mikudagur 15. februar 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 33 - 15. februar 2006
15
Tað má vera ein stór
misskiljing, um sagt
verður, at FSF ikki
hjálpir fíggjarliga.
Bara tey bæði seinnu
árini er árliga upp
hæddin vaksin úr
null í góðari millión.
Hartil er eisini ser
ligur grunnur settur
á stovn, sum júst
er oyramerktur
umsitingarligum
viðurskiftum. Tí
dugir Óli Holm ikki
reiðiliga at skilja
atfinningarnar, sum
Birgir Enghamar
førdi fram í blaðnum
í gjár
FSF-val
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Serliga fanst Birgir at, at
umsitingarligu krøvini til
feløgini eru herd somikið
nógv seinnu árini, og at
feløgini hava trupult við at
lyfta hesi krøv.
– Hetta er ein støða, sum
føroyskur fótbóltur má ar
beiða saman um fyri at loysa.
Og tí havi eg eisini sagt, at
FSF má hyggja alvorliga
eftir, um tað á nakran hátt
ber til at lætta um hjá feløg
unum. Møguliga við at lata
eina upphædd, sum skal vera
oyramerkt til fyrisitingarliga
arbeiðið hjá feløgunum,
segði Birgir í samrøðu í
gjár.
Ein stór misskiljing
Hesum er Óli Holm als ikki
ósamdur í. Men hann vísir
samstundis á, at FSF heilt
ítøkiliga eisini hevur hjálpt
feløgunum í at røkka teim
um krøvum, sum verða sett
frá eitt nú UEFA.
– Bara tey bæði seinnu
árini eru munandi batar
hendir.
– Tey feløg,, sum skulu
lúka minstukrøvini, fingu
í 2004 50 tkr. í beinleiðis
stuðuli
til
endamálið.
Og hartil fingu feløgini í
fremstu deildini í 40 tkr.
beinleiðis frá FSF. Hetta tí
býtið av Champions-league
peningunum varð gjørt soli
dariskt. Ein yvirgongd, sum
eisini gav smærru feløgunum
nakað, meðan feløgini í
fremstu deildini fingu nakað
minni í sín part.
– Í fjør varð Formula-
avtalan eisini fingin undir
land. Ein avtala, sum gevur
feløgunum í Formula-deild
ini á leið 40 tkr. í part. Tað
hevur eisini givið feløgun
um inntøkur, at FSF ikki
longur tilskilar sær rætt til
atgonguinntøkurnar í 1/4-
og 1/2-finalunum í steypa
kappingini. Í alt er væl talan
um einar 200 tkr., sum tey
feløgini nú fáa.
– Og at enda skal ikki
gloymast, at vit nú hava
sett á stovn serligan grunn
fyri menning av fótbólti.
Við inngjaldi í fjør og í ár
kemur hesin grunnur upp á 1
mió kr. Pengar, sum feløgini
kunnu søkja um, og sum
verða beinleiðis oyramerktir
til at styrkja um umsitingina
í feløgunum.
– So eg má siga, sum er,
at eg dugi ikki rættiliga at
skilja tær atfinningar, sum
Birgir kemur við um hetta.
Sjálvandi hava feløgini
fingið nakrar treytir eftir
UEFA-minstukrøvunum.
Men tað má liggja onkur
stór misskiljing aftanfyri,
um ført verður fram, at Fót
bóltssambandið ikki ger
nakað fyri at hjálpa feløgun
um í at røkka hesum, sigur
Óli Holm.
Umsiting spælir við
Eitt er at fáa eina sterka
umsiting úti í einstøku feløg
unum. Annað er, umsitingin
hjá FSF, sum summ i kanska
halda vera ov sterka. Í øllum
førum helt Birgir Enghamar,
at umsitingin í FSF í ov lítlan
mun arbeiðir fyri feløgini.
Ein kritikkur, sum verandi
formaðurin eisini hevur
hampuliga ilt við at skilja.
– Sjálvandi arbeiðir umsit
ingin fyri feløgini. Har eru
ein røð av málum, sum
krevja nógv arbeiði, og tí er
umsitingin skipað eftir hes
um. Eitt nú minstukrøvini,
landskappingin, dómarar,
venjarar og nógv annað.
Hetta eru væl alt lutir, sum
verða gjørdir fyri at styrkja
um føroyskan fótbólt sum
heild. Og harvið eisini feløg
ini, heldur Óli.
Altjóða arbeiðið
má raðfestast
Í sama viðfangi við, var,
at tað týdningarmesta í
arbeiðinum við føroyskum
fótbólti er, at føroysku
feløgini klára at fylgja við
gongdini. Og at arbeiðið
við altjóða fótbólti ikki gav
nakra meining, um hesin
parturin ikki var í lagi.
– Eg eri avgjørt samdur
í, at heimligu viðurskiftini
skulu vera í lagi. Men tingini
hanga eisini saman.
– Veruleikin er, at knappir
tveir triðingar av inntøkunum
hjá FSF koma uttanífrá – frá
FIFA, UEFA og Sports-five
– og tí ber ikki til at igno
rera hetta. Tí er ein av for
treytinum fyri einum væl
virkandi føroyskum júst al
tjóða samstarvið. So tingini
hanga óloysiliga saman. Tað
er altso ikki so, at vit bara
kunnu trappa niður í hesum
og so rokna við, at føroyskur
fótbóltur hevur meira pening.
