Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. februar 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 34 - 16. februar 2006 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Betrea Jacobsen, Mið­ vágur, fer til gravar úr Miðvágs kirkju leyg­ ar­dagin kl. 14. Sungið verður úr Sálmabókini. Kistan fer úr lands­sjúkra­ hús­kapell­inum hósdagin kl. 16. Tey, sum vilja minn­ ast Betreu, kunnu lata Før­oya Felag móti Krabba­meini eina pen­ inga­gávu. Heri Hartmann Nicla­­ sen, Tvøroyri, and­­að­ist á Suðuroyar Sjúkra­húsi mikudagin, 15. febr­uar, 60 ára gom­ul. Farið verður úr kapell­ inum leygardagin kl. 17 í Tøroyrar Kirkju. Jarð­­ arferðin verður úr Tvør­ oyrar Kirkju sunnu­dagin kl. 13. Tey, ið vilja minnast Hera, kunnu lata eina pen­­ingagávu. Konta í Før­oya Banka. Eileen Thomsen, Lopra, andaðist á Lands­ sjúkrahúsinum týs­dag­ in, 14. febru­ar, 74 ára gomul. Farið verð­ur úr kapell­ inum á Lands­sjúkra­hús­ in­um til Smyril fríggja­ dagin, 17. februar, kl. 11. Jarðarferðin verð­ ur úr Vágs kirkju í kirkjugarðin á Leitið leygardagin, 18. februar, kl. 13.30. Andlát og jarðarferðir Fríggjadagin 17 februar hev­ ur 22 ára gamla havnargent­an, Halldis Olsen, framsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Halldis byrjaði á ungum árum at fáast við list í Heine­ senshúsi, ið Bent Bruun Han­ sen settið á stovn. Eftir lokið studentsprógv leitaði hon sær til Danmark­ ar, har hon í eitt ár gekk á listaháskúla. Á framsýningini sýnir Hall­ dis fram málningar, prent og tekningar ið hon hevur gjørt í Danmark. Framsýningin, sum altso letur upp fríggjadagin, er opin til týsdagin 21. februar. Allar dagar millum klokkan 16 og 20. Í sambandi við ferni­ser­­ ing­ina fríggjadagin fer Horn­orkestrið hjá Frels­­unar­ herinum at hava framførslu, og byrjar hendan kl. 16.30. -mørk Nú fríggjadagin, 17. februar, verður Fríðbjørg Højgaard, (f. Joensen) í Rituvík 75 ár. Hon er fødd í 1931 á Hvítanesi. Mamman, Elisa­ beth, var fødd Jensen og ætt­að úr Sumba, meðan páp­in, Dánjal Joensen, í móð­ir­ætt var ættaður frá fyrstu niðursetufólkunum á Hvítanesi (Didriksen-ætt­ in). Elisabeth og Dánjal fingu seks børn; men longu í apríl 1941 fórst Dánjal við ”Guiding Star”, og kom hon tí at vaksa upp hjá gubba sín­ um, Volmar Bech, giftur við Fridu á Tvøroyri. Har treivst hon væl og var tað ein tíð, ið hon mangan hevur fortalt okkum børnunum um. Fríðbjørg tók real­skúla­ prógv á Tvøroyri í 1947 og fór sama ár í skrivstovulæru á Líkningarráð Føroya, ið fyrst helt til á Kongabrúnni, men seinni flutti út í Tinga­ nes. Har kom eisini Lands­ fólkayvirlitið at hoyra til, og her kom Fríðbjørg at arbeiða í 8 ár. Í Havn hitti hon mann sín, Andreas S.J.S. Højgaard, ið tá gekk á stýrimansskúla. Tey giftust í 1953, og fluttu til Rituvíkar í 1955. Tey fingu børnini Dánjal Petur, Janu, Volmar, Evu, Irenu, Guðrið, Áka og Tóka. Í Rituvík kom Fríðbjørg at halda hús og seinni eisini at taka sær av verforeldrunum Janu og Dánjal Petur. Hetta eins og alt annað húsligt arbeiði varð gjørt við einum sjáldsomum hegni og góðum arbeiðslagi, har alt bar til. Uppaling av 8 børnum, ansing av neytum, seyði og fenaði, meðan mað­ur­in