hósdagur 16. februar 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 34 - 16. februar 2006
11
VIÐMERKINGAR
Á landi skuldi markið vera
áin við øllum bládýpunum
har innast í firði ‒ bládýpi
so djúp, at paparnir nevndu
tey heljareygu, heiti, ið síð
ani ta tíð hevur hingið við
ánni. At sjómarkið út eftir
vágni nakrantíð skuldi fáa
týdning, rann ongum til
hugs, so hetta varð tí als
ikki umrøtt á hesum fyrsta
fundi niðurseturbólkanna
millum. Soleiðis hugleiðir
Heini Olsen um tíðina, tá
Egil og menn hansara á
fysta sinni numu Válin og
Vestmanna…
Undir heitinum »Meg
minnist og ørminnist« havi
eg so av og á fest okkurt
á blað, sum liggja kann
til børn og barnabørn, um
nakar teirra seinni skuldu
fingið hug at lisið tað.
Var so heppin at eiga tvær
ommur á lívi, sum báðar vóru
fullar í søgum, og verandi
hálvur vestmenningur og
hálvur válamaður, helt eg
henda stubban um Egil
kanska vera hóskandi til
ástaðar(ástar)fundin bygd
anna millum nú hósdagin
16. februar 2006.
---
Egil
Fyrsta, vit í 1965 vóru
flutt til Føroya, varð eg ein
leygardag á hásumri boðin
við út á flot við bátinum,
»Fimmbrøður« hjá Ingdori,
sum átti fimm synir.
Poli var ikki við henda
dagin. Bróður hansara, Óli,
stóð fyri ferðini og passaði
motorin.
Vit løgdu leiðina suður í
Grunnarnar og haðani til havs
at kalla, hetta uttan stórvegis
fong – onkran hendinga
fisk; men dýrdarveður var,
og kendu vit okkum sum
endurnýggjaðar, tá vit seint
á degi aftur stevndu móti
landi. Komnir inn móti
Koltursnakki helt Óli, vit til
stuttleika skuldu kasta eina
ferð afturat, og í sjálvari hell
ingini vóru stórar longur í
heinta.
Meðan vit so hugagóðir
drógu, kom pollamjørkin
sníkjandi uttan úr havi, og
áðrenn vit fingu umrátt okk
um, køvdi hann av, so vit
einans hómaðu dimmið av
Koltursnakki, hóast vit bert
lógu fáar favnar úr landi.
Kort høvdu vit einki; men
eftir kumpassini setti Óli kós
í ein norðan, so mundu vit
onkursvegna fara at raka
Streymoynna, vóru vit samd
ir um.
Tá vit høvdu siglt um hálv
an tíma ella so, hildu vit tað
aftur myrkna av landi, og
tók Óli beinavegin frá, tí
hond sást ikki fyri stavn. Tá
vit góða løtu høvdu slovað
eftir somu kós, fór hann at
skymast, hugdi uttanborða
og rópti undrandi, at báturin
stóð, og so var.
Vit høvdu rakt miðskeiðis
á Leynarsandi, men sóu
einki fyri mjørka. Eingin
okkara var serliga kunnugur
fram við landi undir Kvívíks
klyvum, og hildu vit tað tí
vera frægast at sigla einar
tíggju minuttir spakuliga í
ein útsynning út á Sundið
og so snara í rættan vinkul
á stýriborð. Tá vit kendu
okkum aftur norðanvert Kví
vík, var sloppið, tí hagani
vóru vit meinkunnugir norð
ur við landinum.
Mær rann í hug søguna um
Egil, sum júst á sama hátt í
mjørka róði seg inn á sandin,
ið tá, sum kunnugt, ikki lá
á Leynarlógv, men í víkini,
har teir seinni høvdu kvíur
gangandi - í Kvíuvík.
Hvussu var og ikki, er ilt
at siga; men onkursvegna
hevur Egil fyrstu ferðina
sett fótin á land, og hvør
veit, um ikki vísindaligar
DNA-kanningar fara at
finna onkran veruleika burt
ur úr øllum teim arvaðu
ommusøgunum, sum við
skakandi hendingum styttu
okkum børnum stundir:
»Jú – menn Egils settu
tjøld upp í víkini og av tí, at
einki livandi var at síggja,
fóru teir eftir fornum siði,
alt tað teir við brandinum
orkaðu renna, undir at taka
land.
Fjallið niðan av víkini
nevndu teir Egilsfjall, og
lítlan tíma longur norðuri
sóðu teir innan fyri høgt nes
eina stóra vág umgjyrda av
høgum fjøllum.
Nesið nevndu teir Egilsnes,
men hildu seg annars fram
vegis høgt á haga, har land
tøkubálini fjall av fjalli best
kundu síggjast. Eitt undr
aðust menn yvir, og tað
var geitukendan seyð, sum
hægst á fjøllum gekk á biti;
men var hann so styggur, at
ikki hugsingur var um at fáa
hendur á honum.
Egil kom sunnaneftir við
trimum skipum, har hitt
eina var mannað úr ættar
bólki av kvika, men snar
sinta upprunafólki Suður
oyggjanna og hitt av meira
seinførum norðbúgvum av
tí allar treiskasta slagnum
inn av strondini í útsynn
ingspartinum av Noregi,
har gamalt var at vita, um
ikki tað, sum gerast skuldi,
við einum veti av umhugsni
kanska kundi bíða til næsta
dag.
Sjálvur hevði hann mannað
skip sítt við teim frægastu til
vit og skil úr báðum bólkum,
hetta við serligum denti lagd
an á, at teir sínámillum í sátt
og semju dugdu hógv, og
at teir saman vóru raskir í
bardaga móti fremmandum
fígginda.
