mikudagur 15. februar 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 33 - 15. februar 2006
7
Munnligur fyrispurn
ingur í tinginum í
dag. Hvør er munurin
millum stjórnarskip
anarnevndina og
nevndina viðvíkjandi
kvinnuleikluti í
politikki. Annita á
Fríðriksmørk spyr løg
mann
Lóggáva
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Eftir at Kári á Rógvi sam
anbar samansetingina av
nevndini fyri øktari kvinnu
luttøku við stjórnarskip
anarnevndina, setti Annita
á Fríðriksmørk, løgtings
kvinna fyri Tjóðveldis
flokkin, í dag løgmanni ein
mu nnligan fyrispu rning í
tinginum . Har spu rdi hon,
hvør mu nurin er millum
stjórnarskipanarnevndina og
nevndina viðvíkjandi kvinnu
leikluti í politikki.
Til hetta sigur Jóannes
Eidesgaard, løgmaður, at
nevndin um
kvinnuleiklut
er beinleiðis vald av lands
stýrismanninum og hann fyri
skipar virksemið hennara.
Einki er lógásett um , at ting
maður skal vera valdur í
nevndina. Løgtingsmenninir
í stjórnarskipanarnevndini
eru harafturímóti lógásettir
limir í nevndini og arbeiða
sjálvstøðugt, sigur hann.
– Lesa vit orðaljóðið av
§ 8 málsliga, so síggja vit,
at valið av tingmonnunum
Lisbeth L. Petersen og John
Johannesen í nevndina
viðvíkjani kvinnuleikluti
er í beinleiðis andsøgn
við § 8. Tað snýr seg um
”øll álitisstørv”. Bert tvær
avmarkingar eru. Nevndir,
sum landsstýrið ikki hevur
valt, og sum landsstýrið ikki
hevur eftirlit við, falla uttan
fyri. Sama er, um nevndin
hvílir á fólkavald um
boð,
sigur Jóannes Eidesgaard,
sum leggur afturat, at einki
stendur at lesa um , at tað
er ein fyritreyt fyri, at ting
maður ikki kann vera í
slíkari nevnd, at nevndin
bara fæst við um sitingarligar
ella avgerðarheimildir.
– Tvørturímóti stendur
beinleiðis, at talan er um
øll álitisstørv í nevndum
og ráðum . Tað stendur ikki
álitisstørv í nevndum , sum
hava um
sitingarligar ella
avgerðarheimildir. Heldur
ikki stendur nakað at lesa
í viðmerkingunum
um
, at
hugsað var bara um álitisstørv
í nevndum og ráðum , sum
hava um
sitingarligar ella
avgerðarheimildir.
Sambært løgmanni og løg
mannsskrivstovuni, bendir
alt hinvegin øvugt á, at
intentiónin við lógagreinini
var, at hon fevndi um lóg
arfyrireikandi nevndir eis
ini. Løgtingið hevur eftir
lit við øllum virksemi hjá
landsstýrinum . Tað er ikki
avmarkað til at hava eftirlit
við, bert hvussu landsstýr
ismenn útinna sítt fyrisit
ingarliga starv. Ætlanin
var eisini, at løgtingið
skuldi hava eftilit við lógar
fyrireikandi arbeiðnum hjá
landsstýrinum . Tað er júst
hetta, sum § 8 leggur upp
fyri. At eitt eftirlit hevur
eftirlit við sama eftirliti,
sum hevur eftirlit við sær,
ber ikki til.
– Við stjórnarskipanar
nevndini er støðan ein
heilt onnur. Hon er sett við
løgtingslóg, greiðir løgmað
ur frá, og leggur afturat,
at løgtingslimirnir, sum
eru limir, eru ikki valdir
av landsstýrinum , men av
flokkunum og skulu sambært
lógini vera løgtingsmenn.
Man kann so tulka, hvørt
nevndin er undir eftirliti
av landsstýrinum ella ikki.