Tann peningur, sum FSF mót
tekur í hesum sambandi, er
beinleiðis oyramerktur til
altjóða luttøkur hjá lands
liðum okkara. Eisini tá tosað
verður um U-21 landslið.
Sjálvandi kostar tað nakað,
og vit hava eisini sagt, at
vit ikki ætla okkum í nakað
fíggjarligt óføri. Men at vit
arbeiða miðvíst fram ímóti,
at hetta landsliðið kann
gerast veruleiki til næstu
undankapping. Sum er, so
eru vit altso einasta UEFA-
landið, sum ikki hevur U-21
landslið, og bæði ítróttarliga
og ítróttarpolitiskt kann tað
vera óheppið.
– Og tað sama ger seg
galdandi, tá tosað verður
um venjingarleguna hjá A-
landsliðnum. Eg havi hoyrt
onkran ilskast um, hvørt tað
er neyðugt, at landsliðið skal
til Florida á venjingarlegu.
Men hetta er ein partur av
avtaluni við sports-five. Teir
gjalda venjingarleguna, og
tað er ikki so, at vit fáa nakað
av peningi í kassan, um legan
verður hildin onkrastaðni,
har tað er bíligari at ferðast
til, staðfestir Óli Holm.
Nógv eftir at gera
Fyri at draga samanum,
spurdi vit at enda Óla, hvørj
ar orsøkir hann sá til, at hann
skal verða sitandi í sessinum,
nú onnur kanska halda, at
hann ikki skal verða tað.
– Eg síggi tað soleiðis,
at tað liggur eitt veldugt
arbeiðið fyri framm an hjá
føroyskum fótbólti. Í hes
um haldi eg eisini, at tað er
neyðugt við einum ávísum
stabiliteti. Ikki minst í al
tjóða samstarvinum, sum er
so sera týðandi.
– Samstundis er eisini
týdningarmikið, at neyðugi
opinleikin er í arbeiði okk
ara. Tað havi eg roynt at
tryggjað við teimum fund
um, sum hava verið við
formenninar kring landið,
har vit hava hitst einar 2-
3 ferðir um árið. Á hesum
hava vit roynt at samskift
um, hvørji stig skulu takast,
og millum annað eisini hava
stungið út í kortið leistin,
sum umsitingin arbeiðir eft
ir í ymsu málunum. Hetta
hongur eisini saman við
heildarmálsetninginum hjá
føroyskum fótbólti, sum er
gjørdur í samstarv við feløg
ini.
– Og fremst av øllum, so
haldi eg framvegis, at eg havi
nógv at geva í tí arbeiði, sum
skal gerast. At eg á ongan
hátt kenni meg útbrendan.
Og eg eri sannførdur um, at
leisturin, sum vit hava arbeitt
eftir, hevur verið tann rætti,
sigur Óli Holm at enda.
Andrew gjørdi bart
Skilir ikki atfinningarnar
Ingi og
teir taptu
stórt
Ingi Højsted var
tikin út í hálv
leikinum, tá ið
eykaliðið hjá Birm
ingham tapti heili
4-0 fyri eykaliðnum
hjá Manchester
United. Tapið kundi
saktans verið enn
størri
Fótbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Eykaliðið hjá Birming
ham var úti fyri sínum
størsta tapi í hesum kapp
ingarárinum, tá ið liðið
týskvøldið spældi ímóti
eykaliðnum hjá Man
chester United.
Liðið hjá Birmingham
var mannað við nógum
ungum spælarum, og tað
riggaði ikki serliga væl,
tá ið mótstøðan vóru
spælarar sum Ole Gunnar
Solskjær og Giuseppe
Rossi.
Tann seinni gjørdi hat
trick, meðan tann fyri var
sentralur í álopsspælinum
hjá United.
Ingi Højsted byrjaði
dystin á miðvøllinum,
men hann varð skiftur út
í hálvleikinum.
Heimasíðan hjá Birm
ingham skrivar, at Uni
ted rakti stongina og tvør
træið tríggjar ferðir, og
at sigurin saktans kundi
verið enn størri enn tey
fýra málini.
Ingi Højsted spældi ein
hálvleik, tá ið eykaliðið hjá
Birmingham tapti stórt
týskvøldið
– Upp á tvey ár er stuðulin frá FSF til feløgini farin úr ongum upp í góða millión. So tað má
byggja á eina stóra misskiljing, um sagt verður, at FSF einki hevur gjørt fyri at stuðla feløgunum,
heldur Óli Holm
Andrew av Fløtum
skoraði trý mál, tá
ið Fremad Amager
vann venjingardyst
ímóti Stenløse 5-2
Fótbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Andrew av Fløtum var
maðurin aftan fyri trivaligan
sigur hjá Fremad Amager í
venjingardysti týskvøldið.
Andrew spældi allan dystin
í álopinum, og har gjørdi
hann veruliga bart.
Fremad Amager var
aftanfyri 2-1 í hálvleiki
num, men so settu Andrew
og teir meira ferð á og
vunnu at enda dystin 5-2.
Tríggjar ferðir var Andrew
á blettinum og skoraði.
Hetta er fyrsti venjingar
dystur í vetur, har Andrew
hevur verið í álopinum
frá dystarbyrjan, men tað
tóktist nú at vera rætta
avgerðin hjá Fremad-venj
aranum.
Leygardagin
spælir
Fremad Amager aftur venj
ingardyst, og tá verður tað
ímóti HIK.
Andrew av Fløtum