Nú var næsta takið sjó
vegis at kanna tað, teir eftir
fjøllum høvdu lagt undir seg,
og var, sum vera man mikið
málageip, tá teir í víðu víkini
innan fyri Egilsnes funnu
friðarfólk av kallkyni, sum
bert tókust við urtir, dunnur,
høsn og seyð og annars uttan
skjøldur og svørð løgdust á
knæ undir krossi, tá hesir
fremmandu
nærkaðust
landi.
Summir hildu best vera
at drepa; men helt Egil
onga orsøk vera til at avlíva
verjuleysan mann, ið sum
trælur kanska seinni kundi
verða teimum til nyttu.
Úr djúpari gjógv leitaði
stóra áin sær leiðina oman á
sandin. Innan fyri ánna høvdu
hesir fáu einbýlismenn, kring
eitt størri hús, sett sær upp
smáttur, sum norðbúgvarnir
tóku til sín at húsast í, tí so
sluppu teir fyribils frá at
hugsa um innivist til sín
sjálvs, neyt og svín, konur
og børn og tað, teir annars
høvdu havt við sær á hav
gangandi knørrunum.
Forsprákari papana, sum
teir nevndust, hevði mest
sum hug at mótmæla, at teir
soleiðis vórðu riknir av húsi,
og tá einki hjálpti, læs hann á
egna máli sínum eina illbøn
yvir hetta ránsmannaliðið,
hetta mest sum eina langtíðar
ætlan soleiðis, at Gjógvaráin
skuldi leypa og sópa alt
livandi til sjós og at næsti,
sum har setti grevið í, ikki
skuldi ganga av árinum.
Ein av suðuroyabúgvunum
skilti illbønina, og tá hann
greiddi Egili frá henni, datt
høvur papamansins til jarðar,
áðrenn restin av kroppinum
so mikið sum skakaðist.
Skipari suðuroyabúgvanna
var tiltikin at vera skjótari
við svørðinum enn heilin
greiddi fylgja við, og gjørd
ist hetta fyrsti ófriður mann
ingarnar millum, sum tó
endaði við teirri semju, at
norðbúgvaliðið skuldi hava
hesa náttúruvardu vág, har
skipini kundu liggja og
suðuroyaliðið fyrstu vík
ina, har teir vóru lendir,
Kvíuvíkina, har teir niðast
móti sandinum skjótt bygdu
sær langhús og fjós. Hóást
lógvin var heldur brimvond,
hildu teir tað kortini munna
vera munin styttri á fiskileið
enn úr vágni har norðuri í
sundinum.
Á landi skuldi markið vera
áin við øllum bládýpunum
har innast í firði – bládýpi so
djúp, at paparnir nevndu tey
heljareygu, heiti, ið síðani ta
tíð hevur hingið við ánni.
At sjómarkið út eftir
vágni nakrantíð skuldi fáa
týdning, rann ongum til
hugs, so hetta varð tí als
ikki umrøtt á hesum fyrsta
fundi niðurseturbólkanna
millum.
Jú – soleiðis samdust
teir um vík og vág; men
annars var semjan so sum
so, tá talan var um býti av
papatrælum og seyði teirra,
ið teir saman høvdu rikið
í tippi, og sama var við
fuglameingi, rekaviði til
húsasmíð o.a. - ongar størri
orrustir, men hvønn dag sín
trega so troyttandi, at Egil at
enda bart út bað teir renna
seg eitt ávíst stað - nú helt
hann í hvussu er leiðina fram
útnorður í hav.«
»Hvat so, omma?« róptu
vit sum við ein munn.
»Ja – restina kenna tit
líka væl sum eg; men um
tað var tann sami Egil, ið
búsettist á Egilsstøðum á
Eysturlandinum í Íslandi, ja
– tað veit omma ikki at siga
tykkum.«
Heini »half & half«
Sjómarkið millum Kvívík og Vestmanna
Verkfrøðingur
Heini
Olsen
Tað er syrgiligt, at
hundraðtals milliónir
krónur verða blakaðar
í havið. Nakað má
gerast- beinanvegin-
fyri at steðga hesum,
sigur Marjus Dam í
lesarabrævi
Fyri fáum árum síðani
varð livur smeltað umborð
á føroyskum skipum, og
fingin til til lands. Rogn í
stórum nøgdum vórðu tikin
og seld.
Nú skipini, maskinur og
umstøður annars áttu at gjørt
hagreiðingina munandi betri,
verður fiskurin hjá fleiri(ikki
øllum) av skipunum ikki
bløðgaður, bíligasta model
av krivjimaskinu fillar
allan innmat úr fiskinum
– so hvørki rogn livur ella
annað kann førast til lands.
Virðir fyri fleiri hundratals
milliónir verða harvið oyði
løgd og blakaði í havið.
Virkir, í standa klár at taka
ímóti vøruni, og sum høvdu
kunna selt hesa fyri stóra
upphædd standa spyrjandi og
umhugsa at stonga virkini.
Flest munnu vera samd
um, at hetta er ein heilt skeiv
gongd.
Møguleiki at “foredla”
fiskin er við hesi gongd
burtur. Kvaliteturin verður
ofraður fyri kvantitetin.
Gongdin skal vendast, og
tað beinanvegin. Hetta eiga
fiskimenn, reiðarar, vinna
á landi saman við mynd
ugleikum at taka stig til at
loysa. Heldur ídag enn í
morgin.
Eg vil mæla til, at Bjørn
Kalsø beinanvegin innkallar
umboð fyri vinnu á landi,
reiðarar og fiskimannafelag,
fyri at finna eina skjóta og
góða loysn, so at rogn , livur
o.a. verða førd til lands.
Okkara nátturugivna til
feingi eiga vit at fara væl
um!
Milliónir verða burturtveittar
Løgtingsmaður
Marjus
Dam
Vestmanna