mikudagur 15. februar 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 33 - 15. februar 2006
Maskinmeistarafelagið
vil hava Bjørn Kalsø,
landsstýrismann, at
greiða frá, hvat mann
ingarfelag hevur biðið um
at fáa broytingar gjørdar
í manningarlógini
Í útvarpssamrøðu í gjár
kvøldið siga tygum, at talan
er um eina misskiljing um
feløgini tulka fraboðanina
frá Skipaeftirlitinum soleiðis
at hoyringsviðmerkingar
møguliga ikki verða tiknar
við.
Fylgjandi er tað teldu
brævið, ið vit móttóku frá
Skipaeftirlitinum. Vit fara
at heita á tygum um at
greiða frá, hvat tað er fyri
ein misskiljing ið hesari frá
boðan, ið tygum sipa til í
samrøðuni við útvarpið.
Tygum nevndu eisini, at
okkurt manningarfelag hev
ur biðið um at fáa broytingar
gjørdar í manningarlógini.
Vit fara við hesum at spyrja,
hvat manningarfelag hevur
biðið um broytingar.
Teldubrævið frá Skipa
eftirlitinum til Maskinmeist
arafelagið:
»Góðan dagin,
Viðheft uppskot til løg
tingslóg um manning av skip
um til hoyringar. Uppskotið
verður eisini sent gjøgnum
vanligan post í dag.
Av tí, at uppskotið skal
leggjast fyri løgtingið í hes
ari tingsetuni, er hoyrings
freistin í seinasta lagi 17.
februar 2006.
Hoyringsviðmerkingar
skulu sendast til Skipaeftir
litið.
Møguliga eru ikki stund
ir til at taka allar hoyrings
viðmerkingar við í hesum
umfari, men kann hetta
gerast seinni í sambandi
við eina endurskoðan av
lógini.
Vónandi verður borið yvir
við tí stuttu freistini.«
Nú løgtingið hevur aðalorðaskifti um fram
tíðar vinnupolitikkin finst eitt øki, sum av
góðum grundin ikki fær so nógva umrøðu.
Talan er um eina framtíðar oljuvinnu. Enn
er lønandi fund ikki gjørt, so vit vita í dag
ikki, um vit fáa nakra oljuvinnu av týdningi
her á landi.
Kortini er tað ein sannroynd, at oljutilgongdin
higartil hevur skapt eitt ávíst virksemi og ikki
minst, hon hevur fingið fólk at leita sær í hesa
vinnu í útlandinum við m.a. tí fyri eygað at
koma heimaftur á klettarnar seinni at vera við í
eini føroyskari oljuvinnu. Men uppaftur meira
týdningarmikið er at merkja sær, at alt tosið
og upplýsingin um eina møguliga oljuvinnu
her heima eisini hevur fingið mong at nema
sær útbúgving innan oljuøkið. Vit hava t.d.
júst nú fingið ein føroyskan oljudoktara
í Stavanger. Tillukku við tí. Um somu tíð
síggja vit okkara hægri lærdu háskúlar lýsa
við útbúgvingarmøguleikum við tilkýti til
kolvetni.
At alt fleiri síggja møguleikar at úbtúgva seg
innan oljuvinnuna er so sanniliga eisini eitt
týðandi tekin at taka við í sambandi við eitt
aðalorðaskifti um vinnuframtíðina. Fólkini,
sum fær sær útbúgving á hesum øki ella innan
greinar, sum geva arbeiðsmøguleikar í olju
vinnu aðrastaðni eisini, eru at meta sum eitt
framtíðar know how og fastur grundvøllur
undir eini komandi oljuvinnu her heima. Tey
eru rætt og slætt ein týdningarmikil í íløga inn
í eina enn ókenda vinnuframtíð. Og tað henta
við hesum útviklingi er so aftur, at verður
eingin føroysk oljuvinna í næstu framtíð, so
er stórur tørvur á fólki innan oljuvinnuna í
øllum grannalondum okkara og entá longur
burturi.
Og hóast vit enn ikki hava fingið nøkur ítøki
lig úrslit av oljuleitingini, sum kunnu bera
í sær stórt virksemi, so hava vit góða orsøk
til at vera spent og bjartskygd, tí komandi
mánaðirnar og árini fara altjóða oljufeløg at
gera risastórar íløgur fyri at finna føroysku
oljuna. Og vónirnar eru stórar, hóast vend
ingin varisligt bjartskygni oftani verður havt
á munni.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Ein nýggj vinna
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónssekreterur:
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Lív Horsdal horsdal@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl‑an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
– At standa saman og
lyfta byrðuna í felag, tað
hava tit so ikki fingið í
dópsgávu. Tit eru í ferð
við at sorla eitt stórt og
gott arbeiðspláss sundur.
