Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. februar 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 34 - 16. februar 2006 – Langt um leingi hevur Bill funnið eina orsøk til at útihýsa teimum samkyndu Undirritaði hevur í tveimum viðmerkingum í seinastuni ført fram, at broytingin um at skoyta seksuella orientering upp í anti-diskrimina­tións­­ para­­graffina, lúkar somu treytir, sum restin av para­ graffini, tí eins og øll menn­iskju á fold hava eina rasu, húðarlit, nationalitet, etniskan uppruna og trúgv (núverandi nevndu egin­leik­ ar í paragraffini), er seksuell orientering eisini ein uni­ver­ sellur eginleiki, sum umfatar alla mannaættina. Bill fann grundgevingina Men nú hevur Bill Justinus­ sen, tingmaður Miðfloksins, í aftursvari til undirritaða langt um leingi funnið fram til eina spildurnýggja grundgeving fyri ikki at skoyta seksuella orientering upp í paragraffina. Ein ikki sørt original grundgeving, sum ikki hevur verið sjónlig fyrr í drúgva kjakinum, og sum er enn ein roynd at punktera pástandin um, at tey samkyndu hava rætt til minnilutaverju. Bill sigur orðarætt, at »eg haldi ikki, at børn hava eina kynsliga orientering«, og niðurstøða hansara er síðani, at »tí hevði hendan lógargreinin, um hon varð sett í gildi, ikki umfatað børn, men vaksin. Og har haldi eg, at markið fyri lógarverju eigur at ganga, tá talan annars er um fólk á jøvnum føti«. Spildurnýtt aldurskrav Fyri tað fyrsta kunnu spurn­ artekin setast við pástandin um, at børn ikki hava eina seksuella orientering, men um vit nú góðtaka ivasama pástandin, kann undirritaði framvegis tvíhalda um, at seksu­ell orientering er ein uni­versellur eginleiki, nevni­liga tí hesin eginleikin FYRR ELLA SEINNI gerst partur av lívinum hjá ØLLUM menniskjum. Um børnini ikki HAVA eina seksu­ella orientering, fara tey um skamma stund í øll­um førum at FÁA eina seksuella orientering. Eitt sera óítøkiligt mark, sum nú er altavgerandi í huga­ heiminum hjá Bill. Sambært honum er tað nú eitt krav, at ein eginleiki í eini paragraff, sum skal fyribyrgja diskriminatión og realisera mannarættindir, SKAL umfata børnini, »tí vaksin vanliga eru ment at verja seg sjálvi«. Nei Bill, øll vaksin eru tí­verri ikki altíð ment at verja seg sjálvi, og tað er als ikki nøkur trygd í sær sjálvum at vera vaksin. Tað verður heldur ikki altíð gjørdur munur á hesum í t. d. altjóða mannarættindasáttmálum. Sann­leikin er, at tað als ikki bara eru børn, sum eru verjuleys, og tí skal sam­ felagið eisini taka ábyrgd, har vaksin ikki megna at standa ímóti samfelagsligum trýsti og órímiligari viðferð. Burturforkláringar Hava vaksin menniskju, sum verða hótt, háðað og niður­ gjørd, knappliga ikki rætt til minnilutaverju, bert tí tey hava ein eginleika, sum børn ikki hava fingið enn? Sjálvandi hava tey tað. Eru eginleikar, sum ikki eru partur av barnalívinum, knappliga minni týdningarmiklir at verja móti diskriminatión? Sjálvandi eru teir ikki tað. Ella er hetta aldurskravið, sum Bill nú hevur lanserað, í veruleikanum bert ein roynd at burturforklára, hví summi eru so bebbarædd fyri at geva teimum samkyndu inni­ vist í eini paragraff, hvørs einfalda endamál bert er at veita øllum borgarum somu umstøður og rættindir at