Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. februar 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 33 - 15. februar 2006 UTTAN ÚR HEIMI Sjúkan er ikki staðfest í Danmark enn, men fuglafrøðingar ivast ikki í, at tað er bara ein spurningur um tíð. Matvørustýrið hevði biðið fólk halda allan flogfenað innandura. Fuglakrím Árni Joensen fartekst@mail.dk Enn er ikki greitt, um teir báðir svaninir, sum vórðu funnir deyðir á týsku eystrasaltsoynni Rúgen, eru deyðir av tí lívshættisliga H5N1-fuglakríminum, men sambært týska matvørumálaráðharranum, Horst Seehofer, er nógv, sum bendir á tað. Donsku myndugleikarnir hava tí valt at binda um heilan fingur, og matvørustýrið hevur biðið fólk, sum hava flogfenað, um at hava fuglin innandura. Danskir fuglafrøðingar siga, at svanastovnurin á Rúgen er tann sami sum í Danmark. Pelle Andersen í danska fuglafrøðifelagnum sigur, at teir svanirnir, sum hava verið á Rúgen í vetur, koma til Danmarkar, tá tað verður lýggjari, samstundis sum svanirnir, sum hava verið í Danmark, fara hinvegin. Eitt nú hava ringmerkingar víst, at svanir, sum eru merktir á týsku oynni, eru sæddir á Møn í Danmark árið eftir og á Lollandi onnur ár. – Tað ræður um at ansa eftir, at villur fuglur ikki kemur í samband við flogfenað. Eftir okkara áskoðan breiðir fuglakrímið seg ikki við villum fugli, men heldur við flogfenaði, sum verður fluttur ímillum lond. Men vit kunnu ikki nokta fyri, at villur fuglur eisini eigur at lut í hesum, sigur fuglafrøðingurin Hans Meltofte við Ekstrablaðið. Eisini í Noregi og Svøríki hava myndugleikarnir álagt fólki at hava allan flogfenað innandura. Stein Ivar Omsettø, sum er stjóri á norska matvørueftirlitinum, sigur við NTB, at vandin fyri fuglakrími í Noregi er vaksin nógv eftir tað, sum er hent í Týsklandi. Í fyrsta umfari hevur eftirlitið kravt, at allur flogfenaður við Oslofjørðin og í Rogalandi verður hildin innandura. Boðini fáa kortini ikki stóra ávirkan, tí tað mesta av flogfenaðinum er longu innandura orsakað av kuldanum. Í Svøríki hava myndu- gleikarnir eisini givið fólki boð um at halda flogfenaðinum innandura. ES kreppufund Fuglakrímið hevur breitt seg skjótt í Evropa í seinastuni. Í Eysturríki og Rumenia hava myndugleikarnir staðfest H5N1 hjá flogfenaði, og sjúkan er eisini funnin í Grikkalandi, Italia, Kroatia og Bulgaria. Harafturat er illgruni um, at hon eisini er komin til Slovenia og nú til Týsklands. Í Eysturríki hava myndugleikarnir sett eina kreppuætlan í verk, og í einum parti av landinum er allur handil við flogfenaði og eggum bannaður. Tað sama hava myndugleikarnir í Grikkalandi, Italia og Slovenia gjørt. Serfrøðingar hjá ES komu í dag saman til fundar í Bruxelles á kreppufund at umrøða støðuna og at samskipa tiltøk ímóti sjúkuni. Eitt uppskot er at beina fyri øllum flogfenaði í summum londum ella landspørtum. Í Italia hava myndugleikarnir lagt hald á umleið 80.000 høsnarungar í Calabria og á Sikiloy, tí bøndurnir har sýttu syri at gera eftir boðunum um at halda fuglin innandura. Fuglakrímið H5N1 hevur kravt 91 mannalív í Asia og Miðeystri, og fleiri milliónir fuglar eru fyribeindir. Kanningar í Grønlandi vísa, at náhvalur kann gerast 115 ára gamal. Djóralív Árni Joensen fartekst@mail.dk Ein nýggj kanning vísir, at náhvalurin í Grønlandi kann gerast upp í 115 ára gamal. Sambært grønlendska útvarpinum hevur vísindin higartil hildið, at náhvalur verður umleið 50 ár, men ein kanning hjá danska granskaranum Evu Garde váttar nú, at hann verður nógv eldri enn tað. Eva