mikudagur 15. februar 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 33 - 15. februar 2006
21
Frá Parkinsonfelagnum
Ársaðalfundurin verður í MBF húsinum
leygardagin 11.mars 2006 kl 1500
Skrá sambært lógum felagsins
Nevndin
Leiðari til
Dagstovn í Sørvági
Sørvágs Kommuna søkir eftir leiðara til Dagstovn í
Sørvágs, sum letur upp ½ august 2006.
Stovnurin er í 6 eindum, settur saman av vøggu-,
barnagarðstovu og frítíðarskúla.
Vit bjóða
Eitt áhugavert starv í einum umhvørvi tætt við náttúru,
har tú fært møguleika fyri at seta tín dám á stovnin.
Seta starvsfólk og annars vera við í øllum tí, sum skal
til fyri, at stovnurin skal virka eftir ætlan.
Møguleiki er fyri ráðgeving og eftirútbúgving.
Vit ynskja at umsøkjarin
• er útbúgvin pedagogur
• hevur leiðsluroyndir innan økið
• kann arbeiða sjálvstøðugt, taka avgerðir og geva
greið boð
• er tilreiðar at fara virkin inn í, og sum ein partur av
starvsfólkabólkinum
• hevur hugsjónir, tá ið tað snýr seg um virksemi í
einum barnagarði
• saman við starvsfólkunum er við til at menna tað
pedagogiska arbeiði
• hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og
tryggan dag, merktan av virðing fyri børnum,
foreldrum og starvsfeløgum
• kann virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og
foreldur
• er opin, positivur og duga væl at samskifta, bæði
innan- og uttanhýsis
• hevur teldukunnleika
Setanarviðurskifti
Talan er um eitt fulltíðarstarv. Løn og setanarviðurskifti
eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag
og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jákup
Suna Lauritsen, borgarstjóra, tlf. 210504.
Umsóknir saman við upplýsingum um útbúgving,
royndir og møguligum viðmælum skulu vera Sørvágs
Kommunu, í hendi í seinasta lagi 20. februar 2006.
Viðmerk á umsóknina »Leiðari«.
Kommunan skilir sær rætt til, um ikki nógvar umsóknir
eru at lýsa av nýggjum.
Sørvágs kommuna
Summarferiu-
avloysarar 2006
Sjúkrarøktarfrøðingar
Pleygarar
Heilsurøktarar
Radiografar
Ljósmøður
Søkt verður eftir starvsfólki til fulltíðar og
parttíðar feriuavloysarastørv í skiftandi vaktum á
Landssjúkrahúsinum í summarferiutíðarskeiðinum
1. juni til og við 31. august 2006.
Økini, ið tørva summarferiuavloysarar í ár, eru:
• hæmadialysu ambulatorium
• kardiologiskt ambulatorium
• hjartadeild
• barnadeild
• føðideild/prematurstova og ljósmøðraskipanin
• geriatri/rehabiliteringsdeild
• intensiv deild, viðrakning og skaðastova
• operatiónsdeild (við tilkallivakt frá bústaði/
kamari)
• kirurgisk seingjadeild
• psykiatriskar seingjadeildir
• røntgendeildin (við tilkallivakt frá bústaði/kamar)
radiografur/røntgensjúkrarøktarfrøðingur
• narkosudeildin (við tilkallivakt frá bústaði/kamar).
Vit ynskja ágrýtin røktarfólk við minst tvey ára
praksisroyndum við dirvi, góðum samstarvsevnum
og evnum til at virka sjálvstøðugt.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær ávikavist
til hesi á telefon 304500:
• Cecilia Vestureið, leiðandi sjúkrarøktarfrøðing,
skurðdepilin, lokal 5102, ceci@lsh.fo
• Ása
Poulsen,
leiðandi
sjúkrarøktarfrøðing,
Medicinski depilin, lokal 6102, asap@lsh.fo
• Bergit Weihe, leiðandi sjúkrarøktarfrøðing, Psyk.
depilin, lokal 4102, bergitw@lsh.fo
• Ragna S. Reinert, deildarleiðari á Røntgendeildini,
lokal 5507, rtragna@lsh.fo
• Landssjúkrahúsið heimasíða: www.lsh.fo
Umsóknarfreistin er 13. mars 2006.
Løn- og setanartreytir samb. sáttmála millum
avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.
Skrivlig umsókn við CV, avriti av prógvum v.m. skal
sendast til:
Landssjúkrahúsið
Lønar- og starvsfólkadeildin
FO-100 Tórshavn
Landssjúkrahúsið
Fo 100 Tórshavn
Sjúkrarøktar-
frøðingar til B6
Á B6 er eitt avloysarastarv fyri sjúkrarøktarfrøðingin
í barnsburðarfarloyvi, í skiftandi vaktum, á brøk 0,9
leyst at søkja frá 15. mars ella eftir avtalu til og við
31. oktober 2006.
Deildin tekur ímóti innkallaðum og akuttum sjúkl-
ingum, hevur 15 seingjarpláss og hesar sergreinar:
• gastroenerologi
• neurologi
• endokrinologi
• onkologi
• hæmatologi
Arbeitt verður eftir kontaktpersónsskipanini.
Krøv til umsøkjaran:
• prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
• fakligan áhuga innan medisinsku sjúkrarøktina
• góð samstarvsevni
Vit kunnu bjóða:
• eitt dynamiskt og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi
• fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
• positivt tvørfakligt samarbeiði
• ávirkan á fakliga menning
• góða innleiðslu
Vegna umvælingar á B6, B7 og B8 í ár verður deildin
afturlatin uml. 8 vikur. Røktarstarvsfólk verða tí flutt
á aðra deild hetta tíðarskeiðið.
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til
Ingun Gaardbo, deildarleiðara, lokal 6006 ella til Ásu
Poulsen, leiðandi sjúkrarøktarfrøðing, lokal 6102 ella
e-post asap@lsh.fo
Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjar-
málaráðið.
Umsóknarfreistin er 1. mars 2006 kl. 12.00.
Tað er umsøjkarans ábyrgd, at umsóknin er á
starvsfólkadeildini, áðrenn freistin er úti.
Skrivlig umsókn í brævbjálva merktur ”umsókn til
starv” við CV, autorisatión, avrit av prógvum, skjølum
o.l. skal sendast til:
Landssjúkrahúsið
Lønar- og starvsfólkadeildin
att. Una Dalsgaard
FO-100 Tórshavn
Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira um
størv við at klikkja á leinkjuna ”starvsfólk”
Landssjúkrahúsið
Fo 100 Tórshavn
Norðoya
Javnaðarfelag
Aðalfundur felagsins verður hóskvøldið 2. mars.
Skrá sambært lógum felagsins. Nærri verður lýst
seinni.
Nevndin