Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-16, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. februar 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 34 - 16. februar 2006 Ørindadrongur/- genta Á Dómaraskrivstovuni er eitt starv sum ørinda- drongur/-genta leyst at søkja til setan skjótast gjørligt. Vit vænta: at tú ert fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni. Løn og setanarviðurskifti: • Starvið er tímalønt og verður roknað við 400 tímum árliga. • Løn og setanarviðurskifti sambært felagssáttmála millum Statsansattes kartel og Finansministeriet og sáttmála millum HK/STAT og Finansministeriet. Lønin er í løtuni 44,96 um tíman fyri 16 ára gomul. Starvið fevnir um vanlig ørindi so sum banka- og postavgreiðsla og at koyra flaggið upp/niður halgidagar og niður aftaná arbeiðstíð, teir dagar flaggað verður. Skrivlig umsókn skal vera Dómaraskrivstovuni í hendi í seinasta lagi 24. februar 2006 kl. 12.00. Umsóknir verða at senda Dómaraskrivstovuni, C. Pløyensgøta 1, Box 28, FO-110 Tórshavn Domarin í Føroyum tann 6. februar 2006 Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 4170 Navn: Sp/f Innistovugarður Adressa: c/o Aksel á Bøgarði 180 Kaldbak Kommuna: Tórshavnar Stovningardato: 10-02-2006 Viðtøkudato: 10-02-2006 Stovnarar: Aksel Á Bøgarði, 180 Kaldbak Stjórn: Aksel Á Bøgarði, 180 Kaldbak, (stjóri) Grannskoðari: P/F Grannskoðaravirkið Inpact, statsaut. revisorar, R. C. Effersøesgøta 26, 100 Tórshavn Partapeningur: kr. 80.000,00 Inngjaldingarháttur: Kr. 80.000,00 í øðrum virðum til kurs 100. Tekningarreglur: Felagið verður teknað av einum stjóra. Endamál: Endamál felagsins er at reka virksemi, sum knýtir seg til raksturin av festi og annað virksemi í hesum sambandi. Roknskaparár: 01.07 - 30.06 Fyrsta roknskaparár: 01.01.2006 - 30.06.2007 Skráseting Føroya tann 14. februar 2006 Kristin Balle ________________________ Venjingarskúlin Søkt verður eftir lærara at undirvísa 26 t/v fyri lærara í barnsburðarfarloyvi frá 9. mars 2006 til 30. juni 2006. Tímarnir umfata 8 t. í ítr., 6 t. á húsarhaldsbreyt, 8 t. í 2. fl. og 4 t. sum stuðul. Fyrimun hevur tann, ið hevur fjølbroyttar royndir sum lærari. Ert tú opin, kreativ/ur og dámar tær at arbeiða í tøttum samstarvi við onnur, so er hetta kanska eitt starv fyri teg! Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjar- málaráðið og Føroya Lærarafelag. Meira fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við skúlan, tlf. 316317/213502. Umsóknir skulu vera skúlastýrinum fyri Venjingar- skúlan, v. Gunri Johannesen, Blankagøtu 10, 100 Tórshavn, í hendi seinast 2. mars 2006. Í venjingarskúlanum eru í løtuni um 470 næmingar, og her starvast 41 lærarar. Skúlin húsast í trimum bygningum: 1. og 2. fl. halda til á Ytra skúla við Landavegin, 10. fl. á Heimara skúla við Fr. Petersens gøtu og 3.-9. fl. eru í skúlanum á Stórheyggi. Skúlastýrið við Venjingarskúlan