mikudagur 15. februar 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 33 - 15. februar 2006
Nr. 33 • mikudagur • 15. februar 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo
Ukraina vil ikki góð
taka dystarskránna,
sum hini londini í
okkara EM-bólki
eru blivin samd um.
Ukraina heldur, at
Frakland hevur ov
stóran fyrimun av
skránni. Avleiðingin
kann verða, at UEFA
dregur lut um, hvussu
dystirnir skulu
spælast
Fótbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Ukraina vil ikki spæla við
meir. Eftir at Føroyar og hini
londini í okkara bólki til EM-
undankappingina í fótbólti
vóru blivin samd um, hvussu
dystirnir í bólkinum skuldu
spælast, hevur Ukraina lagt
fót fyri avtaluna.
UEFA krevur, at øll
londini skulu semjast um
dystarskránna, áðrenn hon
er endaliga, men tað vil
Ukraina ikki gera.
– Vit kunnu ikki góðtaka
skránna, sum varð løgd í
Paris. Vit halda, at Frakland
fær ov stóran fyrimun, tí teir
spæla á heimavølli seinastu
fýra dystirnar, skrivar ukra
inska fótbóltssambandið í
einum brævi til hini londini
í bólkinum.
Harafturat heldur Ukraina,
at tað er ein vansi fyri teir, at
teir skulu spæla á heimavølli
fyrst ímóti bæði Fraklandi,
Italia og Skotlandi.
Tí mælir Ukraina til, at
dystirnir ímillum teir og
Frakland verða b‡ttir um, og
at dystirnir millum Ukraina
og Litava eisini verða b‡ttir
um.
Kann enda við
lutakasti
Í løtuni halda samráðingarnar
millum tey sjey londini
fram. Føroyar og hini fimm
londini hava verið samd um
eina dystarskrá, men nú
verður arbeitt við onkrum
smávegis broytingum, so at
Ukraina eisini kann góðtaka
skránna.
Tað er tó ikki líkt til, at Lit
ava og Frakland vilja ganga
krøvunum frá Ukraina á
møti, men møguliga kann
onkur onnur smávegis broyt
ing bøta um støðuna.
Eitt uppskot er, at dystirnir
ímillum Føroyar og Frakland
verða býttir um, so at
Frakland ístaðin kemur til
Føroya móti endanum av
kappingini. Hetta hevur so
við sær, at Føroyar ikki fáa
nakran veruligan pengadyst
í ár, tí bæði heimadystirnir
ímóti Italia og Fraklandi
liggja næsta ár.
Tað er ikki vist, at hendan
broytingin kann loysa knútin,
men partarnir halda fram við
at tosa saman, og skuldi tað
ikki borið til at funnið eina
semju, fer UEFA at draga
dystarskránna tann 2. mars.
Tað vilja øll londini helst
sleppa undan, tí tá hava tey
onga ávirkan á dystarskránna
longur.
Ukraina hevur sett seg upp á tvørs
Bjartur
sló til
Bjartur Lamhauge
vann kappingina
í tungvekt, tá ið
innandurakapping
í rógving var í Havn
farna vikuskiftið
Rógving
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Sterkasti føroyski rógvarin
í løtuni, Jón Rosenblad úr
Lamba, var ikki við í kapp
ingini, sum Havnar Róðr
arfelag skipaði fyri um
vikuskiftið, og tað gjørdi
kappingina í tungvekt hjá
monnum meira spennandi,
enn hon annars hevði verið.
Og hesaferð var tað
Bjartur Lamhauge úr
Havnar Róðrarfelag, sum
var frammanfyri allar hinar
rógvararnar og vann kapp
ingina. Í hølunum á honum
komu Martin R. Dahl og
Magnus Madsen, báðir úr
Argja Róðrarfelag.
Hjá kvinnunum var tað
Kartin Olsen úr Knørri,
sum vann kappingina.
Kappast var í nógvum
ymiskum bólkum, og
úrslitini síggjast á heima
síðuni hjá Havnar Róðrar
felag, www.drekin.fo
Komandi vikuskifti
luttaka 10 unglingar
úr Føroyum í Norður
landameistara
heitinum (NM) í
talvi fyri ung, sum
hesuferð er í Esbo í
Finlandi. Kappingin
er á hvørjum árið um
miðjan februar, sum
norðurlondini skiftast
um at fyriskipa
Talv
Kappingin er skipað í aldurs
bólkum og Norðurlondini
eru umboðað við tveimum
telvarum hvør í hvørjum ald
ursbólki.
Í Føroyum vóru úttøku
kappingar, sum samstundis
vóru FM-kappingar, í
november mánað 2005.
Føroyameistarin og nr. 2 í
aldursbólkunum umboða
Føroyar í Finlandi.
