mikudagur 15. februar 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 33 - 15. februar 2006
11
Í F. F. blaðnum nr. 360 hev
ur Ó eina grein, ið hann
kallar »Citatfalsan hjá
Fagnaðargonguni - eitt
ískoyti til Jenis av Rana«,
sum hevði grein um sama
mál í Sosialinum 6. februar.
Her verður endurgivið úr
blaðnum: »Í blað nr. 361
høvdu vit eina grein m.a.
um Martin Niemøller. Her
endurgóvu vit hesi hansara
kendu orð: »Tá ið nazistarnir
tóku kommunistarnar, segði
eg einki, tí at eg var ikki
kommunistur. Tá ið teir tóku
jødarnar, segði eg einki, tí
eg var ikki jødi. So tóku teir
fakfelagsovastarnar. Eg segði
einki, tí at eg var ikki limur í
nøkrum fakfelag. »Falsanin:
So komu teir eftir teimum
samkyndu, men eg tagdi, tí
eg var ikki samkyndur. At
enda tóku teir meg, men tá
tordi eingin at klúgva í tvey
longur. Í hesum føri haldi eg
bæði við Ó. og Jenisi. Tá ið
endurgivið verður, eigur ein
av halda seg til sannleikan.
At tey samkyndu júst vóru
ein skrásettur bólkur í týn
ingarlegunum, er ein onnur
søga.
Um at endurgeva rætt. Í
januar hevði Jenis av Rana
eina grein í bløðunum við
heitinum. »Kennir tú frá
søgnina um Lot«. Jú, hana
havi eg lisið fleiri ferðir, og
er hon fyri mær ein himm
alrópandi mótsøgn, tá talan
er um faðirkærleika. Birita
Lamhauge Jóansdóttir og
Eivind O. Simonsen svar
aðu aftur við sera væl vald
um orðum, har støðið teirra
eisini varð tikið úr Bíbliuni.
Tey endaðu við spurningin
um. Kanska Jenis er maður
fyri at geva okkum eitt
svar?
Svarið, ið tey fingu frá
Jenisi var hetta: p.s. Longu
dagin eftir fyrstu grein mína
skrivaðu tveir lesarar um
kunnleika sín til Lot. Àheitan
mín til tykkum báðar er:
Haldið á at lesa Bíbliuna,
havið eitt opið sinni og
biðið Heilaga Andan hjálpa
tykkum at skilja tað, tit lesa.
Tá hava tit eitt spennandi og
ríkt lív at síggja fram til. Fyri
mær kundi hetta svarið eins
væl verið: »Goddag mand,
økseskaft«.
Grein tvey hjá Jenisi:
»Jesus og frásøgnin um
Lot«.
Fyrr í vikuni endurgav eg
part av frásøgnini um Lot,
sum vit lesa hana í kap.
13 í Bíbliuni. Lættari er at
fylgja við, um greitt verður
frá, hvaðaní í Bíbliuni skrift
støð verða tikin. Hetta er
væl úr Fyrstu Mósubók.
Kap. 13, har sagt verður
frá, at Ábraham og Lot skilj
ast. Seinri í greinini stend
ur: Síðan heldur Jesus á
við áminningini um at vera
til reiðar, tann dag menn
iskjasonurin opinberast:
…ta nátt skulu tvey vera
í eini song; annað skal
verða tikið við, og annað
skal verða latið eftir. Ikki
stendur frágreiðing um,
hvaðani hettar er tikið, og tí
spyrji eg? Er hetta rætt endur
givið?
Í Bíbliu mínari stendur
hjá Luk. 17. akp. 34. vers.
Eg sigi tykkum: Í teirri nátt
skulu tveir menn vera í eini
song; annar skal verða tik
in við, og annar latin eftir.
Ikki ætli eg mær at blanda
samkynd upp í henda spurn
ing. Stendur tað, sum Jenis
greiðir frá, aðra staðir? Og
hví er málburðurin ikki
eins? Vónandi er tað ikki so,
at menn nú fara at málbera
seg, sum teimum lystir.
Mær rennur til hugs
eina ólavsøkuaftan í seksti
árunum. Hugnaløta var á
Háskúlanum aftan á kapp
róðurin. Við kaffiborðið
høvdu tríggir mans orðið.
Niels Winther Poulsen tos
aði um háskúlarørsluna,
Sigurð Joensen um fronsku
kollveltingina og Brimnes
prestur um Bíbliuna. Hann
greiddi millum annað frá,
at Bíblian varð skrivað langt
aftaná Jesusar deyða, og at
tað var ymist, ið ein kundi
seta spurningar við, eisini tí
tað vóru ymiskar umsetingar.
