mikudagur 15. februar 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 33 - 15. februar 2006
Summarfrítíðar-
avloysar
Røktar- & Umlættingarheimið Lágargarður søkir
eftir summarfrítíðaravloysarum í røkt, køk og
reingerð í tíðini frá 1. juni til 31. august 2006 ella
sambært nærri avtalu.
Fyri røktarstarvsfólk: Sjúkrarøktarfrøðingar og
heilsurøktarar/sjúkrahjálparar.
Somuleiðis verður søkt eftir avloysarum fyri
starvsfólki í køkinum: Økonoma ella køksassistentar
við prógvi, umframt hjálparfólk til at avloysa tey, ið
koyra døgurða út til heimabúgvandi pesionistar,
tískil er koyrikort neyðugt.
Frítíðaravloysararnir eru tímaløntir, og lønin
er sambært avtalu ímillum Fíggjarmálaráðið og
avvarðandi yrkisfeløg.
Umsóknarfreistin er 3. mars 2006.
Skrivligar umsóknir við neyðugum prógvum skulu
sendast til leiðaran á
Lágargarði
Stoffalág 84
Box 118
110 Tórshavn
Røktar- og umlættingarheimið
Fótarøktari
Røktar- & Umlættingarheimið Lágargarður søkir
eftir fótarøktara við góðkenning at byrja sum
skjótast ella sambært nærri avtalu.
Starvið er hálvtíðarstarv og lønt sambært avtalu
ímillum heimið og viðkomandi umsøkjara.
Á Lágargarði er fótarøktarrúm við neyðugum
amboðum, og skal fótarøktin viðgera búfólkið, ið
býr á heiminum.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvi og góðkenning
skal sendast til leiðaran á
Lágargarði
Stoffalág 84
Box 118
110 Tórshavn
Umsóknarfreistin er 3. mars 2006.
Røktar- og umlættingarheimið
Ørindadrongur/-
genta
Á Dómaraskrivstovuni er eitt starv sum ørinda-
drongur/-genta leyst at søkja til setan skjótast
gjørligt.
Vit vænta:
at tú ert fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni.
Løn og setanarviðurskifti:
• Starvið er tímalønt og verður roknað við 400
tímum árliga.
• Løn og setanarviðurskifti sambært felagssáttmála
millum Statsansattes kartel og Finansministeriet
og sáttmála millum HK/STAT og Finansministeriet.
Lønin er í løtuni 44,96 um tíman fyri 16 ára
gomul.
Starvið fevnir um vanlig ørindi so sum banka-
og postavgreiðsla og at koyra flaggið upp/niður
halgidagar og niður aftaná arbeiðstíð, teir dagar
flaggað verður.
Skrivlig umsókn skal vera Dómaraskrivstovuni í
hendi í seinasta lagi 24. februar 2006 kl. 12.00.
Umsóknir verða at senda Dómaraskrivstovuni,
C. Pløyensgøta 1, Box 28, FO-110 Tórshavn
Domarin í Føroyum
tann 6. februar 2006
Undir Almanna- og heilsumálaráðnum og stovn-
um undir tí við fyribils tænastu á Sambýlinum á
Bárðarfløtti verður søkt eftir pedagogi til farloyv-
isstarv til setan frá 15. mars 06 til 14. februar 07. ella
eftir nærri avtalu
Talan er um fulltíðarstarv, og arbeiðstíðin er 40
tímar um vikuna.
Arbeiðstíðirnar eru skiftandi, kvøld-, náttar- og
vikuskiftisvaktir.
Sambýlið á Bárðarfløtti er eitt heim, har 5 menn-
ingartarnaði fólk búgva. Búfólkini eru rímuliga væl
fyri, men hava tørv á ráðgeving og vegleiðing í
vanliga gerandisdegnum. Virðingin fyri einstaka
búfólkinum og teirra tørvi verður høgt mettur í
dagliga arbeiðinum.
Tann ið sett/ur verður, skal verða sálarliga og likam-
liga væl fyri, opin, erlig/ur, hava humoristiskan
sans, evni og vilja til at samstarva og samskifta við
starvsfelagar og avvarðandi. Hann/hon skal vera
førur fyri at taka tær avbjóðingar sum koma og vera
opin fyri nýhugsan.
Haraftrat er neyðugt at kunna arbeiða sjálvstøðugt,
samstarva við aðrar fakbólkar, umframt at kunna
taka ábyrgd og avgerðir í arbeiðinum.
Løn- og setunartreytir:
Starvið er tænastumannastarv, sett sambært avtalu
millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið á
lønarstigi 24, 25, 27, 28 og 30 til 33.
Um eingin pedagogur søkir, verða starvið sett
við hjálparfólki sambært sátttmála millum Føroya
Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsingar um starvi fáast við at venda sær
til leiðaran á stovninum á tlf. 374074.
Umsókn
Umsóknir við hjáløgdum próvskjølum, viðmælum
og C.V. skulu sendast til:
Sambýlið á Bárðarfløtti
Att: Leiðarin
FO-900 Vágur
Freistin at søkja starvið er mikudagin 1. mars
2006.
Heimarøktin
og Serforsorgin
Serstovnadeildin
Pedagogur
til Sambýlið á Bárðarfløtti, Vágur
Farloyvisstarv
Lesið
- so eru tit við