Seinnu árini hevur Talv
samband Føroya úttikið 10
telvarar at umboða Føroyar
- t.v.s. sama luttakaratal sum
hini Norðurlondini lata seg
umboða við. Hetta er liður í
miðvísari ungdómsmenning,
sum tryggjar, at telvararnir
longu á ungum árum fáa
altjóða royndir.
Tveir av okkara sterkastu
telvarum - Martin Poulsen
og IM John Rødgaard - hava
staðið fyri venjingum undan
NM. Somuleiðis hevur venj
ingarlega verið vesturi í Vág
unum.
Søguliga sæð, hevur hepn
ast fleiri føroyskum telvarum
at vinna bronsuheiðursmerki
í NM, og stundum hevur
resta sera lítið í enn betri
plaseringum. Vánirnar til
komandi NM eru góðar, nú
telvararnir alsamt hava størri
royndir í hesum høpinum,
hóast ásannast má, at mót
støðan er sera hørð frá størru
grannatjóðunum.
Telvarar 10 ár og yngri
Í yngsta bólkinum luttaka
Høgni Egilstoft Nielsen úr
Sandavági og Johan Hentze
av Norðskála. Hóast bert
8 ára gamal, hevur Høgni
royndir frá NM í Noregi í
2005 - og er Føroyameistari í
aldursbólkinum annað árið á
rað. Johan Hentze hevur ikki
roynt seg í hesum høpinum
áður og spennandi verður,
hvussu støðuga framgongdin
í seinastuni fer at hilnast í
kappingini. Tvey ógvuliga
spennandi umboð í yngsta
bólkinum.
Telvarar 11 - 12 ár
Føroyameistarin, Heiðrikkur
Tindskarð Jacobsen úr Tórs
havn og Jóhann Vørmadal
úr Vestmanna, umboðað
Føroyar í hesum bólkinum.
Jóhann hevur roynt seg áður
til NM, meðan Heiðrikkur í
fleiri umførum júst er vorðin
ov stuttur - men hesuferð
bragdaði. Bólkurin er ofta
opin, men mótstøðan er mun
andi harðari, í mun til yngsta
bólkin. Hóast styrkismettir
niðarlaga í feltinum er
rímiligar vánir fyri einum
heiðurligum úrsliti.
Telvarar 13 - 14 ár
Aftur hesuferð verða Før
oyar umboðaðar av tvífalda
føroyameistarnum Hjalta
Toftum Jógvansson úr Tórs
havn og Rógva Egilstoft Niel
sen úr Sandavági. Hesir báðir
luttaka á 4 sinni uppí slag í
NM høpi. Rógvi vann bronsu,
tá NM varð hildið í Føroyum
fyri 4 árum síðani. Og brúk
verður fyri royndunum teir
higartil hava ognað sær, tí
móttstøðan verður rættiliga
hørð - men raka teir “dagin”,
kann tað eisini í hesum
bólkinum gerast spennandi.
Telvarar 15 - 16 ár
Tær heilt stóru vánirnar eru í
hesum bólkinum, sum verður
umboðaður av helst stórsta
stjørnuskotinum í føroyskari
telving seinnu árini Helga
Dam Ziska úr Tórshavn og
unglingaføroyameistaranum
Rógva Dragaberg úr Klaks
vík. Helgi liggur styrk
ismettur sum nr. 2 í kapping
ini, meðan Rógvi er styrkis
mettur nakað niðari. Báðir
eru ímillum okkara royndastu
unglingatelvarar bæði her
heima og uttanlands.
Telvarar 17 - 20 ár
Útlitini í hesum bólkinum
eru eisini rættiliga góðar.
Olaf Berg, sum gjøgnum
árini, nærum uttan undantak
hevur luttikið í NM - heilt frá
yngsta bólkinum - og vunnið
fleiri bronsuheiðursmerki á
vegnum, seinast í Karlstad
í 2004, fer óivað at leggja
nógv fyri, nú hetta er seinasti
møguleikin at luttaka í
NM-høpi fyri ung. Men
spenningurin er eisini stórur,
um Sjúrður Torsteinsson av
Tvøroyri, sum s‡nist at vera
rættiliga væl fyri, aftur í ár fer
at gera um seg - seinasta NM
var um reppið, at Sjúrður fekk
eina plasering.
Sí annars meira á www.
faroechess.com, har til ber at
fylgja telvingini í døgunum
17. - 19. februar.
Ungir telvarar til Finlands
Hjalti Toftum Jógvansson úr Havn og Rógvi Egilstoft Nielsen úr Sandavági eru tveir av ungu
telvarunum, sum verða við í NM
Bjartur Lamhauge vann
kappingina hjá monnum