Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-15, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. februar 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í næstum byrjar fyrsta skeiðið hjá Hammers Koyriskúla til stóra koyrikortið. Johannus Hammer, koyrilærari, hev­ur aftur keypt last­ bila­frálæruna við tveimum lastbilum og einum trailara Koyrikort Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo 20. februar byrjar fyrsta skeið­ ið hjá Hammers Koyriskúla til stóra koyrikortið í høl­un­ um hjá Tórshavnar Trafikk­ skúla í Fútalág nr. 1b í Havn. Tað er Johannus Hamm­ er í Sandavági, sum eig­ur og rekur Hammers Koyri­ skúla. Johannus er tvørámaður, sum hevur roynt eitt sindur av hvørjum. Hann er útbúgvin kokkur, hovmeistari og koyri­ lærari. Johannnus sigur, at hann var tann fyrsti í danska ríkinum, sum fekk dupult koyrilæraraprógv, tvs. bæði til persón- og lastbil síðu­ loypandi, sum fyrr var hvør sær. Hann búði nógv ár Vági, har hann byrjaði sín fyrsta koyriskúla, Suðuroyar Teori og koyriskúla í 1981, í kjall­­aranum heima hjá sær sjálv­um, har hann arbeiddi í nógv góð ár við sera góðum úrslitum. Johannus flutti síðan til Havnar, har hann rak og átti Tórshavnar Trafikk­ skúla, har hann valdi at kon­ sentrera seg um frálæruna til lastbil, trailara og buss. Fyrst í 90-unum seldi hann koyrifrálæruna til Hans Ja­ cob Hermansen koyri­lær­ara í Havn. Hann hevur síðan tykist við eitt sindur av hvørjum, samstundis sum hann hevur hildið koyrifrálæruna við líka, bæði við tí stóra og tí lítla koyrikortinum, við m.a. Hammers koyriskúla, har hann millum annað hev­ ur hildið vikuskiftisskeið til endurtøku av lítla koyri­kort­ inum. Nú hevur hann so aftur keypt lastbilafrálæruna við tveimum lastbilum og einum trekkjara við leguvogni (trail­ ari). Johannus sigur, at um møguleiki verður fyri tí, fer hann eisini at hava koyri­ frálæru aðrastaðni í land­in­ um eitt nú í gamla skúlanum í Sandavági, og á Fylking á Tvøroyri. Johannus Hammer vónar at fáa góða undirtøku. Nr. 33 • mikudagur • 15. februar 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo Hammers Koyriskúli aftur við lastbilafrálæru Johannus Hammer, koyrilærari, hevur aftur keypt lastbilafrálæruna við tveimum lastbilum og einum trailara