mikudagur 15. februar 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 33 - 15. februar 2006
17
aðar í Jyllands-Posten. Eisini
hevur Danmark júst fingið
sæti í trygdarráðnum í ST,
og tað merkir, at tann danski
uttanríkispolitiski profilurin
brádliga er vorðin meira sjón
ligur.
At støðan hevur verið álv
arslig sæst á teimum lond
um, ið danska uttanríkis
málaráðið mælir dønum frá
at vitja. Fleiri av londunum
í Miðeystri verða beinleiðis
mett at vera vandamikil hjá
dønum at vitja.
Tí hevur herleiðslan eis
ini økt um tilbúgvingina hjá
teimum donsku hermonnun
um í Irak og Afghanistan.
Hetta er tó ikki nakað, ið Kári
hevur merkt nakað beinleiðis
til enn, tí hermenninir hava
ikki fingið nakrar ávísar leið
beiningar í sambandi við
nýggju støðuna hjá dønum
í Miðeystri.
– Tú kanst ongantíð fyri
reika teg 100 prosent til
eina slíka uppgávu. Vit
hava fingið frágreiðingar frá
fleiri hermonnum, ið eru aft
urkomnir úr Irak, men hetta
eru bert hent ráð at hava við
sær. Tú mást uppliva tað á
egnum kroppi, áðrenn tú
kanst siga við vissu, um tú
ert klárur til uppgávuna,
sigur Kári avgjørdur, tá hann
verður spurdur um, hvussu
fyrireikingarnar hava verið.
Kári greiðir frá, at tað
kemur fyri, at hermenn
verða sendir heim, tá tað
gerst teimum greitt, at teir
ikki megna uppgávuna, ið
teimum er litin í hendur.
Um tú ikki ert nóg væl fyri
sálarliga og ikki megnar at
handla í kritiskum støðum,
kanst tú seta felagar tínar í
stóran vanda. Tí er umráð
andi, at hermenninir eru
árvaknir allar tíðir á sam
døgrinum.
Trupulleikar í Basra
Eitt er Muhammeds-tekning
arnar, ið geva trupulleikar,
men vikuskiftið undan frá
ferðini hjá Kára og hansara
vinmonnum í herinum, sá
ein nýggj gøla dagsins ljós.
Talan er um eina video-
upptøku, ið vísir bretskar
hermenn buka nakrar irak
iskar unglingar. Hendingin
er eftir øllum at døma farin
fram í Basra fyri umleið
tveimum árum síðani, og
hon vísir greitt, at bretskir
hermenn fara sera illa við
nøkrum ungum monnum, ið
hava tveitt við steinum eftir
bretsku hermonnunum.
Av tí at danska hernaðar
legan, Camp Danevang, ligg
ur í tí bretska økinum kann
hetta møguliga eisini geva
teimum eitt verri umdømi,
men spurningurin er, hvørja
ávirkan upptøkurnar í veru
leikanum fara at fáa fyri her
setingina hjá teimum sam
eindu har suðuri í Irak.
Tað seinasta nýggja er, at
býráðið í Basra krevur, at
donsku hermenninir fara úr
Irak, um teir ikki biðja um
umbering fyri tekningarnar
av Muhammed í Jyllands-
Postinum.
Harumframt
eru mótmælisgongur ímóti
harðligu framferðini hjá
teimum bretsku hermonn
unum á upptøkuni, ið hevur
verið víst í irakiskum sjón
varpi.
Hóast øktu hóttanina
ímóti donskum hermonnum
og ríkisborgarum hevur for
sætisráðharrin Anders Fogh
Rasmussen gjørt greitt, at
hetta ikki fer at hava nakra
ávirkan á hernaðarligu
umboðanina hjá dønum í
Irak.
Framtíð í uniformi
Tá Kári hevur verið teir seks
mánaðirnar í Irak, ætlar
hann sær ikki at halda fram
í herinum.
– Eg havi ætlanir um at
fara á HF í Føroyum, og
seinni er ætlanin at søkja inn
á politiskúlan í Danmark,
greiðir Kári frá, tá hann
verður spurdur um framtíðar
ætlanir sínar. Royndirnar í
Irak kunnu óivað koma hon
um til góðar til eina møgu
liga upptøkuroynd til politi
skúlan.
Kári hevur kastað seg útí
nakað, sum tey allarfæstu
høvdu havt dirvi til. Hetta
ber boð eisini um ein mann,
sum ikki er bangin fyri at
ferðast á markinum, har
tann grái massin ongantíð
hættar sær. Eingin ivi er
um, at tað krevst ein ávís
sálarlig styrki og javnvág,
um tú til fulnar skalt røkja
uppgávuna sum hermaður
í einum ófriðarligum landi,
og Kári hevur eisini valt ta
ultimativu avbjóðingina.
ngar
– Tú kanst ongantíð fyrireika teg 100 prosent til eina slíka uppgávu. Vit hava fingið frágreiðingar frá fleiri hermonnum, ið eru
afturkomnir úr Irak, men hetta eru bert hent ráð at hava við sær. Tú mást uppliva tað á egnum kroppi, áðrenn tú kanst siga við
vissu, um tú ert klárur til uppgávuna, sigur Kári Jacobsen undan fráferðini
Mynd: Símun Jóannesarson