mikudagur 15. februar 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 33 - 15. februar 2006
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Eileen
Thomsen,
Lopra, andaðist á Lands
sjúkrahúsinum týsdagin,
14. februar, 74 ára
gomul.
Farið verður úr kapell
inum á Landssjúkrahús
inum til Smyril fríggja
dagin, 17. februar, kl.
11. Jarðarferðin verður
úr Vágs kirkju í kirkju
garðin á Leitið leygar
dagin, 18. februar, kl.
13.30.
Betrea Jacobsen, Mið
vágur, andaðist mána
dagin 13 februar, 75 ára
gomul.
Jarðarferðin verður
lýst seinni.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin í morgin
16. februar. Juliana, deyð umleið ár 300. Vildi ikki
giftast heidna trúlovaða sínum og varð tikin av døgum.
Er eisini navn á tveimum øðrum halgikvinnum. Giljanna
er føroyski navnaformurin. Juliana er rómverskt ættar
navn.
Jørmann Petersen í Hoyvík
er settur í starv sum stjóri í
P/F Havnar Timburhandli.
Jørmann er 33 ára gamal
og er ættaður úr Sandavági.
Hann er útbúgvin cand.
merc.aud (revisorkandidat)
frá handilsháskúlanum í
Keypmannahavn. Hann hevur
starvast sum grannskoðari
hjá Rasmussen &Weihe í
seks ár og sum deildarleiðari
á Fiskimálaráðnum í tvey og
eitt hálvt ár.
Jørmann er búsitandi í
Hoyvík saman við konuni
Brynhild og dóttrini Ronju.
Samstundis sum Jørmann
tekur við stjórastarvinum,
fer Heini Fosaa frá sum
stjóri, og hevur tikið við
sum nevndarformaður í
felagnum.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu
samkenslu, tá ið kæri maður, pápi, verfaðir,
abbi og langabbi okkara
Hákun Leivur Jeonsen
(Hákun á Líknargøtu)
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til øll, sum á ymiskan hátt hjálptu til.
Tøkk fyri blómur, kransar, gávur og heilsanir
og tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Noomi
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum vístu samkenslu
í stóru sorg okkara, tá ið okkara elskaði pápi, abbi,
langabbi, verfaðir og bróður
Karl Esbern Andreasen
Klaksvík
doyði og varð jarðaður.
Takk til Ólavur í Mittúni, Hanus Simonsen,
Hans Eiler Hammer, Niels P. Danielsen
og Poul Johannes Johannesen fyri troystarrík orð.
Takk til kirkjutænarar, tónleik, sangarar, bilførarar
og gravarar.
Takk til Heimarøktina, starvsfólkini á Norðoya
Røktarheimi og Klaksvíkar Sjúkrahús fyri kærleika,
umsorgan og røkt.
Takk til KFUM & K og hjálparfólk fyri vælvild og hjálp
í sambandi við ervið.
Takk til tykkum, sum hjálptu okkum við ervinum.
Takk til familju og vinir fyri alla hjálpina.
Takk fyri allar gávurnar, sum vórðu latnar til KFUM & K.
Hjartans tøkk til tykkum øll, sum fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað.
Harrin gav og Harrin tók, Harrans navn veri lovað.
Hjartans tøkk øll somul
Børnini v/ familju
P/F Havnar Timburhandil:
Jørmann Petersen
nýggjur stjóri
Prógv
Rúnar Reistrup úr
Tórshavn hevur við
Århus Universitet lokið
prógv sum cand.mag. í
kunningarfrøði (Informa
tionsvidenskab)
Krúndiamantbrúdleyp
Hósdagin 16. februar hava Martha og Steingrim Simonsen
í Vestmann verið gift í 65 ár. Dagurin verður hildin í
heiminum á Hallarvegi 12 saman við familjuni.
Fjeppari?
Les um ítrótt
í Sosialinum
.