Garde hevur kannað 75 grønlendskar náhvalir í árunum frá 1993 til 2004. Tann elsti, sum hon kannaði, vísti seg at vera 115 ára gamal. Hetta var ein honhvalur. Tann elsti hannhvalurin var 84. Eva Garde sigur, at honhvalurin er kynsbúgvin longu sum seks ella sjey ára gamal, meðan hannhvalurin má bíða í níggju ár, til hann er kynsbúgvin. Fyrsta dagin fer danski ríkisadvokaturin, Hen- ning Fode, at taka støðu til, um myndirnar av Muhammed profeti koma undir lógargreinina um guðsspottan, og um hetta yvirhøvur er eitt mál, sum dómstólarnir eiga at taka støðu til. Statsadvokaturin, Peter Brøndt Jørgensen, hevur fyrr sagt, at eftir hansara tykki koma tekningarnar ikki undir greinina um guðsspottan. Danskir løgfrøðingar eru misjavnir á máli um spurningin. Ein av teimum best kendu donsku løgfrøðingunum, professarin Eva Smith, heldur, at málið eigur at koma fyri ein dómstól, tí so høvdu danir fingið greiði á, um tekningarnar eru guðsspottan ella ikki. Hon vísir á, at leiðslan á Jyllandspostinum hevur sagt, at muslimar mugu góðtaka at verða háðaðir og spottaðir. – Kann blaðið ikki sannføra dómsvaldið um, at tekningarnar høvdu eitt annað endamál enn at háða ella spotta muslimar, so haldi eg, at tað kemur undir greinina um guðsspottan, sigur Eva Smith við Politiken. Vagn Greve, professari, hevur eina aðra uppfatan. Hann heldur, at danir eiga at strika lógragreinina um guðsspottan, tí hon er óhóskandi í einum verðsligum samfelag, sigur hann. Brúka børn til hermenn ST krevur nú, at uppreistrarherurin Teir Tamilsku Tikararnir í Sri Lanka skal gevast við at brúka børn til hermenn, og at málið verður tikið upp, tá friðarsamráðingar verða ímillum uppreistrar- menninar og stjórnina seinni í mánaðinum. Samráðingarnar verða í Genéve, og ST sigur, at tað er ikki annað enn rímiligt, at trygdin hjá børnunum verður partur av dagsskránni. ST krevur samstundis, at tað hevur gingið tann rætta vegin tey seinastu árini. Fyri nøkrum árum síðani plagdu upp- reistrarmenninir at brúka børn niður í 14 ára aldur til hermenn, men nú er aldursmarkið komið upp í 16. Hetta er kortini ikki nóg mikið, sigur ST. Síðani teir stríðandi partarnir í Sri Lanka samdust um vápnahvíld fyri trimum árum síðani, hava Teir Tamilsku Tikararnir brúkt minst 5.368 børn til hermenn, sjálvt um felagsskapurin lovaði at lata tey sleppa til hús. Samráðingarnar millum stjórnina og uppreistrar- menninar verða í Genéve 22. og 23. februar, og har skulu partarnir royna at semjast um, hvussu vápnahvíldin kann leingjast, skrivar AP úr Colombo. Guðsspottan ella ikki Í fjør vórðu 58 fólk álopin av hávi, og tað vóru sjey færri enn árið fyri. Fýra teirra doyðu, og tað var eisini færri enn í 2004, tí tá kostaðu hávaálop sjey mannalív, sigur amerikanski granskarin George Burgess. Hann sigur, at talið á teimum, sum verða álopin av hávi, hevur verið minkandi tey seinastu árini. Eitt nú var tað 78 í 2000, og tað árið doyðu 11 fólk. Av teimum 58, sum vórðu álopin í fjør, vóru 29, sum stóðu á vatnbretti, 20 vóru og svumu, og í fýra førum lupu hávar á kavarar. George Burgess sigur, at gongdin tey seinastu árini bendir á, at fólk duga betur at bjarga sær undan hávunum. Nógv velja at taka dystin upp, tá ein hávur nærkast, og tað besta er at sláa hávin á táknurnar ella at stinga okkurt í eyguni á honum, sigur George Burgerss. Færri doyðu av hávi Fuglakrímið í Danmark Í Danmark, Noregi og Svøríki sleppa høsnini ikki at ganga úti longur, nú fuglakrím er staðfest á einari týskari oyggj í Eystrasalti. Hvalir liva leingi