Eg má siga, at fyri meg var
hetta eitt nýtt sjónarmið. Eg,
sum var uppvaksin millum
kirkju og missiónshús,
hevði bara tikið ímóti uttan
at seta spurnaðartekin við
nakað. Í fyrstuni gjørdi hetta
meg eitt sindur ørkymlaða,
men sum fráleið helt eg, at
Bíblian gjørdist enn meira
áhugaverd.
Jakob Appel háskúlastjóri
og kirkjuministari 1922 gav
eina sera góða lýsing av
J. C., ið var undanmaður
hansara. J. C. var det mest
beskedne menneske og per
sonligt uegenyttigste menn
eske, man kunde tænke sig.
Men magt ville han, fordi
han var sikker på, at det,
han ville, var også det,
Vorherre ville. Út frá tí,
ið skrivað hevur verið um
tey samkyndu hesa seinastu
tíðina, haldi eg, at vit eiga
fleiri, ið kundu fingið sama
skoðsmál sum J. C. Um vit
trúgva, at Gud er til, mega
vit eisini trúgva, at ein og
hvør av okkum eru myndaði
í Guds mynd, við teimum
ymisku eginleikum, vit
fingu í vøggugávu.
Ole Wick vísti á, at vit áttu
ein bólk, ið ikki var góð
kendur í samfelag okkara.
Hann nýtti flaggið til at
gera vart við hetta. Andans
hooligans løgdu í vaðið.
Tá ið hann síðani var so
óskikkiligur at tekna eina
svarta bók afturat, varð hann
meldaður.
Ein sending í Lindini
um Ole Wick og hansara
óskikkiligheit var eftir mín
ari meining niðanfyri alt
lágmark. Eg má siga, eins
og ein gomul kona segði,
tá ið hesar nýggju andaligu
rørslurnar floymdu yvir í Før
oyum: »Mær dámar ikki, at
gud verður tikin av ræði«.
Ein ótrúligur dupultmoral
ur er eisini í hesum saman
hangi. Fyrstu ferð, eg hoyrdi
um Jesus-kaku, var seinasta
valkvøld. Greitt varð frá í
bløðunum, at tá ið upp var
talt og Miðflokkurin fekk
sínar menn, fingu vit kaffi
og Jesus-kaku. Eg hevði ikki
hoyrt hetta heitið fyrr og fór
tí at spyrja, hvat ið hetta var
fyri ein kaku. Jú, hetta var
nakað nýtt, ið tey, ið høvdu
samhuga við Miðflokkin,
vóru farin at brúka. Skriftstøð
vórðu sproytaði við glasur
á kakuna. Havi hoyrt frá
fólki, ið hevði verið til eina
fermingaveitslu, at ein kaka
stóð á borðinum, prýdd við
einari opnari Bíbliu. Er hetta
ikki at vanvirða Guds orð og
Bíbliuna, so skilji eg einki.
Sjálv havi eg ofta hugsað
um hesa mótsøgn, at tey flestu
vilja til himmals eftir egnari
uppskrift, uttan at kunna
semjast her á jørð. Í einum
brúdleypi í Norðoyggjum
fekk eg svar uppá henda
spurning. Hetta var fyrst í
nítiárunum; vit vóri nýggj í
Ónagerði og vistu lítið um,
hvar ið hvør hoyrdi heima.
Við brúdleypsborðið fekk
eg ein fittan, ungan mann
undir høgru lið. Vit skiftu
orð um mangt og hvat, men
so fekk hann tað hugskot,
at hann skuldi fortelja mær,
hvar tey ymisku hoyrdu
heima. Vit sótu væl fyri,
so lætt var at fylgja við,
tá ið hann vísti mær á teir
ymisku persónarnar, og
hann tók teir í raðfylgju.
Hasi hoyra til adventistarnar,
og síðani nevndi hann navni
á samkomunum ið tey
ymisku hoyrdu til, meðan
hann peikaði á tey. Emmaus
- Solo Deo Gloria - KFUM
- baptistarnar og kirkjuna.
Eg sigi tá við hann, so er at
vóna, at vit semjast, áðrenn
vit fara foldum frá. Nei,
svaraði hann, tað er ikki
neyðugt, tí tað stendur í
Bíbliuni. Í faðirs míns húsi
eru mangir bústaðir. Var tað
ikki so, hevði eg sagt tykk
um tað; tí at eg fari burtur
at tilbúgva stað fyri tykkum.
Joh. 14 kap. 2 vers. Ein
nýggj tulking, ið ikki var
runnin mær til hugs. Sig so,
at nakað er nýtt undir sólini.
