hósdagur 16. februar 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 34 - 16. februar 2006
15
Nr. 34 • hósdagur • 16. februar 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo
Claus fekk
eina løtu
í sigri
Claus Bech Jørgensen
spældi
mikukvøld
tað síðsta korterið, tá
Coventry vann 2-1 á
heimavølli ímóti Sheffield
Wednesday.
Coventry hevur staðið
seg væl á heimavølli í
ár, og tann gongdin helt
fram í kvøld, tá Sheffield
Wednesday var á vitjan.
Áleyparin Stern John
legði Coventry framum
beint fyri steðgin, og
í 76. minutti skoraði
Gary McSheffrey til
2-0 eftir fríspæling frá
veteraninum Dennis Wise.
Tríggjar minuttir seinni
minkaði útiliðið til 2-1,
men Coventry megnaði at
halda fast um leiðsluna.
Claus Bech Jørgensen
varð settur á vøllin í 75.
minutti. 20.021 fólk vóru
til dystin á Ricoh Arena í
Coventry í kvøld.
Coventry liggur nú á
fjúrtanda plássi av teim
um fýra og tjúgu liðunum
í deildini.
-stef
Tvey flyta
beinleiðis
niður
Fagnaðurin hjá Gøtumonn
um var øgiligur, tá teir í
seinastu sekundunum av
seinasta dystinum í fjør
megnaðu at lyfta seg upp
um TB. Týdningarmikla
málið bar við sær, at
GÍ endaði næstniðast á
stigatalvuni, og tí fingu
teir ein eyka møguleika
at halda sær í deildini.
Ein møguleika, sum teir
eisini tóku av við trygg
um samanløgdum sigri á
B71.
Men eftir nýggja lógar
uppskotinum hjá FSF,
so vildi málið hjá GÍ á
Skála ikki havt annað
enn kosmetiskan týdning.
Skotið verður nevnliga
upp, at nummar 9 og 10
í Formula-deildini flyta
beinleiðis niður í fyrstu
deild í 2006. Sama skipan
verður eisini galdandi í
deildunum niðureftir.
Hartil verður eisini
staðfest, at tað bert eru
tey bæði fremstu liðini
í eini deild, sum kunnu
flyta upp. Tað vil siga,
at eigur t.d. vinnarin av
fyrstu deild longu lið í
Formula-deildini, verður
tað bert eitt lið, sum flytur
upp, og hevur nummar trý
tí ikki sama møguleika,
sum tey áður hava havt.
-mørk
Síðani reglurgerð
um sáttmálaleikarar
kom í gildi í Før
oyum, hevur ein
av sokallaðu grá
sonunum verið,
hvussu feløg skulu
fyrihalda seg til leigu
avtalur, men hetta
verður nú broytt
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Fleiri feløg hava gjørt leigu
avtalur, men hesar hava fyrst
og fremst bygt á innanhýsis
avtalur og álit.
Sambært galdandi reglum,
so merkir ein leiguavtalu í
veruleikanum, at spæliloyvi
verður avhendað. Og tað
kann gerast óheppið, um
felagið, sum lænir spælara,
brádliga noktar at lata hendan
aftur til móðurfelagið.
Hetta vil í øllum førum
ikki vera í stríð við galdandi
FSF-reglur, og tí vildi talan
í slíkum føri verið um sivilt
rættarmál, um móðirfelagið
skuldi kravt spælaran aftur.
Hetta verður nú ætlandi
broytt. Sambært broytingar
uppskoti, sum verður lagt
fyri aðalfundin hjá FSF leyg
ardagin, nýtist møguligur leik
arasáttmáli ikki at fara úr gildi,
tá leiguavtala verður gjørd.
Treytin er tó, at avtalan
millum feløgini ikki má
stríða ímóti teimum reglum,
sum longu eru galdandi. Og
at leigusáttmálin skal góð
kennast av sáttmálanevndini
hjá FSF.
Leiguavtalur skulu loyvast
Áskoðarainntøkurnar
vóru væl minni enn
ætlað, og hetta er
høvuðsorsøkin til, at
ætlaða lítla yvirskotið
hjá Fótbólts
sambandinum
gjørdist til eitt lítið
undirskot í fjør
FSF-roknskapur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Eitt hall á 287 tkr. mótvegis
einum yvirskoti á 2.539
tkr. í 2004. Tað er úrslitið
á botnlinjuni í FSF-rokn
skapinum, sum verður
lagdur fyri aðalfundin
leygardagin.
