hósdagur 16. februar 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 34 - 16. februar 2006
Málini skulu
teljast við
FSF ætlar, at grein 5 í kapp
ingarreglunum fyri fótbólt
nú skal broytast. Hetta er
greinin, sum ger av, hvussu
støðan skal roknast, um lið
hava sama stigatal.
Broytingin er, at nú skal
málmunurin í innanhýsis
dystum roknast við. Stend
ur eisini á jøvnum í hesum,
er tað liðið fremst, sum
hevur skotið flest mál á
útivølli.
Hetta er ein broyting,
sum hevur verið væntandi,
um hugt verður eftir máls
viðgerðini, tá greinin í síni
tíð varð samtykt. At mál í
innanhýsis dystum ikki
komu við í lógartekstin ta
ferðina, var snøgt sagt eitt
mistak. Eitt mistak, sum
eingin hevði hugsað um,
fyrr enn HB og VB bara tvey
umfør undan kappingarloki
vóru ájøvn í stigum. Ein
støða, sum hevði við sær,
at Dómsnevndin hjá FSF
tók málið upp av sínum ein
tingum, soleiðis at eingin
ivi skuldi verða um, hvussu
stigatalvan skuldi lesast.
-mørk
Feløg kunnu
missa loyvið
Talan skal nú verða um
munandi strangari reglur
viðvíkjandi loyvisgóð
kenningini, sum FSF letur
føroysku fótbóltsfeløgum.
Talan er um krøv, sum
UEFA hevur ásett, og sum
í onkrum av limalondunum
hava viðført mest sum kaot
iskar støður. Eitt nú í Italia,
har bæði Lazio og Roma
hava verið í vanda fyri at
verða tveitt úr kappingini.
So galið gongur tað
vónandi ikki í Føroyum.
Men FSF skjýtur upp,
at feløg, sum ikki lúka
ásettu treytirnar, nú kunnu
fáa noktað luttøkuloyvi í
Formula-deildini.
Fundast
um Futsal
Hesa vikuna fundast tey
52 limalondini í UEFA
um innandurafótbólt, sum
skal hava hægri raðfesting.
Spælið Futsal fær alsamt
størri undirtøku, og nú
ætlar UEFA meira miðvíst
at skipa fyri kappingum
í hesum spæli. Futsal er
innandurafótbóltur, har
grundarlagið er tekniskur
fótbóltur fram um krops
ligar nærdystir.
Rúni Heinesen og Pætur
Clementsen umboða FSF
á fundinum, sum verður
hildin í Madrid.
ek
Norska felagið Start
umhugsar nú, um tað
skal leggja graslíki
á nýggja leikvøllin
hjá sær, sum verður
bygdur í løtuni
Fótbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Nýggjastu graslíkisvøllirnir
verða alt meira útbreiddir
úti í heimi, og tað er blivið
meira vanligt, at eisini
dystir av ymsum slagi verða
spældir á hesum vøllum. Eitt
nú verða fleiri dystir í Royal
League spældir á graslíki, tí
grasvøllirnir ikki eru í nóg
góðum standi hesa ársins
tíð.
Norska felagið Start,
har Todi Jónsson er ein av
spælarunum, umhugsar
nú at leggja graslíkið á
nýgga leikvøllin hjá sær í
Kristianssand.
Avgerðin verður tikin
fyrsta dagin, og tað verður
mett sum sannlíkt, at Start frá
2007 fer at spæla allar sínar
heimadystir á graslíki.
Onnur
norsk
feløg
umhugsa eisini at fara yvir
til graslíki á sínum nýggju
vøllum.
Loyvini at brúka graslíki
eru blivin meira víðfevnd,
eftir at nýggjastu vøllirnir
eru farnir at líkjast vanligum
grasi alt meira.
– Vit halda ikki, at
føroyskur fótbóltur
fær tað betri, um FSF
letur meira pening til
feløgini. Og sum heild
halda vit, at Óli Holm
hevur gjørt eitt gott
arbeiði, eru boðini úr
Klaksvík, har tey ætla
at geva Óla Holm sína
atkvøðu
FSF-val
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
KÍ var ikki millum tey feløg,
sum skrivaðu undir uppskotið
um at stilla Birgir Enghamar
upp til formansvalið í FSF.
Orsøkin til hetta hevur sum
so einki við nýggja valevnið
at gera. Men John William
Joensen, pressutalsmaður
hjá felagnum, sigur, at tey
ikki duga at síggja nakra
serliga orsøk at skifta
verandi formannin út.
– Vit hava havt eitt fínt
samstarv við bæði Óla Holm
og Birgir Enghamar. Og vit
hava sum so bara alt gott at
bera teimum báðum.
– Til tíðir hevur arbeiðið
innan FSF tókst heldur
rokmikið. Men hesi seinastu
tvey árini hevur talan verið
um arbeiðsfrið og gott
samstarv. Og tá so er, so
halda vit tað hava týdning,
at stabiliteturin í arbeiðinum
verður varðveittur. Í øllum
førum halda vit ikki, at tað
kann vera nakað endamál
í sjálvum sær at skifta
leiðsluna út, sigur hann.
Landsliðini skapa
menning
Stuðulin til verandi arbeiðs
setning innan FSF tykist
eisini koma greitt til sjóndar,
tá tosað verður um tað, sum
hevur verið ført fram higartil
í valdystinum.
