mikudagur 15. februar 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 33 - 15. februar 2006
9
Klakkur hevði størstu
nøgdirnar og fekk
miðalprísin 15,80
krónur fyri kilo
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Nógvur línufiskur er komin
upp á land í Klaksvík hesa
vikuna.
Mánadagin vóru fimm
línuskip inni, harav Klakkur
hevði størstu nøgdirnar – ella
tilsamans 125.000 pund.
Hini skipini, Polarstjørnan,
Ågot, Núpur og Kvikk,
høvdu um 80.000 pund í
part.
Polarstjørnan, sum liggur
við Kósabrúnna í morgun,
hevði 84.000 pund. Teir hava
roynt á Munkagrunninum,
og eini 40.000 pund av
veiðini var hýsa. Hini
fiskasløgini vóru longa
(9.000), brosma (5.000), og
síðan var restin steinbítur,
hvítingur, havtaska og onnur
fiskasløg.
Góður túrur
Klakkur, sum hevði størstu
nøgdirnar hesaferð, hevði
stívliga 40.000 pund av
hýsu, 20.000 pund av longu
18.000 pund av brosmu, og
síðan høvdu teir eisini nakað
av toski, havtasku og øðrum
fiskasløgum.
Á Landingarmiðstøðini í
Klaksvík siga tey, at Klakkur
seldi lastina fyri miðalprísin
15,80 krónur fyri kilo.
Fimm línuskip landaðu í Klaksvík
Polarstjørnan liggur við Kósabrúnna í morgun. Eins og fýra onnur línuskip, løgdu teir veiðina upp í Klaksvík mánadagin Mynd:
Vilmund Jacobsen
Eru ikki
so spentir
at loysa
Útróður
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
– Eg haldi ikki, at
útróðrarmenn eru so
spentir at loysa í løtuni.
Fiskiskapurin hevur
verið á eini leið, men
hýsuprísurin er lágur, og
agn og egning eru dýr.
Tað sigur maðurin, vit
tosaðu við á Landingar-
miðstøðini í Klaksvík í
morgun.
Hann vísir á, at her-
fyri fiskaðu útróðrar-
bátarnir væl, men síðan
minkaði fiskiskapurin
nakað, samstundis sum
hýsuprísurin er læk-
kaður.
– Teir stóru útróðrar-
bátarnir hava tó fingið
hampiliga væl, upp í eini
7.000-10.000 pund á
setuna. Teir hava soleiðis
ligið um eini 100-150
pund á línuna.
Lagt verður aftrat, at
skal ein seta eftir hýsu
í løtuni vera lønandi, er
neyðugt, at rættiliga væl
er á línuni.
Á
Landingarmið-
støðini í Klaksvík siga
tey, at hýsuprísurin á
bretska marknaðinum er
fallin, og høvuðsorsøkin
er, at norðmenn í løtuni
senda so nógva hýsu á
marknaðin.
Norðmenn
trýsta
prísin
á hýsuni
Marknaður
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Ein orsøkin til, at prísirnir
á hýsu eru lækkaðir
seinastu dagarnar er
sambært vælvitandi
keldum í fiskivinnuni,
at norðmenn seinastu
tíðina hava sent stórar
nøgdir av hýsu á bretska
marknaðin.
– Hetta hevur ført
til prísfall á mark-
naðinum.
Norðmenn geva nevn-
iliga ”leyst” at fiska
hýsu í einar 14 dagar til
tríggjar vikur um hesa
tíðina, og tá fer hvør
fjøl, sum hevur rættindi
til hetta tilfeingi, at
fiska.
– Fiskað verður sum
”ørt” hesar dagarnar,
og síðan steðgar veiðan
aftur.
Keldurnar siga, at
sama vanliga hendir
um heystarnar, tá ið
norðmenn aftur geva
”leyst”.
– Í slíkum føri kemur
ein rúgva á hýsu á
bretska marknaðin, og
prísirnir fella.
Lagt verður aftrat, at
prísirnir plaga at hækka
aftur, tá ið hendan tíðin
er av.
Tað merkir so aftur,
at vónir eru um, at
hýsuprísurin á føroyska
marknaðinum fer at
kvinka uppeftir aftur
um ikki so leingi.
Tað nyttar so lítið
hjá reiðaríum og
sølufeløgum at
bjóða upsa út á
fiskamarknaðinum,
tá ið teir
frammanundan hava
mettað marknaðin
Marknaður
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Gamalt orðafelli sigur, at tá
ið ”krubban er tóm, bítast
hestarnir”. Sama kann sigast,
tá ið krubban er ov full; tá er
ikki ókent, at ymisku liðirnir
í vinnuni kunnu ”sparka”
eftir hvørjum øðrum.
Skipini fáa nógvan upsa,
og á virkjunum verður roynt
at arbeiða undan.
Stórt útboð, merkir vanliga
lækkandi prísir, og soleiðis er
eisini við upsaprísinum, sum
er fallin seinastu tíðina.
Onkur
sparkar
eftir
Fiskimálaráðnum, tí teir
ikki – eins og teir gjørdu
fyri einum ári síðan – loyva
innfrysting av smáum upsa,
sum kann taka ringasta
trýstið.
Onkur annar heldur, at
marknaðurin má ráða sær.
Tað gevur kanska bíligari
rávøru.
Reiðaríir og sølufeløg
royna í sínum lagi at fáa
mest møguligt fyri fiskin,
og á Fiskamarknaði Føroya
royna tey eisini at gera sítt
besta.
Skipaeigarar og fiski-
menn fýlast á, at upsin
ikki hevur betri prís á
Fiskamarknaðinum, og á
Fiskamarknaðinum hava
tey tann trupulleika, at teir,
sum eiga/ selja fiskin, fyrst
”metta” virkini, áðrenn teir
bjóða tað, sum tá er eftir, til
sølu á marknaðinum.
Tað hongur ikki saman.
Styrkin við FMF er seljarar
og keyparar, og tað nyttar
so lítið hjá reiðaríum og
sølufeløgum at bjóða upsa
út á fiskamarknaðinum, tá
ið teir frammanundan hava
mettað marknaðin.
Styrkin við FMF er seljarar og keyparar
Reiðaríir og sølufeløg royna í sínum lagi at fáa mest møguligt fyri fiskin, og á Fiskamarknaði Føroya (mynd) royna tey eisini at
gera sítt besta
Mynd: Vilmund Jacobsen