Hetta skal sammetast mót
vegis løgdu fíggjarætlanini,
sum sýndi eitt yvirskot á
411 tkr.
Talan er tó ikki um nakra
penganeyð í FSF hóast hallið.
Eginpeningurin telur góðar
18 mió kr. av samlaðu ognini
á 23,5 mió kr. Langfreistaða
skuldin er bara 1.679 tkr., og
verða avsetingar roknaðar
frá, er talan heldur ikki
um stórvegis stuttfreistaða
skuld.
Áskoðararnir
vóru færri
Størsta einstaka orsøkin til
frávikið var, at áskoðara
inntøkurnar hjá FSF vóru
væl minni enn tað, sum
roknað varð við.
Í fjør vóru hesar 1.362 tkr.,
og tað er væl minni enn tær
2.033 tkr., sum streymaðu í
kassan í 2004.
Í allar aðrar mátar tóktust
inntøkur og útreiðslur at fylgja
løgdu ætlanini hampuliga
væl. Roknskapurin er tó
eisini merktur av, at Fót
bóltssambandið í ávísum
førum hevur hugsað long
ur enn bara til árslok
2005. Eitt nú eru 480 tkr.
útreiðslurførdar til MaFF-
grunnin. Hetta er grunnurin,
har feløgini kunnu søkja
um stuðul til fyrisitingarlig
endamál, nú tey krøvini
eru munandi herd. Sama
upphædd verður eisini avsett
í 2006, soleiðis at samlaða
stovnsfæið í grunninum
verður úti við milliónina.
Sjónvarpsavtalan
kostar
Tað man ikki vera sørt,
at nevndin í FSF kann
iðra seg nakað um, at tey
fyri tveimum árum síðani
gjørdu eina broytta avtalu
við sports-five, sum umsitur
sjónvarpsrættindini
til
føroyska fótbóltslandsliðið.
Útgjaldið eftir nýggju
avtaluni er í nógv minni mun
tengd at, hvørji mótstøðulið
Føroyar fáa í lutakastinum
til undankappingar. Orsøkin
til, at FSF valdi hesa loysn,
var sjálvandi, at vandin
fyri fíggjarligari vanlukku
í einum lutakasti tá verður
mest sum elimineraður. Men
hinvegin merkir tað eisini,
at møguleikin at skora
tann heilt stóra vinningin
hvørvur.
Og tað kundu Føroyar gjørt
í ríkiligt mát. Við seinastu
undankapping var Frakland í
okkara bólki. Og tað eru teir
aftur hesaferð - enntá saman
við Italia. Ein samanseting,
sum helst vildi oyst pengar
í FSF-kassan eftir gamla
sáttmálanum, men altso ikki
eftir tí nýggja.
Men útfallið av lutakasti
ber sjálvandi illa til at spáa
um. Og høvdu Føroyar
kanska fingið tvær ferðir
Kekkia heldur enn Frakland
hesar báðar seinastu ferðir
nar, vildu øll verið fegin
um stabilitetin, sum nýggja
avtalan inniber.
Færri áskoðarar
kostaðu FSF hall
Vandin fyri fíggjarligum skrædli av óhepnum lutakasti hvarv at kalla við nýggju sjónvarps
avtaluni. Men gamla avtalan vildi hinvegin givið munandi meira pening fyri fronsku
heimsstjørnurnar
2. deild
verður
1. deild
FSF ætlar sær nú at taka
stigið við sponsor-heitum
á kappingunum fult út.
Formula-deildin skal
framhaldandi ber sponsor-
heiti. Men 2. deild skal nú
broyta navn til 1. deild,
meðan 3. deild verður 2.
deild o.s.fr.
Hetta er ein gongd,
sum hevur verið vanlig
í øllum grannalondum
okkara, og sum skilst,
so var talan ikki um tað
heilt stóru mótstøðuna, tá
spurningurin var reistur
á árliga heystarfundinum
við feløgini.
-mørk