mikudagur 15. februar 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 33 - 15. februar 2006
Ein av komandi
døgunum fer 22 ára
gamli havnarmaðurin
Kári Jacobsen til
Irak við donsku her
deildunum. – Tað
primera endamálið
við at fara til Irak er
tann persónliga og
einastandandi upp
livingin, ið eg kann
hava sum barlast
restina av lívinum,
segði Kári Jacobsen
nakrar fáar dagar
undan fráferðini til
brennidepil heim
sins, har skotvápn,
spreingievni og
check-points fara
gerast ein partur av
gerandisdegnum
Hermaður í Irak
Stefan í Skorini
skorini@gjk.dk
Tað er kalt og illfýsið, tá vit
leggja leiðina út á Amager
strand at taka myndir av
einum ungum havnarmanni
í snotiligum hermannabúna
eina viku undan fráferðini
hjá honum. Men skjótt
verður tann óvanliga kaldi
kontinentali danski veturin
skiftur út við brennandi oyði
markarsól skamt sunnanvert
Basra, sum liggur í sunnara
parti av Irak.
Kári hevur júst lokið eina
tólv mánaða útbúgving í
danska herinum, og nú er
hann klárur at royna sín
lærdóm úti í feltinum. Og
hann dettur beint niður í
eina krúttunnu í Miðeystri,
har hann skal syrgja fyri, at
uppreistrarbólkar og aðrir
ófriðarkroppar ikki fáa fót
in fastan í sunnara parti av
Irak.
Spentur, nervøsur og
eitt sindur bangin
Tað er ein óvanliga róligur
maður, sum vit fáa orðið á úti
á Amager nakrar fáar dagar
undan fráferðini til Irak.
Atburður hansara boðar ikki
frá, at gerandisdagur hansara
brátt fær ein heilt annan
dám. Um skamma stund
verða skotvápn, bumbur
og check-points ein fastur
partur av gerandisdegnum
hjá Kára.
Hóast Kári er púra rólig
ur á at líta, er tað eitt ávíst
álvarsemi, sum eisini eyð
kennir mannin, tá vit práta
um komandi ferð hansara.
– Eg eri spentur, nervøsur
og eitt sindur bangin, ásannar
Kári, tá hann verður spurdur,
hvørjar kenslur bylgjast í
barmi undan eini slíkari
ferð.
Hann hevði sett í seg frá
byrjan av, tá hann meldaði
seg til herin, at hann skuldi til
Irak. Hetta verður óivað ein
uppliving, ið fer at mynda og
brýna unga havnarmannin,
sum er uppvaksin í hjartan
um av Havnini.
– Eingin ivi er um, at
tann persónliga upplivingin
er tað primera endamálið
við hesi ferðini, sigur Kári
um motivatiónina at gerast
partur av danska herinum.
– Men tað er samstundis
gott, at vit fáa høvi at vera
við í humaniterum arbeiði
í økinum, har vit halda til.
Eg kann ikki broyta heimin
einsamallur, ta stuttu tíð eg
eri har niðri, men mín inn
satsur er partur av eini størri
heild, sum vónandi fer at
broyta støðuna til tað betra,
heldur Kári fyri.
Hann greiðir frá, hvussu
donsku herdeildirnar hava
verið við í arbeiðnum at
byggja eitt sjúkrahús, og at
teir eisini hava gravað ein
brunn saman við teimum
lokalu íbúgvunum.
– Hetta er ikki tað mest
spennandi, sum ruddar for
síðurnar í Danmark, men tað
ger allan munin hjá tí vanliga
irakanum, sigur Kári.
– Okkara høvuðsuppgáva
hevur í veruleikanum ein
humaniteran karakter. Vit
skulu skapa tryggleika og
frið fyri tey lokalu, men vit
skulu eisini lata okkara íkast
at skapa framburð í økinum
sum heild.
Mamman er óttafull
Nú Kári leggur leiðina til
Irak, sita foreldrini eftir í
Føroyum. Tey eru sjálvsagt
bangin um sonin, ið hevur
leitað sær persónligar avbjóð
ingar í einum krígsherjaðum
landi.