sigldi. Jú, alt kom væl undan, ið Fríðbjørg - – mamma og omma okkara – fekst við. Heppin var hon eisini við grannalagnum í býlinginum Handan fyri Brekku, har hjálp­semi og góðvilji var eyð­ kenni fyri øll húsini har. Hon tók lut í mongum virksemi. Hevði t.d. handarbeiðsskeið heima við hús frá vetrinum 1958-59 og til Nýggi Skúli varð tikin í nýtslu.. Ritu­ víkskvinnur tóku væl undir við hesum skeiði og mangt eitt dygdar handverk bleiv virkað og tilgjørt - til egna nýtslu ella til basarar. Tá ið váraði, kundi tú frøast yvir eina prýðiliga framsýning í Gamla ella Nýggja Skúla. Mangt er at minnast, tað er vist. Væl hevur eisini ligið fyri við tí handaliga. T.d. hevur Fríðbjørg seinnu árini og til fyri kortum broderað øllum synum og døtrum og flestu ommubørnunum (10 í tali) vestar, turrikløð og fyri­ kløð til føroysk klæði. Ikki bara okkurt hissini, men satt listahandverk! Eftir at tey flestu børnini vóru farin burtur í læru, fór hon sjálv eisini í skúla aftur. Var t.d. á læraraskeiði hjá Maritu Petersen, sálu, á Fróðskaparestrinum. Hevur eisini virkað sum vikarur við Runavíkar Skúlaverk í umleið 12 ár, mest í Rituvík. Sangur hevur staðið hennara hjarta nær, og hevur hon sungið í kóri úti við 50 ár. Tey fyrstu árini við Havnar Sangfelag, fyrst stjórnað av Gunnari Mikkelsen, seinni av Hans Jacob Højgaard. Í Eysturoynni hevur hon sung­ið í Kór Glyvra Kirkju og Eystankórinum, bæði stjórnaði av Símuni Nón­ klett. Hon var við til at stovna Eysturoyar Heimavirki, har hon var nevndarlimur og skrivari í nógv ár. Til fyri kortum hevur hon eisini stað­ið handan diskin í heima­ virkinum – og kunnað leið­ beint og ráðgivið teimum, ið skuldu keypa ella spyrja um føroysk pløgg ella og klæði. Nú hon rundar tey sjútifimm, er hon framvegis birg og virkin. Beint nú kanska mest við hús í Rituvík, har hon – umframt at klára alt tað húsliga sjálv – eisini tekur hond í vakra urtagarðinum kring húsini. Hjá Fríðbjørg og Andriasi hava mong sitið væl og notið hjartaligan blíðskap, har hann finst bestur í einum før­oyskum heimi. Tillukku, góða mamma og omma! Tøkk fyri stríð og strev í øll hesi ár, ið farin eru. Harrin signi leiðina fram. -børn og ommubørn Fríðbjørg Højgaard 75 ár Halldis í Smiðjuni Fríggjadagin 17. februar letur Halldis Olsen upp ein framsýning í Smiðjuni við 14 surrealistiskum málningum umframt grafiskum prenti og tekningum Mynd: Magnus Gunnarsson Tøkk Hjartaliga tøkk fyri samkenslu og hjálpsemi, tá elskaða mamma, vermamma, omma og langomma okkara Hjørdis Johannesen doyði og varð jarðað. Takk til tykkum, ið vitjaðu hana. Til Lágargarð, hjartaliga tøkk fyri sera góðu og kærleiksfullu røkt og umsorgan. Børnini Tøkk Stóra tøkk til tykkum, sum sýndu samkenslu, tá góði maður mín, pápi, abbi, verpápi og beiggi okkara Johannes Petersen Vágur andaðist og fór til gravar. Takk til Jónsvein prest og Patrick prest fyri góð orð. Takk til sangkórið Ljómur fyri vakran song í kirkjuni og tøkk til heimahjálpina og heimasjúkrasystrar í vóru um hann, ta tíðina hann var heima. Takk til Røktarheimið fyri tað tíð honum untist at vera har og takk fyri heilsanir og gávur til Vágs kirkju. Takk øll somul. Martha, Dion, Ella, Jóannes og Rógvi