Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-15, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. februar 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 33 - 15. februar 2006 Í sambandi við at Tórshavnar alfrøði kemur út í november í ár, er ein áhugaverd fram­ sýn­ing við gomlum kon­fir­ mantamyndum á Torginum í SMS. Endamálið við hesi fram­ sýningini er at fáa kon­ firmantamyndirnar so rættar sum gjørligt og at fáa fatur á so nógvum myndum, sum til ber, sigur Birgar Johannes­ sen frá Tórshavnar alfrøði. Talan er um konfir­manta­ myndir í tíðarskeiðinum 1900-1970. Umleið 90 mynd­ ir eru á framsýningini, og á teimum flestu eru nøvnini komin upp á pláss. Hesar dagarnar, framsýn­ ing­in hevur verið, eru nógv fólk komin, og fleiri koma við myndunum, sigur Birgar, men tað undrar hann, at ong­ar myndir eru komnar úr Velba­ stað, Kirkju­bø og Hesti, hað­ ani nógvir konfirmantar eru. Úr Nólsoy hevur hann fingið heilt nógvar myndir. Birgar sigur, at um fólk eiga myndir, har tey ivast í, um tær eru konfirmantamyndir, eru tey vælkomin við teimum, so skal hann finna út av tí. Fólk, sum koma til fram­ sýningina, fáa ein lepa við 10 áhugaverdum upplýsingum um konfirmantarnar hesi 70 árini. Lepin er gjørdur, til at fólk kunnu taka hann heim við. Talan er um umleið 5.300 konfirmantar í hesi 70 árini, nøkulunda javnt deilt millum gentur og dreingir. Á Sjúkrasystraskúla Føroya tóku hesar sjúkrasystrarnar prógv í februar 1976. Fyrsta rað, f.v.: Aslaug Thomsen, Strendur, Anna Sofía Christiansen, Oyrarbakki, Motirna Petersen, Tórshavn, Jórun Ask­ham, Klaksvík, Gunhild Vang, Miðvágur, Noomi Holm, Tvøroyri, Elinborg Hermansen og Jóhanna Magnussen, Tvøroyri. Annað rað, f.v.: Dorte Madsen, Tórshavn, Malena Elias­ sen, Fuglafjørður, Maud av Fløtum, Tórshavn, Marianna Norðoy, Klaksvík, Poula Poulsen, Hjørdis Hansen, Bergliot Ihlen, lærarar, Anna á Reynatúgvu, Sandur, Karinbeth Peter­ sen, Tórshavn, Elisabeth Simonsen, Sørvágur, og Rannvá Lindarstein, Tórshavn. Aftasta rað, f.v.: Lena Simonsen, Vágur, Arndis Svabo, Miðvágur, Hanna Arge, Tórshavn, og Annika Michelsen, Sørvágur. Kelda: Myndaárbókin árið ið fór 1976 Fyri 30 árum síðan: Prógv sum sjúkrasystrar í 1976 Tórshavnar alfrøði: Stórur áhugi fyri konfirmantamyndunum Umleið 90 konfirmantarmyndir eru á framsýningini á Torginum í SMS Birgar Johannssen frá Tórshavnar alfrøði skipar fyri framsýningini