hósdagur 16. februar 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 34 - 16. februar 2006
Minningarorð um
góða vin okkara
Dia
Tá ið leið móti jóla og vetur er, so komu boð eftir
tær góði Dia – tær, sum untist at fáa 60 ár her a
foldum. Tað hevur verið ein góð tíð hjá tær og eisini
hja okkum, sum kendu teg. Tú hevur verið ein góður
vinur fyri meg og børnini. Tú byrjaði at koma inn á
gólvið hjá okkum, tá tú og Tórur róu út saman fyri
umleið 30 árum síðan; og tú komst her so gott sum
hvønn dag til tú bleivst sjúkur síðsta vár.
Eg vil goyma minnini i mínun hjarta, tá tú vart her
á føðingardegi mínun í maj, og sat her og hugnaði
tær í millum okkum. Eg roknaði ikki við, at tað var
síðstu ferð, at tú vart her hjá okkum. Men Jesus
pápi valdi at taka teg heim nú, og har hvílir tú nú
góði Dia.
Hvíl i friði
Bryngerð
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Krúndiamantbrúdleyp
Hósdagin 16. februar hava Martha og Steingrim Simonsen
í Vestmann verið gift í 65 ár. Dagurin verður hildin í
heiminum á Hallarvegi 12 saman við familjuni.
Dagurin í morgin
17. februar. Finandus, deyður ár 603. Írskur abbati í
kleystrinum Cloneenagh í Írlandi.
Tað kom dátt við hjá mær, at Gardar
skuldi fara her frá so knappliga. Vit
hava havt nógv saman, hava búð yvir
av hvørjum øðrum sum børn og vóru
altíð grannar.
Eg og Gardar spældu altíð saman
sum børn, og eg minnist, hvussu glað
vit bæði fóru í skúlan fyrstu ferð.
Men eg kom so kedd aftur, tí eg slapp
ikki at sita hjá Gardar.
Tað hevur altíð verið nakað serligt
ímillum okkara heim og heimið hjá
Gardar. Niðan til Billu og Hjalmar
vóru øll hjartaliga vælkomin, har var
altíð fult av børnum, øll børnini í
grannalagnum føldi seg vælkomnan
inni har, og eg minnist, hvussu vit
reikaðu um alt húsið og spældu
krógva lykil, ofta var tað buldraligt,
men ongantíð eitt øvugt orð frá
Billu.
Nógv gott er at minnast aftur á,
allir teir túrarnir Hjalmar tók okkum
við til, til Skúvoyar, Hest og við
Barskor. Og øll børnini sum Billa
tók við til Mikladals á hvørjum ári.
Hetta vóru góðir dagar, sum vit ong
antíð fara at gloyma.
Eg minnist eisini hvussu hugna
ligt tað var jólaaftan at sleppa nið
an til tykkara, aftaná at vit høvdu
pakkað pakkarnar út. Altíð var tað so
spennandi at vita hvat tit høvdu fing
ið í jólagávu frá systkinabørnunum
í Danmark. Eisini minnist eg, tá ið
ommudidd plagdi at sita barnagenta
hjá tykkum, hvussu stuttligt vit hildu
tað vera. Hon fortaldi altíð onkra
góða søgu, og vit klandraðust um,
hvør skuldi sita á beinkinum við síð
una av ommudidd.
Ja, saknurin verður stórur hjá
okkum eisini. Gardar var trúfastur,
hann kom ofta inn á gólvið og
var sera áhugaverdur at práta við,
hann læs nógv, hevði eina ótrúliga
stóra vitan, bæði um søgu og sam
felagsviðurskifti og mangt annað.
Ja, tíðir koma hjá tykkum, sorgin
kann vera tung at bera, tyngri enn
nakað menniskja kann gruna, men
tann friður sum Jesus gevur er ikki
tengdur at skiftandi kenslum. Kross
urin stendur líka fastur, um hann í
løtuni stendur huldur í myrkri.
Góða Billa, Hjalmar og tit øll. Eg
vil enda við at takka tykkum fyri alt,
sum tit hava verið fyri okkum. Má
Jesus styrkja tykkum framyvir.
Ærað veri minni um Gardar.
