Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-16, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. februar 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 34 - 16. februar 2006 UTTAN ÚR HEIMI Altjóða hjálparfelagsskapir bera ótta fyri hungursneyð har eysturi ín Afrika or­ sakað av áhaldandi turki. Í Somalia eru felags­ skap­irnir longu farnir und­ ir at geva umleið 500.000 fólkum mat, men ST sigur, at teir næstu mán­ að­arnar fara umleið 11 milli­ónir fólk í Kenya, Etiopia, Somalia, Eritrea, Tanzania og Burundi at hava hjálp fyri neyðini. Kemur einki regn teir báð­ar næstu mánaðarnar, verður grøðin tann minsta í mong ár, og í summum økjum bera tey ótta fyri, at árið verður tað ringasta í næstan 50 ár, skrivar AP. Teyði Krossur sigur, at turkurin hevur longu havt stórar avleiðingar, og felagsskapurin væntar, at í støðum fara umleið 80 prosent av húsdjórunum at doyggja. Pascal Hunt, sum er leiðari hjá Reyða Krossi í Soimalia, vil hava altjóða samfelagið at veita hjálp beinanvegin. Hann sigur, at nógvastaðni eru fólk rýmd úr bygdunum, tí einki vatn er at finna, og at deyð húsdjór liggja og sløðast nógvastaðni. Vandi fyri hungursneyð Hóast heimsheilsu­stovn­ur­ in WHO hevur álagt øllum londum at siga fólkinum frá, so skjótt teir hava ill­gruna um, at fuglakrím er komið til landið, eru tað ikki øll lond, sum gera tað. Nú er komið fram, at myndugleikarnir í Nigeria bíðaðu næstan tríggjar vikur við at kunna fólkið um, at tann herviliga sjúk­an var komin hagar. Leið­arin á nigeriska djóra­læknastovninum, Lami Lomb­in, hevur sagt, at hennara starvsfólk stað­ festu teir fyrstu tilburðirnar av H5N1 í fugli har norð­ uri í landinum mið­skeið­is í januar. Men mynd­ug­ leikarnir valdu at dylja frá­ boðanina frá stovninum, og ikki fyrr enn tann 8. febru­ ar fekk nigeriska fólkið boðini. Síðani er fuglakrímið stað­fest í minst trimum lands­pørtum, men av tí at myndugleikarnir løgdust á boðini, eru eingi tiltøk sett í verk fyri at forða sjúkuni at breiða seg, og tí hava fólk heldur ikki fingið at vita, hvat tey skulu gera. Duldu fuglakrím Tann 25 ára gamli bretski blaðmaðurin Robert Stans­ field varð tikin í síðstu viku, eftir at løgreglan hevði fingið boð um, at hann hevði søkt arbeiði hjá Elizabeth drotning á Buckingham Palace. Tá starvsfólkini hjá drotningini kannaðu umsókn hansara, funnu tey ymiskt, sum ikki var, sum tað átti at vera. Tey boðaðu tí løgregluni frá, og stutt eftir bleiv blað­maðurin tikinm. Robert Stansfield ar­beiðir hjá blaðnum Daily Mirror, og hetta er ikki fyrstu ferð, at blaðið hevur roynt at sleppa inn um veggirnar hjá drotningini. Eitt nú eydnaðist tað einum av blaðmonnunum at fáa starv har, júst tá George W. Bush, forseti, var og virjaði í 2003. Síðani hevur hóvið bøtt um eftirlitið, og í síðsta mán­að bleiv ein blaðmaður hjá News of the World av­dúkaður, tá hann søkti arbeiði í Buckingham Pal­ ace, skrivar Reuters. Søkti arbeiði hjá Elizabeth Fyri triðju ferð er leiðarin hjá al-Qaeda í Irak, Abu Musab al-Zarqawi, dømdur til deyða í Jordan. Saman við átta øðrum er hann dømdur til deyða fyri at hava havt ætlanir um eitt evnafrøðiligt álop í 2004, sum ætlandi skuldi kosta fleiri túsund jordanum lívið. Álopið varð av ongum, tí jordanska trygdartænastan avdúkaði ætlaninar. Fimm av teimum ákærdu vóru í rættarhølinum, tá dómurin fall í gjár, men al-Zarqawi og tríggir aðrir fingu frá­ veru­dóm, tí tað hevur ikki eydnast jordansku mynd­ug­ leikunum at finna teir. Hetta er triðju ferð, at jordanska dómsvaldið hevur dømt al-Zaeqawi til deyða. Aftur dømdur til deyða Tríggir menn hava játtað at taka við sum ST-aðalskrivari, tá Kofi Annan fer frá á nýggjárinum. Men kappingin er hørð ST Árni Joensen: fartekst@mail.dk Hóast vit einki hoyra um tað, er ein heimsumfatandi kapping lagt síðani farin í gongd, tí innan eitt ár skal ST hava nýggjan að­al­skrivara. Tað eru leið­ ararnir í Washington, Beijing, Moskva, París og London, sum í síðsta enda eiga avgerðina, og í hesari vikuni