– Stórur partur av ónøgd
ini hevur snúð seg um, at
feløgini ynskja ein størri part
av fíggjarligu inntøkunum
hjá FSF. Men tað er so ikki
okkara áskoðan, at tað loysir
nakrar trupulleikar, um
pengarnir floyma úr FSF-
kassanum yvir til feløgini.
– Partvíst, so haldi
eg avgjørt, at vit í dag
síggja nyttuna av miðvísa
landsliðsarbeiðinum, sum
hevur verið gjørt. Tá vit trinu
inn á altjóða pallin, so sóu vit
fyri tað nógva alt landsliðið
standa í brotsteiginum og
sparka burtur. Í dag hava vit
spælarar, sum eru skúlaðir
upp við altjóða avbjóðingum,
og tað sæst heilt avgjørt aftur
í betraðum landsliðsavrikum.
Samstundis er hetta eisini
nakað, sum kemur feløg
unum tilgóðar. Nakað sum
eitt nú var sjónligt í UEFA-
Cup dystunum, sum B36
spældi í ár.
– Hartil kann tað ikki
vera nøkur haldgóð loysn,
at feløgini fara avstað við
teimum inntøkum, sum
FSF fær úr altjóða luttøkuni.
Sum føroyskur fótbóltur
er skipaður, so vilja øktar
inntøkur at kalla bara fara
til øktar lønarútreiðslur til
spælarar, og tá fara peng
arnir úr føroysku fótbólts
skipanini. So halda vit, at
nyttan er munandi størri,
um pengarnir verða nýttir í
einum arbeiði, sum gagnar
øllum føroyskum fótbólti.
Landsliðsarbeiðið gevur
jú eisini bestu spælarunum
nakað at stremba eftir, og á
tann hátt fáa feløgini eisini
nakað burtur úr hesum,
staðfestir John William.
– Vit halda, at tað
er neyðugt við eini
broyting í Fótbólts
sambandinum, og ein
nýggjur formaður
kann virka fyri hes
ari broyting, sigur
Tórálvur Stenberg,
formaður í AB. Fel
agið á Argjum ætlar
sær at atkvøða fyri
Birgir Enghamar sum
nýggjan FSF-formann
Fótbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Argja Bóltfelag var eitt
av teimum feløgunum,
sum var við til at skjóta
Birgir Enghamar upp sum
nýggjan formann í Fótbólts
sambandið, og AB ætlar sær
eisini at halda fast um hendan
stuðulin á aðalfundinum hjá
FSF leygardagin.
– FSF hevur koyrt í einum
spori í nógv ár, men nú er
neyðugt við einari broyting.
FSF áleggur bara feløgunum
fleiri og fleiri krøv, og tað
hava feløgini truput við at
liva upp til. Tí eiga feløgini
at verða styrkt við pengum,
sum føroyskur fótbóltur fær
uttanífrá, sigur Tórálvur
Stenberg, formaður í AB.
Tyngri at reka felag
Hann er ein í tí skjótt vaksandi
talinum av føroyskum fót
bóltsformonnum sum halda,
at krøvini til feløgini gerast
alsamt truplari at liva upp
til.
– FSF hevur lønt skriv
stovufólk til arbeiðis, meðan
feløgini ikki hava nakað lønt
fólk. Hetta hevur við sær, at
formenninir, sum onga løn
fáa, skulu renna runt fyri
at tryggja, at feløgini liva
upp til tey mongu krøvini,
sum FSF vegna UEFA setir
feløgunum, sigur Tórávlur
Stenberg.
– Hetta ger tað bara
tyngri og tyngri at reka eitt
fótbóltsfelag, og tí halda vit,
at tað er umráðandi at styrkja
feløgini fíggjarliga, so tey
kunnu klára tey mongu
nýggju krøvini.
Stuðla Birgir
Birgir Enghamar hevur júst
havt hetta mál sum eitt av
sínum sentralu í valstríðnum
undan aðalfundinum leygar
dagin. Hann heldur, at fáa
feløgini ikki ein styrk, so
verður trupult hjá nógvum
at hóra undan í longdini.
Fyrrverandi HB-formað
urin heldur, at føroyskur
fótbóltur er komin á eitt
vegamót, og at tað gerst
alsamt truplari at fáa fólk
at taka við ábyrgd í teimum
ymsu feløgunum. Tí heldur
hann, at FSF skal hjálpa fel
øgunum at liva upp til tey
mongu krøvini.
– Birgir hevur ført fram
síni sjónarmið um hetta
mál, og vit taka undir við
tí, sum hann hevur sagt.
Her má ein broyting til, og
vit stuðla Birgir í at fremja
hesa broyting, sigur Tórálvur
Stenberg.
Start umhugar graslíki
Pengarnir loysa ikki trupulleikan
Samstarvið hevur gingið væl, og við at nýta pengarnir til
landsliðsarbeiðið skapar FSF eisini menning úti hjá feløgunum,
eru boðini úr Klaksvík, har atkvøðan leygardagin fer til Óla
Holm
Neyðugt við broyting í FSF
– Hetta ger tað bara tyngri og tyngri at reka eitt fótbóltsfelag,
og tí halda vit, at tað er umráðandi at styrkja feløgini
fíggjarliga, so tey kunnu klára tey mongu nýggju krøvini, sigur
Tórálvur Stenberg, formaður í AB