Gertrud
Minningarorð um Gardar Høgnesen
Tung vóru boðini, eg fekk frá skipar
anum tíðliga mánamorgun, at Gardar
var farin. Ikki vardi tað meg, tá ið eg
fór avstað, at vit ikki skuldu síggjast
aftur her á fold.
Tú hevði ringt á mína telefon, tá
ið vit vóru inni í Norra fyri nakað
síðan. Tankarnir leita um ta tíð, vit
hava havt saman ígjøgnum alt lívið.
Vit vóru so at siga javngamlir og
grannar alt lívið. Vit spældu nógv
saman sum ungir og eg var onkrar
ferðir við tykkum, familjuni, norðuri
í Mikladali í summarfrí.
Sum eldri blivu vit báðir sjómenn
og sigldu hvør sína leið, men onkun
tíð hava vit siglt saman, bæði við
Bjørgvin og við Ågot. Tú gjørdi tær
ikki til skammar, har tú vart, raskur
vart tú, og kreftirnar hevði tú góðar.
Men um vit sigldu við ymiskum
skipum, hildu vit altíð samband við
hvønn annan, komu inn til hvønn
annan og ringdu til hvønn annan.
Tá vit báðir vóru heima samstundis,
stukku vit altíð inn á gólvið hjá
hvørjum øðrum, og mangan góðan
kaffimunnin havi eg fingið inni hjá
tykkum.
Altíð vart tú til reiðar at hjálpa, um
eg bað teg hjálpa mær við onkrum.
Eg minnist væl fyri nøkrum árum
síðan, tú hjálpti mær at stoypa í kjall
aranum, tá var gott at hava ein við
góðum evnum. Ongantíð gramdi
tú teg um nakað og fyri tey óhapp
tú vart fyri nú seinastuni, klagaði
tú ongantíð, men segði altíð, at tað
gekk betri. Eg gloymi ongantíð, eina
ferð vit sita inni hjá tær og tosa um
lívsins viðurskifti, og tosið fellur á,
at alt sær so svart út, at tú sigur, at
tað altíð blívur betri aftur, soleiðis
vart tú, klagaði ongantíð.
Eg havi mist ein góðan vin í tær
Gardar, og tómligt verður tað at
koma heim aftur og ikki at síggja
teg aftur, men eg trúgvi at tú hevur
tað gott, har tú ert nú.
Má Harrin styrkja tykkum í sorg
tykkara, ið eftir sita.
Heilsan Alex, umborð á
Sundaberg
Til minnis um Gardar Høgnesen
Tíðindaskriv
Tormóður Stórá er settur sum
læknafakligur depilsleiðari
fyri Psykiatriska depilin á
Landssjúkrahúsinum, gald
andi frá 1. februar 2006.
Hann fær við hesum ta ovastu
rakstrarligu, fíggjarligu og
fyrisitingarligu ábyrgdina
av Psykiatriska deplinum
og skal leiða depilin saman
við Bergit Weihe, leiðandi
sjúkrarøktarfrøðingi.
Umskipanin av leiðsluni
er gjørd eftir at Sofus Joen
sen, leiðandi yvirlækni hev
ur ynskt at verið loystur frá
leiðsluuppgávuni á depli
num.
Nýggjur depilsleiðari á
psykiatriska deplinum
Atlantic Airways bjóðar nú
lesandi uttanlands bíligari
ferðir á øllum rutunetinum.
Talan er allar ferðir, sum
hava fráferð til Føroya í
tíðarskeiðnum frá 1. juni
til 10. juli. Treytirnar fyri
tilboðnum eru, at tey ferð
andi eru millum 18 og 32
ár. At tey kunnu prógva, at
tey eru lesandi uttanlands.
Og at uppihaldið í Føroyum
ikki er longur enn tríggjar
mánaðir.
Lesandi,
sum
vilja
bíleggja sær slíkar ferðir,
skulu gera hetta í seinasta
lagi á grækarismessu, sum
er 12. mars.
Sparingin hjá teimum,
sum keypa hesir ferðir,
eru millum 1.030 og 1.357
kr., tá sammett verður við
teir prísir, sum annars eru
galdandi fyri semi-flex ferða
seðlar.
Bíleggjast kann á ferða
skrivstovum ella á heima
síðuni hjá Atlantic Airways,
www.atlantic.fo.
-mørk
Lesandi flúgva
bíligari