Nei, tá haldi eg heldur við
Jóan Chr. Poulsen.
Hvar var Guðs jørð eitt
fagnarstað
at búgva á, tá bróðurlag
var hvørt eitt stað at finna;
og klandur innivist ei fekk,
men fjónað millum húsa
gekk
og einki fekk útinnað.
Nr. 517 í Sálmabók
Føroya Kirkju
Hugarensl
Nicolina
Jensen Beder
– Ískoyti til orðaskiftið
um miðnámsútbúgvingar
og miðnámsskúlar
Haldi tað vera rætt og skila
gott at seta sum mál, at øll
í Føroyum skulu hava eina
miðnámsútbúgving. Sam
stundis er eisini neyðugt
at víðka um hugtakið »mið
námsútbúgving«.
Higartil hava vit í Føroy
um sæð miðnámsútbúgving
ar sum tær bókligu útbúgv
ingarnar vit bjóða á verandi
miðnámsskúlunum.
Hesar útbúgvingar fata
um Studentaskúla (ST) og
Hægri Fyrireikingar (HF),
sum eru almenngymnasialar
útbúgvingar, har tú fyrst
og fremst hevur almenn
andi lærugreinir, ið gera
teg føran fyri at fara undir
hægri framhaldslestur, um
tú annars lýkur tey upptøku
krøvini, sum útbúgvingar
stovnurin setir, og Hægri
Handilsskúla(HH), Hægri
Tøkniskúla (HT) og Hægri
fiskivinniskúla (HIF) sum
eru
yrkisgymnasialar
útbúgvingar, har tú umframt
almennar lærugreinir eisini
hevur lærugreinir, ið fyri
reika teg til bæði at fara
undir framhaldandi hægri
vinnulívsútbúgvingar (hand
ilsútbúgvingar og tekniskar
útbúgvingar) og til at arbeiða
í vinnulívinum.
Afturat hesum vit í dag
nevna sum miðnámsútbúgv
ingar, eiga vit eisini at leggja
allar tær yrkisútbúgvingar
sum vit annars kenna í dag,
og víðka um útboðið av
útbúgvingum.
Hesar útbúgvingar fata
um Sjóvinnuútbúgving, sum
gevur næmingunum eina
grundleggjandi verkliga og
ástøðiliga vitan um viður
skifti á sjónum og umborð
á skipi.Undirvísingin leggur
dent á at geva næmingunum
vitan um trygd á sjónum,
arbeiðsumhvørvi, viðlíka
hald og verkligan sjómans
skap, soleiðis at teir eftir
lokið skeið kunnu mynstra
sum dekkarar.
Heilsuútbúgvingar eru
nýggjar útbúgvingar, ið byrj
aðu á heysti 2001. Útbúgv
ingarnar hava til endamáls
hvør sær at geva næming
unum førleika at røkja
uppgávur á almanna- og
heilsuøkinum. Útbúgvingin
til heilsuhjálpara er skipað
sum ein grundútbúgving
(eitt støðisár), ið tekur 1 ár
og 3 mánaðir. Eftir lokið
støðisár er møguleiki fyri at
halda fram 1 ár og 10 mán
aðir í útbúgvingini til heilsu
røktara.
Eisini er møguleiki at
taka yrkisútbúgving innan
fiskavirking og aling. Talan
er um tvey sløg av yrkisút
búgvingum, ávikavist innan
flakavinnuna ella alivinnuna.
Hesar útbúgvingar verða
skipaðar sum arðar hand
verkaraútbúgvingar, har
fyrst verður gingið í skúla
í eitt støðisár og síðani verk
liga upplæring á virki har
næmingurin hevur lærusátt
mála.
Umframt hesar útbúgv
ingar hava vit okkara sið
bundnu Handverkaraútbúgv
ingar, sum fata um øll vanlig
handverkarayrki vit kenna
eitt nú snikkara-, bilsmið-,
el- , hárfríðkan- og maskin
útbúgving.
Síðani hava vit vanligu
Handilsskúlaútbúgvingina,
sum gevur førleika til fyrisit
ing-, handil-, skrivstovuyrki
umframt onnur tilboð sum
hesin skúlin bjóðar.
Tað hevði verið skilabest
at sam- og umskipað allar
útbúgvingarnar soleiðis at
allar fingu heiti miðnáms
útbúgving og við tíðini komu
undir sama skipanarliga
hátt.
Á sama hátt sum vit nú
umskipa allar okkara víðari
útbúgvingar so tær verða á
fróðskaparstøðið.
