mikudagur 15. februar 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 33 - 15. februar 2006
19
Vit hava fyrr víst
myndir av nýggja
Skoda Roomster, sum
eftir ætlan kemur á
marknaðin seinni ár.
Men her hava vit tær
endaligu myndirnar
av hvussu bilurin
kemur at síggja út
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Konseptbilurin
Skoda
Roomster varð fyrstu ferð
sýndur fram á Frankfurt
Motorshow í 2003 sum ein
minivan.
Lidni bilurin verður
alment sýndur fram á altjóða
bilaframsýningini í Geneve
sum letur upp síðst í hesum
mánaðinum. Bilurin verður
framleiddur á eini nútímans
verksmiðju í Kvasiny í
Kekkia. Hetta er sama verk
smiðja, sum framleiðir
luksusbilin Skoda Superb.
Skoda Roomster verður
bygdur yvir ein felags
Skoda/VW plattform. De
signið er smart, og bilurin
verður praktiskur og familju
vinarligur. Tá hesin kemur,
verða fýra ymisk Skoda-
modell á marknaðinum,
luksusbilurin Skoda Superb,
miðalklassabilurin Skoda
Octavia, tann minni Skoda
Fabia og so Roomster, ið
er tann einasti, sum ikki
er ein vanligur sedan ella
stationcar.
Tað mest sermerkta við
bilinum er innrættingin.
Roomster kann lættliga
gerast um til vøruvogn. Inn
rættingin verður sera liðilig,
t.d. kunnu baksetrini flytast
heilar 75 cm aftur og fram.
Bilurin verður stuttur og lut
falsliga breiður, umleið 4
metrar langur og yvir 180
cm breiður.
Motorskráin
umfatar
tríggjar bensin- og tríggjar
dieselmotorar. Eisini verð
ur møguleiki fyri automat
girum.
Bilurin kemur á marknað
in í flestu evropeisku lond
unum í summar, men verð
ur ikki í Danmark og í Før
oyum fyrr enn síðst í hesum
í árinum.
Í síðstu viku byrjaði eitt
nýtt tíðarskeið hjá Saab
og Cadillac, tá fyrsti
Cadillac BLS koyrdi út av
samlibandinum hjá Saab í
Trollhättan í Svøríki.
Tað er General Motors
sum eiga bæði bilmerkini.
Hetta var ein søgulig hend
ing hjá 56 ára gomlu verk
smiðjuni í Trollhätten.
Framleiðslan av luksus
bilinum Cadillac BLS er løgd
í Svøríki fyri at vera nærri tí
vaksandi marknaðinum hjá
Cadillac í Evropa og aðrar
staðir í heiminum.
Fyri at kunna gera Saab og
Cadillac á somu verksmiðju,
hava General Motors gjørt
eina íløgu upp á tilsamans
2,5 milliardir krónur.
Kelda: Motor Magasinet
Cadillac í Trollhättan
Endaligu
myndirnar av
Skoda Roomster
Skoda Roomster verður ein rættuliga sermerktur bilur. Designið er smart við eyðkenda Skoda
kølaragittarinum
Roomster verður ein praktiskur familjuvinarligur bilur við sera liðiligari innrætting