Løgtingið hevur tulkað,
at nevndin er ikki undir
eftirliti av landsstýrinum
,
tí annars hevði tingið ikki
ásett, at tingmenn skuldu
vera í nevndini. Løgtingið
heldur seg sjálvsagt til
stýrisskipanarlógina § 8, og
løgmaður fer ikki og metir
seg ikki hava heimild at
umtulka hesa avgerð ting
sins. At nevndin ikki er
undir vanligum eftirliti hjá
landsstýrinum sæst eisini av,
at løgmaður velir formannin,
men er annars bara vanligur
nevndarlimir í nevndini sum ,
eins og aðrir nevndarlimir,
má geva seg undir allar
avgerðir nevndarformansins
í arbeiðnum .
– Tí dugi eg ikki at síggja,
at avgerðin um at velja aðrar
nevndarlimir enn tingmenn
í nevndina viðvíkjandi økt
um
kvinnuleikluti í poli
tikki, fær nakra ávirkan á
stjórnarskipanararbeiði.
Jóannes Eidesgaard,
løgmaður, sigur seg
noyðast at halda seg
til galdandi lóggávu,
og tí noyðast Lisbeth
L. Petersen og John
Johannesen úr
nevndini, sum skal
arbeiða fyri øktari
kvinnuligar luttøku í
politikki
Lóggáva
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Í grein í blaðnum týsdagin
var Kári á Rógvi, løgfrøð
ingur og formaður í Javn
støðunevndini, ikki blíður.
Hann harmaðist um
, at
Lisbeth L. Petersen, varð
koyrd frá sum forkvinnu í
nevndini, sum skal arbeiða
fyri øktari kvinnuluttøku
í politikki. Og metti hann
tað vera rein formalisma,
at løgmannsskrivstovan tók
fram lógargrein 8 í stýris
skipanarlógini, og koyrdi
Lisbeth L. Petersen og hitt
løgtingsum boðið í nevndini,
John Johannesen, frá. Kári
á Rógvi segði, at um
tey
skuldu úr nevndini fyri
kvinnuligari luttøku, so áttu
løgtingslimir eiheldur at verið
í stjórnarskipanarnevndini.
– Hatta er ein óneyðug
og formalistisk avgerð.
Um hon skal frá, skulu løg
tingslimir heldur ikki vera í
Grundlógarnevndini, segði
hann.
Lógir kunnu broytast
Vit settu løgmanni stevnu at
fáa hann at viðmerkja sjón
armið Kára á Rógvi.
Løgmaður sigur seg harm
ast íkomnu støðuna, og at
hann partvíst er samdu r
við Kára um , at stýrisskip
anarlógin í støðum
er ein
forðan fyri politiska viljan.
– Men eg má sjálvsagt halda
meg til galdandi lóggávu og
ikki til lóggávuna, sum eg
kundi hugsað mær hana, sig
ur løgmaður.
Spu rdur, hvussu hesin
hug burður samsvarar við
herferð Javnaðarflokksins
undir sjálvstýristilgongdini,
tá flokkurin var fremsti for
sprákari fyri, at lógir skulu
mýkjast og roynast, og ikki
minst avspegla politiska
viljan, sigur Jóannes Eides
gaard, at hetta er satt, og at
lógin má broytast, um hon
ikki livir upp
til nútíðar
krøv.
Og hann vísir á Helsing
forsavtaluna, sum
í roynd
og veru er ein forðan fyri
føroyskum
limaskapi í
Norðurlandaráðnum
, men
at hetta kortini ongantíð hev
ur forða okkum at søkja um
limaskap, tí sum sagt: lógin
kann broytast..
– So eg kann partvíst
vera samdur við Kára á
Rógvi í, at lógin ikki er nóg
góð. Men sum sagt, hon er
galdandi lóg og tí noyðist eg
at halda meg til hana. Smb.