liva og trívast í Føroyum? Møguliga er tað tað. Selektivt demokrati Tað tykist eftirhondini vera greitt, at hesar mongu grundgevingarnar frá nei- síðuni í málinum um tey samkyndu eru symptomir upp á eitt samfelag, sum ikki javnsetir allar borgarar. Eitt samfelag, sum ikki er fyri øll. Eitt samfelag, sum ikki viðurkennir fjølbroytni og ymiskleika. Eitt samfelag, sum ikki gongur altjóða manna­rættindakrøvum á møti. Eitt samfelag, sum tving­ar summi til at undir­ kasta seg øðrvísi treytir enn onnur. Eitt samfelag, sum áhaldandi vendir blinda eyg­­að og deyva oyrað til ta sannroynd, at vit framvegis útihýsa menniskju, sum djúp­ast sæð eru eins og vit sjálvi. Ein stór verkætlan er júst almannakunngjørd, har byggjast skulu íbúðir, sølumiðstøð, hotel, skrivstovubygningar, svimji­ høll, skoytihøll, fótbóltsvøllur, golfvøllur og annað í Hoy­ víkshaganum. Hetta man verða størsta einstaka verkætlan nakrantíð í Føroyum, og tykist hon ikki sørt spennandi og áhugaverd. Tað vilja altíð vera tey, ið gerast skeptisk, tá so stórar verkætlanir verða lagdar fram, men vit eiga at minnast til, at uttan visiónir, uttan skapandi menniskju og íløgur, hendir einki. Tað tykist sum at allir hesir týðandi eginleikar rúmast undir somu lon í Stórutjørnætlanini. Undangongumaðurin í hesi verkætlan er Jákup á Dul Jacob­ sen, sum hevur drúgvar royndir innan handil og vinnu uttanfyri føroysku landoddarnar. Í Íslandi hevur gingið sera væl í hond hjá honum, og íløguvirksemi hansara strekkir seg í nógv onnur lond, vit kunnu taka USA sum tað seinasta dømið. Vit hoyra mangan um tey ljósu høvdini, sum flyta uttanlands fyri at fáa vinnuligar avbjóðingar. Jákup á Dul Jacobsen er eitt dømi um ein slíkan persón. Tað má sigast at verða ógvuliga hugaligt at síggja, at ein persónur, ið gjøgnum skapandi evni, dugnaskap, dirvi og treiskni hevur vunnið sær pening uttanlands, kemur aftur til sítt føðiland sítt at gera íløgur her fyri nakað av tí kapitali, ið forvunnin er aðrastaðnis. Um hetta kundi verið gongdin í framtíðini, har føroyingar fara út í heim, fyri síðani at kanalisera nakað av peningi aftur til Føroya land sum íløgur, so hevði framtíðin sæð hampuliga trygg og ljós út. Fakligu royndirnar hjá hesum persónum er heldur ikki at kasta aftur, og kunnu onnur læra nógv av hesum royndum. Her er nevniliga talan um at menna eitt nútímans og eisini altjóða umhvørvi, sum kann draga bæði ferðafólk, vinnulívsfólk o.o. til landið. Ja slíkt projekt kann gerast ein ”dreivari”, ein katalysator fyri framtíðar útvikling á nógvum økjum. Fyri føroyska búskapin er tað gott, um íløgur koma uttan­ eftir. Tað er kapitalur til landið, og ein og hvør størri íløga hevur ringárin, ið kunnu gagna føroyskari vinnu í breiðastu merking. Onnur lond og økir liggja vatnrøtt í luftini fyri at tiltrekkja íløgur. Vit kunnu bert hyggja hvussu eitt nú Eysturríki, Wales og Rumenia hava havt lýsingarátøk fyri hvussu frálík økini eru fyri vinnuíløgur. Ì Føroyum tykist tað øvugta gera seg galdandi. Hví man tað verða so? Ein orsøk er sjálvandi vanlig jantelóg, sum tíverri enn livir væl í Føroyum. Vit føroyingar mugu læra, at tað ger einki, um onkur viðhvørt stingur nøsina eitt sindur longri fram enn øll hini. Ein onnur orsøk til