– Mamma er sum mammur
flestar. Hon er ræðuliga
bekymrað um meg, og henni
dámar tað einki, at eg nú
skal avstað. Hon hevur havt
eitt hálvt ár at venja seg við
tankan, men eg haldi ikki,
at hon hevur vant seg við
hann enn, sigur Kári um
reaktiónina hjá móðir síni
um komandi túrin hjá elsta
soninum.
Hann leggur tó afturat, at
foreldrini ikki eru tikin av
fótum orsakað av ævintýr
hugi Kára, og at tey ikki hava
roynt at forða honum í at
royna síni evnir í herinum.
Kári er ikki serliga fjáltur
stungin undan ferðini.
Hóast hann nú skal til ein
ófriðarligan part av heim
inum, kennir hann seg ikki
hóttan.
– Vit eru í einum lutfalsliga
friðarligum parti av Irak,
og av teimum 3000 donsku
hermonnunum, ið tilsamans
hava verið í Irak, er bert ein
deyður av fíggindaligum
álopum, sigur Kári.
Hann vil vera við, at hann
kundi verið í nógv størri
vanda, um hann eitt nú fjakk
aði úti í heiminum, og tað
verður vanliga ikki mett at
vera serliga vandamikið.
Umframt tann eina her
mannin, ið doyði av einari
bumbu, sum lá við vegjað
aran, eru tveir aðrir hermenn
farnir heim undir kistuloki.
Tann eini varð raktur av
sínum egnu í einum skotbar
daga, og hin doyði at natúr
ligum ávum.
Kári koyrir
Ta tíðina, Kári hevur verið
í herinum, hevur hann lært
seg at koyra Piranha, ið er
eitt stórt skepilsi av einum
hernaðarakfari. Hetta akfar
vigar 16,5 tons, hevur átta
hjól og kann í mesta lagi
koyra 105 kilometrar um
tíman. Hetta er motormegi,
ið fleiri mannfólk óivað
droyma um hava ræðið á.
Umframt at koyra Piranha
hevur Kári eisini lært at
skjóta við einari dysekanón.
Hetta er eitt slag av basooka,
og hvørt skotið kostar 8.000
krónur. So tað sigur seg
sjálvt, at teir ikki hava skotið
serliga nógv til stuttleikar
við hesum vápninum.
– Tann danski herurin hev
ur sum oftast ta nýggjastu
útgerðina, og ofta eru vit
betri útgjørdir enn amerikan
arar og bretar, og tað var eg
rættiliga ovfarin av at hoyra,
sigur Kári.
Uppgávan hjá Kára í Irak
verður at sita við róðrið í
hesum akfarinum. Saman
við sær í akfarinum hevur
hann ein gunnara, ið situr
við skotvápninum, ið er ein
12,7 mm maskinbyrsa, og
ein bólkaleiðara. Vanliga
koyra teir saman í bólkum
við seks hermonnum, t.v.s.
tvey akfør í hvørjum fylgi.
– Høvuðsuppgávan hjá
okkum verður at patruljera
í okkara ábyrgdarøki við
Basra. Vit skulu máta
temperaturin í økinum fyri
at tryggja okkum ímóti álop
um. Tað er eitt fakta, at fleiri
vilja hava okkum burtur úr
Irak, og tí skulu vit ansa
okkum, sigur Kári um tær
dagligu uppgávurnar.
Vandin við at patruljera
er, at hermenninir tá kunnu
verða álopnir, tá teir eru
á ferð. Oftast eru tað fjar
stýrdar bumbur, ið liggja
við vegjaðaran. Tær verða
goymdar í burturkasti, deyð
um djórum ella dekkum,
og tí eru tær torførar at fáa
eyga á.
Hetta kann vera ilt hjá
okkum, sum liva eina fjálga
og trygga tilveru í Vestur
evropa, at ímynda okkum.
