hósdagur 16. februar 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 34 - 16. februar 2006
17
Krímsjúka er vanlig
um veturin
Heilsa
& lívsstílur
Heilsa
maggi@sosialurin.fo
Bróstkrabbi,
alkohol og
stress
Kvinnur sum aftaná
skiftisárini drekka alko
hol og samstundis nýta
hormonevnir økja um
vandan fyri at fáa bróst
krabba við 80 prosentum
í mun til kvinnur sum ikki
drekka alkohol og ikki
nýta hormonevnir.
Einans 10 gram av alko
holi um dagin, sum svarar
til eitt lítið glas av víni,
kann vera ov nógv.
Tað er ein kanning
í blaðnum ”Journal of
the Nation Cancer Insti
tute”, sum kemur til hetta
úrslit. Kanningin byggir
á eina svenska bróst
krabbakanning av 51.800
kvinnum. Kanningin varð
gjørd í 10 ár, frá 1987 til
1997.
Norski yvirlæknin og
krabbameinsgranskarin,
Kristina Kjærheim, sigur,
at úrslitið av kanningini
staðfestir tað, sum vit
vita um bróstkrabba og
alkohol. Hon sigur, at
læknar mugu upplýsa
kvinnur um, at alkohol og
bróstkrabbi hava samband
hvørt við annað.
Hon heldur eisini, at tíð
in er komin til at endur
skoða fatanina um at eitt
glas av víni um dagin er
so sunt.
Granskarar vísa eisini á
at áhaldandi stress elvir til
minkandi østrogenevni, ið
kann vera ein risikofaktor
fyri bróstkrabba.
Kelda: Tidskrift for den Norske
Lægeforening
Krímsjúka – ella
influensa ella bara
krím – er vanlig um
veturin.
Krím er tann van
ligasta av øllum
sjúkum; hon smittar
lættliga millum fólk
við dropasmittu við
hosta ella nýsan.
Sjálvdan varir krím
sjúka longur enn eina
viku
Krím
Krím er orsakað av krím
virus, sum setur seg í munn,
nøs, háls ella lungu. Hjá
frískum børnum, ungum
og miðaldrandi gongur
sjúkan sum oftast skjótt
yvir. Men hjá eldri fólki
(yvir 65 ár) og fólki við
sukur-, hjarta-, lungna- og
nýrasjúkum kann krímsjúka
verða hættislig. Eisini hjá
fólki, har immunverjan er
viknað, kann krímsjúka
verða hættislig. Tí eiga fólk
í hesum vandabókum at
lata seg koppseta fyri krím
á hvørjum heysti hjá lækna.
Koppseting kann í flestu
førum fyribyrgja krímsjúku,
og har fólk kortini fáa krím, vil
koppsetingin lætta munandi
um sjúkueyðkennini. Hjá
børnum kunnu eftirsjúkur
stinga seg upp so sum mið
oyrna- og hjáholubruni.
Hvat kann gerast?
Fært tú krím, eru bestu ráðini
at fara til songar. Dekk nógva
vætu, og tak um neyðugt 2
parasetamol ísenn í mesta
lagi 4 ferðir um samdøgrið
fyri at linna fepur og pínu.
Børn undir 12 ár skulu hava
minni skamt, les tí altíð
leiðbeiningina á glasinum.
Barnaskamtur er 10-15
mg/kg likamsvekt í mesta
lagi 4 ferðir um samdøgrið.
Pínustillandi til børn fæst í
tablettum, súgvitablettum,
sevju ella stikpillarum.
Fyri tipta nøs fæst nasapístr
ella -dropar. Virkanin heldur
sær í nakrar tímar. Tú kanst
brúka næsapístr fyri tipta
nøs 3 ferðir um dagin í hægst
eina viku í senn.
Børn undir tvey ár eiga
ikki at nýta hesar dropar, men
kunnu ístaðin fáa saltvatn,
sum eisini fæst til keyps á
apotekinum. Saltvatn tynnir
snorið, soleiðis at tað betur
rennir úr nøsini.
Fyri sáran háls fáast súgvi
tablettir, sum virka lokal
doyvandi í hálsinum.
Fyri turran hosta fáast
hostadoyvandi tablettir ella
sevja. Eisini fæst hostasevja,
brúsutablettir og vanligar
tablettir fyri at loysa slím.
Heimaráð, sum t.d. at
drekka Kamillute, eta C-
vitaminir, Echinamindropar
og hvítleyk vísir seg at hjálpa
fyri krím hjá nøkrum. Hetta
eru sum sagt heimaráð, og
neyvar kanningar eru ikki
gjørdar av virkanini av hes
um evnum fyri krím.
Spyr á apotekinum hvat
er ráðiligt at brúka í sam
band við krímsjúku. Ígerð
arsjúkur kunnu koma í
kjalarvørrinum á krímsjúku
(superinfektión, eitt nú
lungnabruni), og tí eigur
ein at seta seg í samband við
lækna, um sjúkueyðkennini
versna ella standa við longur
enn 1-2 vikur.
Kelda: www.apotek.fo
Góð ráð
• Tá ein hevur krím, eigur ein ikki at verða ov strongdur, tí
tað kann gera krímið verri.
• Roykur frá tubbakki kann leingja um krím og serliga hjá
børnum.
• Tá ein hevur krím er altíð gott at drekka nógv t.d. heita
mjólk við húnangi, juice, vatn o.a.
Krím smittar illa – fylgið tí hesum ráðum:
• Snýs tær við pappírsklúti og bein teir burtur
beinanvegin,
• Halt fyri munnin tá tú hostar ella nýsur,
• Vaska tær ofta um hendurnar,
• Lat vera við at rætta hond.
Far til lækna
Sjúkueyðkennini av krími hvørva sum oftast aftaná eina
viku ella so, og tá er ikki neyðugt at fara til lækna. Um
sjúkueyðkennini vara í meira enn eina viku, og um ein fær
fepur ella um ein afturvendandi hevur krím, eigur ein at
fara til lækna, at verða kannaður nærri.
FAKTA