“de lege ferenda” - gald
andi lóggáva og “de lege
ferenda” – hvussu galdandi
lóggáva átti at verið. Hetta er
vónandi nakað, sum nýggja
stjórnarskipanarnevndin fer
at arbeiða við, sigur løgmað
ur.
Týdningarleysar
próvgrundir
Í viðmerkingunum
frá
Kára á Rógvi kom greitt til
sjóndar, at tað harmaði hann,
at júst Lisbeth ikki slapp at
halda fram við arbeiðinum í
nevnini. Hetta, av tí, at hon
í so mong ár hevur arbeitt
við javnstøðum álum og at
hon í sínari tíð nærum var
sjálvskrivað til at gerast for
kvinna í nevndini.
Til hetta sigur løgmaður,
at ongin hevur reist iva um
førleikan hjá Lisbeth L.
Petersen at leiða slíkt nevnd
ararbeiði.
– Men tað er ongin próv
grund í hesum sambandin
um , at Lisbeth er dugnalig
og væl skikkað til sessin. Eg
má halda meg til galdandi
lóggávu. Eiheldur er tað
haldgóð próvgrund, í hesum
sambandi, at onnur nevnd
(stjórnarskipanarnevndin) er
mannað við løgtingslimum
,
tí har er støðan ein heilt onn
ur (vísandi til svar til mu nn
ligan fyrispu rning í tinginum
í dag), sigur løgmaður.
Vón fyri framman
Kortini sigur Jóannes Eides
gaard, at tað finnast fleiri
loysnir, um Løgtingið ynskir,
at løgtingslimir skulu sita í
nevndini, sum skal arbeiða
fyri at fáa fleiri kvinnur upp
í politikk
– Um flokkarnir ynskja
tað, kunnu teir heita á lands
stýrið um
at seta eina §
25 nevnd í tingskipanini.
Hendan kann so vera mannað
við um boðum úr tinginum ,
sigur hann, og vísir eisini á,
at Lisbeth L. Petersen kann
fara í farloyvi úr tinginum ,
meðan hon er forkvinna í
núverandi nevndini.
Má halda meg til galdandi lóggávu
Munurin er greiður
Reglur um tingmenn og álitisstørv
í nevndum og ráðum
§8 Tá ið góðkent er, at løgtingsmaður er valdur, skal hann
leggja frá sær øll álitisstørv í nevndum, ráðum o.t., sum
eru undir eftirliti landsstýrisins ella, sum landsstýrið hevur
skipað hann í, tó undantikin beinleiðis fólkavald umboð.
Í viðmerkingunum til hesa grein verður sagt
(stýrisskipanarálitið bls. 177):
Skal eitt eftirlit hava nakra veruliga meining, er neyðugt,
at hetta er púra óheft av tí, tað skal hava eftirlit við.
Landsstýrið hevur beinleiðis eftirlit við persónum,
sum hava álitisstørv í nevndum og ráðum, vald av
landsstýrinum, og stovnum annars, sum eru undir eftirliti
landsstýrisins. . Løgtingið hevur eftirlit við landsstýrinum.
Tað er tí ein mótsøgn, at løgtingsmenn kunnu hava eftirlit
við landsstýrismonnum, sum so aftur hava eftirlit við
somu løgtingsmonnum, tá teir eru í starvi hjá nevndum
og ráðum og øðrum størvum undir landinum. Tí er í
greinini ásett, at beint sum løgtingsmaður er valdur, so
sigur hann størv frá sær í ráðum og nevndum og teim
størvum, sum umrødd eru.
FAKTA
Lisbeth L. Petersen og John Johannesen kunnu ikki vera sitandi í nevndini, sum skal fáa fleiri
kvinnur uppí politikk
Annita á Fríðriksmørk spyr
løgmann um munin millum
stjórnarskipanarnevndina
og nevndina, sum skal abei›a
fyri øktari kvinnuluttøku í
politikki