Men trongdin eftir spenningi
og nýggjum upplivingum
hevur eftir øllum at døma
fingið fastatøkur á tí unga
havnarmanninum, sum nú
skal vera til at skapa frið mitt
í einum ófriðarligum parti av
heiminum.
Umframt patruljering
skulu donsku hermenninir
seta upp mobil checkpoints,
sum verða sett upp, tá teir
skulu leita eftir vápnum
og narkotika, ið verða flutt
ígjøgnum økið. Eisini skulu
teir samskifta við teir lokalu
sjeikarnar og royna at savna
upplýsingar um møgulig
álop á tær sameindu her
deildirnar.
Ein annar partur av upp
gávuni er at venja irak
iskar hermenn, so at tann
fremmanda
hermegin
einaferð kann taka seg aftur
úr Irak. Fleiri operatiónir
verða í dag framdar í felag
við teimum irakisku her
monnunum.
Tilafturskomið øki
Í einum landi, ið hevur verið
merkt av kríggi, ófriði og
einum harðrendum tyranni
seinastu 20-30 árini, kann
ein hermaður koma út fyri
nógvum veruleikafjarum
hendingum, ið vit vesturlend
ingar als ikki kunnu ímynda
okkum.
Ein hending, ið stendur
á heimasíðuni hjá danska
herinum, kann møguliga
geva okkum eina hilling av,
hvussu tað er at vera staddur
í einum ófriðarligum landi.
Nakrir danskir hermenn
komu fram á eitt ferðslu
óhapp uttanfyri Basra.
Fleiri børn vóru rakt av
einum persónbili, og tey
høvdu øll tørv á bráfeingis
hjálp. Donsku hermenninir
gera seg til at hjálpa, tá tað
brádliga verður skotið eftir
teimum.
Hermenninir verða noyddir
at taka seg aftur uttan at hava
hjálpt øllum teimum skaddu
frá ferðsluóhappinum. Teir
fingu tó flutt nøkur av børn
unum á sjúkrahús.
– Økið, sum vit koma
til, er ómetaliga fátæksligt,
hava vit fingið at vita. Fólk
ið hevur so at siga ongar
hentleikar, ið eru sjálvsagdir
hjá okkum í vesturheiminum,
sigur Kári og leggur afturat,
at eitt nú kunnu tey saniteru
viðurskiftini mangan vera út
av lagi vánalig.
Stutt frá Basra liggur
Kuwait, ið beinleiðis flýtur
í oljumilliardum. So skjótt tú
fert um markið inn í Kuwait
hevur tú fult upplýstar vegir,
háhús og framkomna tøkni,
men Irak liggur framvegis
í sori orsakað av kríggi
og vánaligari politiskari
leiðslu.
Av tí at Irak hevur verið
í fleiri kríggjum, síðan Sad
dam Hussein tók valdið,
liggja stórar mongdir av
spreingievni og rekast
runt í landinum. Ein av
uppgávunum hjá Kára og
teimum verður at finna og
tileinkisgera slíkt lóður, ið
kann vera ein stórur bági hjá
tí vanliga irakanum.
Skerpað tilbúgving
Danmark hevur ongantíð
verið sjónligari á altjóða
pallinum enn seinastu vik
urnar. Hetta er sjálvsagt
orsakað av teimum famøsu
tekningunum av profetinum
Muhammed, ið vórðu prent
Kári leitar sær avbjóðin
í brennidepli heimsins
– Eg eri spentur, nervøsur og eitt sindur bangin, ásannar
Kári, tá hann verður spurdur, hvørjar kenslur bylgjast í
barmi undan eini slíkari ferð.
Mynd: Símun Jóannesarson
Føddur 27. desember 1983
Foreldur: Óli og Kirsten (fødd Nielsen)
Útbúgving: FHS á Føroya Handilsskúla
Harumframt arbeitt hjá timburmanni og verið til skips
Fleiri upplýsingar um donsku herdeildirnar í Irak eru at finna
á www.hok.dk
FAKTA