrjanin fyri allar Føroyar
Magni Laksáfoss ávarar um,
at gongdin í Suðuroynni fer at
raka allar Føroyar
Um 30 ár verða 12000 pensiónistar í
Føroyum í mun til 6000 í dag. Siga vit, at
3000 av hesum fara at krevja røktarheims
pláss, so vita vit, at tað krevst hálvtannað
starvsfólk til hvørt búfólk á røktarheimi, og
merkir hetta, at 5000 fólk skulu starvast á
røktarheimum og ansa eftir teimum gomlu”
”
– Vit halda fyri eyguni og hyggja bara í
lærubøkurnar, har marknaðurin klárar
alt. Men marknaðurin klárar ikki alt, og
tey londini, sum hava klárað seg væl, hava
stýrt vinnuni og skipað vinnutyssi.
– Fólk siga, at tað at selja kvoturnar er at
selja tilverugrundarlagið úr Suðuroynni.
Men trupulleikin er eisini, at man ikki
útviklar vinnurnar
”
– Vit hava 1000-1500 sjómenn í dag í
mun til 3-4000 sjómenn í 50’unum, tí
skipini eru meira effektiv í dag. Eru tað so
havnir vit hava brúk fyri?
”