afturhald, tá tað kemur til íløgur við pengum aðrastaðnis frá, kann verða ein hugburður, har hugsað verður, at frægast man verða sum er. Hesin hugburður tryggjar bert afturúrsigling, tí heimurin stendur ikki stillur. At nýggju heitu vindarnir vit her merkja koma frá okkara egnu landsmonnum er kanska tað besta, sum kann henda, tí teir hava sum Jákup á Dul Jacobsen nevndi á tíðindafundi - bæði heila og hjarta við. Fyri føroyingar eigur tað at verða gott, at onkur er fúsur til at gera eina privata íløgu og taka váðan, ið har fylgir við. Tað er ein váði við hvørjari íløgu, og bert tíðin kann fáa vissuna í ljós, hvørt íløgan var røtt ella ikki. Hetta eru teytirnar í vinnu, og eingin eigur at hava ilt av, at onkur hevur áræði til at royna nakað nýtt, sum til dømis nú í Hoyvíkshaganum. Hann, ið einki váðar, einki vinnur. Men fyri at hetta skal eyndast væl, so má eisini føroyska fólkið og samfelagið her stuðla og taka undir og vera partur av ætlanini so ella so. Góða eydnu Jákup. DAGSINS MEINING Sosialurin Gott við íløgum har hjarta og heili eru við Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónssekreterur: Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Horsdal horsdal@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­‑an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. – Endurgeving mín var úr Luk. 17,34 úr týðing Victor Danielsens, sigur Jenis av Rana í viðmerking til Nicolinu Beder Jensen Hugarensl, soleiðis nevnir Nicolina Beder viðmerking­ ar til m. a. undirritaða og Óla Jacobsen. Hetta er í sambandi við, at vit báðir í farnu viku dittaðu okkum at gera vart við, at fyriskiparar av sokallaðu fagnaðargonguni høvdu endurgivið yrking eft­ ir kenda týska prestin Martin Niemøller, skeivt. Í hugarenslinum seta tyg­un, Nicolina, beinleiðis spurning til mín, í sambandi við grein eg skrivaði herfyri um dagin, tá meniskjasonur­ in opinberast. Eg endurgav eitt bíbliuørindi, og tygum spyrja: »....er hetta rætt endur­ givið?...stendur tað sum Jenis greiðir frá , aðra staðir?... og hví er málburðurin ikki eins?« Og síðani taka tygun so­leiðis saman um: »...Vónandi er tað ikki so, at menn nú fara at málbera seg, sum teimum lystir.« Endurgeving mína finna tygun í Luk. 17,34, og ljóðar skriftorðið so, í týðing Victor Danielsens: »eg sigi tykkum: Ta nátt skulu tvey vera í eini song; annað skal verða tikið við, og annað skal verða latið eftir.« Óivað eiga tygun hesa bíbliu­týðing – um ikki, so finna tygun ørindið, og alla Bíbliuna, á netinum. Addr. er: www.biblian.fo. Leita tygun undir t. d. orðinum song, skuldi ørindið verið skjótt funnið. Viðvíkjandi einum øðrum tygun nevna, sokallaðu Jesus-kakuni, so má eg melda pass. Har vóru tygun undan mær, tí ikki havi eg hoyrt hana nevnda, fyrenn tygun nevna hana í bløðunum. Men neyvan hevur hatta so nógv upp á seg, uttan iva er talan um fjøðurina, ið gjørdist til fleiri hønur. Apropos Eingin eggjakøka uttan brot­in egg Kurvar av brotnum eggum uttan eggjakøkur Enn fleiri kurvar av brot­ num eggum, men eingin eggja­køka til góma Uppaftur fleiri kurvar av brotnum eggum – gloymdur er eggja­ køku­smakkur Bill, børnini og tey samkyndu Lesandi Heini í Skorini Fitt hugarensl Løgtingsmaður Jenis av Rana Signar P. Heinesen