Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. februar 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 34 - 16. februar 2006 9 menningina – Verður málið um vegaføringina í Leirvík útsett, heita vit á avvarðandi myndugleikar um, at dagurin, tá ið Norðoyatunnilin letur upp fyri almennari ferðslu, verður útsettur í minsta lagi í samsvar við útsetingina av tíðarfreistini í lóg­ ini, sigur Leirvíkar bygdarráð í ein­mælt­ um skrivi til løgting og landsstýri Leirvík Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í gjár, 15. februar, samtykti Leirvíkar bygdarráð ein­ mælt eina áheitan á løgting og landsstýri um at avgreiða málið um vegaføringina í Leirvík, nú tíðin, til Norð­ oyatunnilin letur upp, nærk­ ast í stórum. Ikki útseting Í fyrsta lagi heitir bygd­ar­ ráðið á landsins mynd­­ug­ leikar um ikki at út­seta avgerðina við­víkjandi far­ leiðini um Leir­vík í sam­ bandi við Norðoya­tunn­il­ in. Í skrivinum endurtekur bygdarráðið einmæltu sam­ tyktina, sum bygdarráðið gjørdi á fundi, 6. januar 2006. Her tilmælir bygdar­ ráðið sum kunnugt, at ein tunnil – ella lokrenna, sum tunnilin eisini verður róptur – verður bygd niðri í bygdini í Leirvík. – Lógin um fast samband um Leirvíksfjørð leggur upp til, at myndugleikin á staðnum verður hoyrd­ ur, og vit vænta, at mynd­ ug­leikarnir taka atlit til av­gerðina hjá bygdar­ráð­ num. Avgerðin umráðandi Í skrivinum verður stórur dentur lagdur á, hvussu um­ráðandi tað er fyri leir­ víkingar, at løgtingið hevur tikið endaliga avgerð um farleiðina um Leirvík, áðr­ enn Norðoyatunnilin letur upp – og ferðslan kann koyra gjøgnum Leirvíkar bygd. – Sum støðan er nú, er Leirvíkar bygd als ikki til reiðar at taka ímóti ferðsluni til og úr Norðoyatunlinum, verður sligið fast í áheitanini á løgting og landsstýri. Útseta upplatingina Leirvíkar bygdarráð sigur víðari í einmæltu áheitanini á myndugleikarnar: – Hendir tað, at mál­ið verður útsett, heita vit staðiliga á avvarð­andi mynd­ ugleikar um, at dagurin, tá ið Norð­oya­tunnilin letur upp fyri almennari ferðslu, verður útsettur í minsta lagi í samsvar við útsetingina av tíðarfreistini í lógini. Allir sjey limirnir, sum sita í bygdarráðnum í Leir­ vík, hava skrivað undir ein­ mæltu áheitanina á løgting og landsstýri. Leirvíkar bygd als ikki til reiðar til upplatingina – Fiskiskapurin hendan túrin hevur verið brúkiligur, sigur reiðarin, Hanus Hansen Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Flakatrolarin, Skálaberg, er komin aftur av túri. Teir hava roynt í Barents­ havinum, har teir hava ver­­ið bæði í russiskum og norsk­ um sjógvi. Skálaberg fór av Klaksvík, 1. desember, og nú teir eru aftur, hava teir umleið 650 tons inni. Brúkiligur túrur Í samrøðu við Norðlýsið, sigur reiðarin, Hanus Han­ sen, at hesin túrurin hevur verið brúkiligur. – Veiðan verður løgd upp í Klaksvík, og ætlandi fer Skálaberg nýggjan túr aftur longu mánadagin, sigur reið­ arin. Sosialurin royndi at fáa orð á Hanus Hansen fyrrapartin mikudagin og í morgun, men tað eydnaðist ikki. Teir komu á Klaksvík mikukvøldið og fara væntandi avstað aftur longu mánadagin Skálaberg afturkomin Landsverk mælir til vegaloysn omanfyri bygdina og niðanfyri bygdarhúsið Mynd: Vilmund Jacobsen Leirvíkar bygdarráð mælir einmælt til vegaføring og lokrennu niðri í bygdini Mynd: Teknistovan í Gøtu