mikudagur 15. februar 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 33 - 15. februar 2006
Nógv hendur í Vágum
um vikuskiftið. Vága
tunnilin er ókepis og í
samband við tað spíla
vágafólk seg út við
alskyns tiltøkum
Vikuskiftið
Inna Tørnroos
inna@sosialurin.fo
Tunnilin er ókeypis frá kl
06.00 leygardagin 18 februar
til kl 06.00 sunnudagin kl 19
februar.
Handlarnir í Vágum hava
leingi opið leygardagin.
Matvøruhandlarnir stongja
kl 17.00 meðan alllir hinir
hava opið til kl 20.00.
Àrliga
tiltakið
hjá
Lions Club Vágar verður
í ítróttarhøllini á Giljanesi
leygardagin. Tiltakið plagar
at vera hildið føstulávints
sunnudag, men er í ár flutt.
Tiltakið er samstundis eitt
sindur broytt í mun til tað
siðbundna.
Tað byrjar klokkan 17 við
at formaðurin í LC Vágum,
Dánjal Christoffersen bjóðar
vælkomin, samstundis byrj
ar eisini mattombola og
kaffiborð við køkum har
til ber att keypa sær ein
kaffimunn.
Klokkan 18.00 letur
stórt fiskaborð upp í fim
leikarøllini, har Uni Gullfoss,
kokkur, fer at borðreiða við
nógvum ymiskum køldum
fiskarættum.
Brandur Enni syngur
Tey, sum ikki eru so svong
hava møguleika fyri at
hoyra Brand Enni syngja
inni í ítróttarhøllini. Tann
framførslan byrjar eisini
klokkan 18.00.
Klokkan 18.30 byrjar
bamsutombola, og klokkan
18.45 verður farið undir
afturvendandi eydnuhjólið,
sum vanliga hevur verið tað
berandi á Lions tiltakinum
á Giljanesi.
Klokkan hálvgum átta
byrjar mattombola, og ein
hálvan tíma seinni, klokkan
20.00, fer Magni Christi
ansen at syngja á pallinum í
høllini. Tiltakið heldur fram
til klokkan 23.00.
Atgongumerkið kostar
20 krónur og er samstundis
lutaseðil um eina flogferð.
Drigið verður, tá tiltakið
endar. Til at sleppa til stóra
fiskaborðið í fimleikarhøllini
krevst
eisini
serstakt
atgongumerki á kr. 150,-.
Sangløta
Kirkjan í Miðvági skipar
fyri afturkomandi tiltakinum
„Syngið við“. Tiltakið hevur
fýra ár á baki og er blivit so
væl dámt at fyrireikararnir
hava verði noyddir at flyta
úr Missiónshúsinum og inn
í Miðvágs kirkju har betri
pláss er.
– Tað hava verið eini 120-
150 fólk hvørju ferð vit hava
skipað fyri hesum, sigur
Svein Thomasen, sum er ein
av fyrirekarunum.
Hetta er fyrstu ferð tiltakið
er í samband við at Vága
tunnilin er ókeypis. Ung
dómskórið og Manskórið
úr Vágum fara eisini at
luttaka. Tiltakið byrjar kl
20.00, og bæði vaksin og
børn eru vælkomin at tríva
í ein av teimum kendu missi
ónssangunum, heilsa fyri
reikarirnir.
Búskapar- og løg
frøðingafelag Føroya
skipar í kvøld fyri
einum »Kveikjandi
kvøldi um skipan av
framtíðar eftirlønar-
og tryggignar
marknaðinum«
EVNISFUNDUR
Búskapar- og Løgfrøðinga
felag Føroya skipar nú fyri
enn einum áhugaverdum
evnisfundi.
Kveikjandi kvøld um skip
an av framtíðar eftirlønar- og
tryggingarmarknaðinum
í Føroyum, verður miku
kvøldið 15. februar kl. 19.30
á Hotel Hafnia.
Á skránni verður:
• Marner Jacobsen, stjóri
í Føroya Sparikassa, og
limur í arbeiðsbólkinum,
ið gjørdi frágreiðingina
»Dynamikkur á kapital
marknaðinum« í oktober
2005, fer at hava framløgu
um, hvørji átøk hann met
ur verða neyðug fyri at
menna føroyska eftirlønar-
og tryggingarmarknaðin.
• Palli Petersen, ið er limur í
nevndini, ið fylgir við ein
skiljingini av LÍV, hevur
framløgu um, hvørja loysn
hann metur verða rættast,
tá umræður einskiljing av
lívstryggingarfelagnum
LÍV v. m.
• Bárður Nielsen, landsstýr
ismaður í eftirlønarmálum
v.m., fer at greiða frá,
hvørjar loysnir kunnu
hugsast tá umræður eftir
lønarøkið í Føroyum.
• Møguliga fer Bjarni Djur
holm, landsstýrismaður
í tryggingarmálum v.m.,
at greiða frá hvørjar
ætlanir hann hevur, tá
umræður føroyska trygg
ingarmarknaðin og LÍV.
• Pallborð, ið svarar spurn
ingum.
Hetta skuldi borgað fyri
góðum kjaki um, hvussu
vit best skipa eftirlønar-
og tryggingarmarknaðin
í
Føroyum
framyvir,
heldur Búskapar- og Løg
frøðingafelagið.
Føroyar eru eftirbátur tá
umræður at skipa eftirløn
arøkið, og stendur føroyski
tryggingarmarknaðurin
framman fyri stórum avbjóð
ingum, tá latið verður upp
fyri kapping mótvegis Íslandi
og øðrum útlondum.
Menning av føroyska
eftirlønar- og tryggingar
marknaðinum er tí eitt sera
viðkomandi mál, ið hevur
stóran týdning fyri føroyska
samfelagið, og vónar BLF, at
felagið - við almennum fundi
um hetta evni - kann vera við
til at fáa eina gjølla viðgerð
av málinum, fyri soleiðis
vera við til at tryggja, at
rættar avgerðir verða tiknar
nú og framyvir.
Tiltakið er alment – og
eru øll hjartaliga vælkomin,
heilsar Búskapar- og Løg
frøðingafelag Føroya.
Nógv tiltøk
í Vágum
Skipan av framtíðar eftirlønar- og
tryggingarmarknaðinum
Lions Club í Vágum skipar fyri tiltaki› á Giljanesi leygardagin
Vágatunnilin er ókeypis allan
leygardagin