er valstríðið byrjað av álvara. Týsdagin kunngjørdi suð­urkoreanska stjórnin, at hennara uppskot er at velja Ban Ki-Moon, uttan­ ríkisráðharra til aðalskrivara. Hann er tað triðja valevnið, sum er skotið upp. Hinir eru varaforsætisráðharrin í Teilandi, Sunakiart Sath­ir­at­ hai, og stjórnarráðgevin í Sri Lanka, Jayantha Dhanapla. Harumframt hevur stjórnin í Eystur-Timor nevnt, at hon kanska fer at skjóta sín uttanríkisráðharra, Jose Ramos-Horta, upp sum valevni. Tað er ikki av tilvild, at øll uppskotini eru komin úr Asia, tí nógvastaðni er semja um, at Asia eigur at fáa aðalskrivaran hesaferð. Tey fyrstu 15 árini vóru aðal­skrivararnir úr Norður­ londum, men síðani hevur starvið gingið upp á skift ímillum heimspartarnar. Tey seinastu 15 árini hevur Afrika átt tað, og nú eru 35 ár, síðani ein úr Asia sat í ovasta embætinum í ST. Spurningurin er so, um tey asiatisku londini kunnu semjast um eitt av valevnunum. Rokna verður við, at tað suðurkoreanska valevnið fær stuðul úr Japan og Kina, meðan Indonesia hevur boðað frá, at tað fer at styðja uppskotið úir Teilandi. Tað fara Vietnam, Malaysia og Filipsoyggjarnar helst eisini at gera, men sambært teilendska blaðnum The Nati­ on er tað avgerandi, hvat USA sigur, og enn hevur Washington einki sagt. Tað er trygdarráðið, sum tekur ta endaligu avgerðina, og tað eru tí í veruleikanum teir fimm føstu limirnir, sum sita við avgerðini. Amer­ik­ anski ST-sendiharrin, John Bolton, segði við Wash­ ington Times herfyri, at amerikanska stjórnin leggur ikki so stóran dent á, hvør heimspartur eigur tørn hesa­ ferð. Hann segði, at Mið- og Eysturevropa hava ongantíð átt aðalskrivaran, men at tað er vert at kanna tann møgu­ leikan hesaferð. Bill Clinton? Orðini hjá John Bolton hava havt við sær, at í seinastuni eru fólk farin at tosa um fyrrverandi polska forsetan Alexander Kwasnievski og letlendska forsetan Vaira Vike-Freiberga sum møgulig evni. Tey hava bæði gott samband við Wash­ington, og Vaira Vike- Freiberga hevur harafturat tann fyrimun, at enn hevur ST ikki havt eina kvinnu í ovasta embætinum. Fleiri fjølmiðlar vísa á, at tað verður at kalla ógjørligt at finna eitt valevni, sum øll londini kunnu semjast um, og so er tað heldur ikki vist, at tað er tað best egnaða evnið, sum at enda verður valt. Tí hava summi skotið upp at velja ein am­erikanara hesaferð, og tað ljóðar, at fyrrverandi for­setin Bill Clinton skal hava víst tankanum áhuga. Hann hevði uttan iva fingið stuðul frá nógvum, men tey flestu ivast í, at John Bolton og hansara menn fara at stuðla manninum, sum eina­ferð var teirra argasti mótstøðumaður, skrivar AP. Amerikanski vara­ forsetin stendur rætti­liga fyri skotum, eftir at hann var so óheppin at skjóta ein av sínum vinmonnum USA Árni Joensen fartekst@mail.dk – Vit hava eini góð tíðindi, góðu hyggjarar. Loksins hava vit funnið eitt hóp­ oyð­ingarvápn. Tað er Dick Cheney. Soleiðis ljóðaði bytjanin á einari av sendingunum hjá tí væl umtókta sjón­varps­ vert­inum David Letterman mánadagin, og hann helt fram: – Vit fáa ikki fatur á bin Laden, men tað eydnaðist at fáa klørnar í ein 78 ára gamlan sakførara. Tann 78 ára gamli sak­før­ arin er maðurin, sum Dick Cheney var so óheppin at raka, tá teir vóru á veiðiferð í Texas seinasta vikuskiftið. Maðurin varð raktur í høvdið, men slapp við lívinum. Ein annar sjónvarpsvertur, Jay Leno, gjørdi eisini gjøldur burtur úr varaforsetanum. – Her í Kalifornia er vak­ urt og fínasta veður, men har eysturi í landinum er ill­ veður. Tað hevur kavað so illa í Washington, at Dick Cheney var so óheppin at skjóta ein feitan mann, tí hann helt hann vera eina ísbjørn. Sjálvur vil Dick Cheney ikki siga eitt orð um tilburðin í Texas. Hann vil heldur ikki gera viðmerkingar til tíðindini frá løgregluni um, at varaforsetin hevur als ikki veiðiloyvi. Gera gjøldur burtur úr Dick Cheney Hørð kapping um starvið hjá Kofi Annan Vaira Vike-Freiberga. Verður hon fyrsta kvinnan í ST-aðalskrivarastarvinum? Kofi Annan fer fá á nýggjárinum