Fyri at lyfta samfelagið
á eitt hægri støðið, fyri at
tryggja vælferðina í fram
tíðini og fyri at vera við í
kappingini á jøvnum føti
við allan heim, eiga allar
hesar útbúgvingar at verða
dagførdar og nútímans
gjørdar soleiðis at tær lúka
altjóða fakligu krøvunum
innihaldsliga og tøkniliga.
Hetta verður tað stóra
takið, og heppin hond skal til,
tá slíkt skal gjøgnumførast,
tí á leiðini liggja nógvir
snávingarsteinar. Haldi tað
vera neyðugt við breiðum
politiskum uppbakningi
og samstarvi, um slíkt skal
eydnast á fullgóðan hátt.
Kreativiteturin við í
útbúgvingartilboðini.
Í miðnámsútbúgvingunum
vit bjóða ungdóminum í
dag, kunnu vit siga at skap
anarevnini eru útihýst. Vit
mangla ikki bara at rúma
kreativitetinum hjá hesum
bólki av ungfólki, men eisini
at geva teimum avbjóðingar
og útbúgvingar har tey kunnu
fáa amboð og víðarimenna
øll tey ótrúðligu evni hesi
fólk hava.
Miðnámsútbúgvingar inn
an tónleik, sjónleik, máln
ingalist, sniðgeving, kunning
ar og samskiftistøkni, sang
og sangskriving, fyri at
nevna nøkur av teimum lista
greinunum sum vit eru væl
signaði við, men ikki geva
fólki møguleika at dyrka.
Hetta tilfeingi eiga og
skulu vit eisini nýta orku
uppá í Føroyska útbúgving
arverkinum. Hesin kreativi
tetur kann ikki framhaldandi
liggja uttan fyri tað lærurúmið
vit í Føroyum bjóða okkara
borgarum. Vænti at stórur
partur av okkara framtíðar
vælferð kemur at liggja í
hondunum hjá tí skapandi
fólkinum her á landið, og
á altjóðapallinum er hetta
ómetaliga tídningarmikið,
tí her kunnu vit ósmæðin
kappast við allan heim.
Miðnámsskúlarnir sum
mentanardeplar
Grundin til at Tjóðveldis
flokkurin vil hava miðnáms
skúlar kring alt landið, eru
fleiri.
Miðnámsskúlin er ikki
bert ein skúli har ungfólk
millum 17 og 20 ár fáa sær
útbúgving. Nei, skúlin er
eisini tann depilin sum skal
taka sær av at útbúgva og
endurútbúgva arbeiðsmeg
ina kring landið.
Frá at virka í einum fiski
ídnaðar samfelagið, til at
arbeiða í vitanarsamfelag
num, verður neyðugt at
styrkja førleikan hjá verandi
arbeiðsmegi, soleiðis at hon
kan taka framtíðar avbjóð
ingar upp.
Eisini er skúlin tann ment
anardepilin, sum skal vera
við til at menna øki og gera
tað spennandi og áhugavert
fyri allar samfelagsbólkar at
búseta seg í einum øki. Skúlin
eigur at vera samskiftis depil
in hjá bygdini ella býnum,
og eisini verða tann sum
kann geva íblástur uttan
úr heimi. Staði har nýggir
tankar spretta og tiltøk vera
sett í gongd, til gagns fyri
borgararnar og menningina
av øllum økinum skúlin er
í. Stutt sagt skal skúlin vera
tann mentanardepilin ella
mentanarhúsið har alt øki
sígur sær megi og merg.
Við hesum í huga mæla
vit til at miðnámsskúlar,
ið verða víðkaðir til at
verða mentanardeplar, har
endurútbúgving av arbeiðs
megini í Føroyuym eisini
verður hýst, samstundis
sum teir eru mentanarhús í
økjunum, verða lagdir kring
alt landið. Í Noroyggjum
verður miðnámsskúli við
denti á tøkni útbygdur,
miðnámsskúli við denti
á fyrisiting, handli og
skrivstovu og student verður
í Eysturoy, miðnámsskúli við
student-, tøkni- og fyrisiting,
handli og skrivstovu verður
í Tórshavn, Miðnámsskúli
við
fiskivinnu-
og
umhvørvi
verður
í
Vestmanna, miðnámsskúli
við listagreinum og ítrótti
verður í Sandoy, í Vágum
verður miðnámsskúli við
matvøruframleiðslu
og
ferðavinnu sum høvuðsgrein
og í Suðuroy verður
miðnámsskúli við HH
og heilsuútbúgving sum
serøki.
Løgtingskvinna
Heidi
Petersen
Miðnámsskúlar sum mentanardeplar