Hvat orsøkin er, veit eg
ikki, kanska er tað hatur,
klandur, agg ella bert
óvitinheit, ikki veit eg,
men eitt veit eg, at alt
hetta rokið førir ikki til
naka gott fyri stovnin
SEV, heldur Steen Juul
Pedersen
Nú alt hetta rokið er um SEV,
so setti eg meg at lesa bókina
»Ljós yvir landið« skrivað av
Jógvan Arge. Nógv minnir
renna fram fyri mær, meðan
eg lesi, minnist til dømis 5.
mai í 1954, tá Fossáverkið
var vígt. Tjaldrið kom á Vest
manna við gestum, nógvir
mætir menn vóru tá sam
ankomnir í Vestmanna.
Vil loyva mær at nevna
stýrið fyri SEV, sum var um
tað mundið, stýrisformaður
var Gunnar Dahl-Olsen Vest
manna. Stýrislimir vóru Ric
hard Mortensen Argir, Óli
Ellingsgaard Eiði, Niels
Pauli Hansen Glyvrar, Sørin
Danielsen Miðvág, Hilmar
Petersen Fuglafjørð. Um
boðsnevndarformaður var
Dánjal Niclasen, Sørvág.
Hesir saman við ørðum
høvdu tað frammskygni og
dirvi sum skuldi til, fyri at
SEV kundi blíva til tað, sum
ætlanin var.
Hóast stjórin Hjalgrim
Winther saman við ymiskum
stýrum hesi árini strídd ist, so
skerst ikki burtur, at støðan í
1983, tá Klæmint Weihe tók
við sum stjóri var vánalig.
Streymveitingartrygdin var
út av lagi vánalig, linjur og
elútbúnaður annars vóru í
sera ringum standi, elverk
ini vóru ikki útbygd, so tey
kundu nøkta tørvin, eisini
pengakassin var skralltóm
ur.
Eg skal ikki her koma inn
á smálutir (sum t.d. Eiðis
útbygging) bert at stjórin,
stýrið og starvsfólk í SEV
hava megnað at fingið SEV
til at verða eina rímuliga væl
fungerandi fyritøku. Sjálv
andi er tað so, sum danska
orðatakið sigur, at »hvor der
handles der spildes« treyð
ugt so.
Nú til hetta stýrið: At
standa saman og lyfta byrð
una í felag, tað hava tit so
ikki fingið í dópsgávu. Tit
eru í ferð við at sorla eitt
stórt og gott arbeiðspláss
sundur. Hvat orsøkin er,
veit eg ikki, kanska er tað
hatur, klandur, agg ella bert
óvitinheit, ikki veit eg, men
eitt veit eg, at alt hetta rokið
førir ikki til naka gott fyri
stovnin SEV.
»Almindelig sund fornuft
er ikke så almindelig end
da«.
Eg vil enda við at ynskja
SEV tillukku við teimun
60 árinum 1. oktober í ár.
Hjartaliga tillukku.
– Hvat bagir kommunu
stýrunum í Hvalba og
Fámjin, hví stuðla tey
ikki einum ellisheimi
í Vági? spyr Finnleif
Guttesen
Hví hanga tey seg í skjúrtu
velið hjá Tvøroyrar Býráð?
Er tað av fríum vilja ella av
tvingsli, kundi man spurt.
Hví sita tey afturá, hendur í
favn og bíða eftir, hvat Tvør
oyrar býráð finnur uppá?
Við einki at gera, góðtaka
Hvalba og Fámjin, at Suður
oyggin blívur tvær eindir, og
tað var ikki tað, tær søgdu
fyri bert einum ári síðani, so
spurningurin er, hvat er hent
í hesum síðsta árinum?
Býráðslimir á Tvøroyri,
við borgarstjóranum á
odd a, hava viðtikið at søkja
um stuðul til eitt ellisheim
við 25 búplássum, og við
hesum sjónleiki hava tey
deilt Suðuroynna upp í tvey,
ein dáragerð má sigast. Tey
søgdu seg ikki at verða ímóti
einum ellisheimi í Vági, men
– tey kundi ikki standa saman
við kommununum í sunnaru
helvt um eitt ellisheim.
Ferð eftir ferð er tað komið
fram frá Tvøroyrar býráðið,
at gera hinar kommunurnar
ikki sum tey siga, so er
býráðið á Tvøroyri ikki við
til nakað samstarv.
Jógvan Nybo
Maskinmeist
arafelagið
Hvør bað um broytingar?
Tit sorla eitt stórt og gott arbeiðspláss sundur!
Steen
Juul
Pedersen
Býráðið á Tvøroyri ikki til samstarv
Tvøroyri
Finnleif
Guttesen