Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. februar 2006síða 4

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 35 - 17. februar 2006 Tlf. 31 51 55 · Teldupostadressa: fyribyrg@fyribyrg.fo Heimasíðan: www.fyribyrg.fo. · Postadressa: Box 135, 110 Tórshavn LIVE og ókeypis Fyribyrgingarráðið bjóðar tær nú í samstarvi við Útvarp Føroya at siga tubbakin- um farvæl LIVE og ókeypis. Skeiðið varir í 10 vikur. Sent verður hvønn mánamorgun í Góðan morgun Føroyar, og aftur seinni út á dagin. Fyrsta sendingin verður mánadagin 20. febr. 2006. Vertur er Maria Olsen úr Klaksvík, sum er útbúgvin vegleiðari í roykiavvenjing. Eisini er Maria Olsen fyrrverandi roykjarin, sum fegin vil bera boðskapin víðari. Nýggjan lívshátt Endamálið er at geva fjøldini møguleika at velja ein nýggjan lívshátt, ið fyrst og fremst ber við sær betri heilsu, lættari sinni, betri svøvnlag, og størri persónligt frælsi, umframt aðrar fyrimunir. Skeiðið er bygt upp soleiðis, at tríggjar tær fyrstu vikurnar verður roykisteðgurin fyrireikaður. Síðani verður fylgt upp tær seinastu sjey vikurnar. Verturin kunnar um royking og vanar, gevur góð ráð og tilmæli, og harumframt eru venjingar saman við luttak- arunum. Serkøn svør Í hvørji sending fara serkøn fólk at svara spurningum, sum kunnu stuðla undir avgerðina at leggja av. Eisini vilja vit fegin frætta frá luttakaranum. Á heima- síðuni hjá Fyribyrgingarráðnum er teigur til spurningar og svar. Eisini ber til at ringja. Tað ber til at leita eftir tilfari og upplýsingum á heimasíðuni. Mappa við skeiðstilfari er tøk sum stuðul til útvarpssendingarnar. Í mappuni er harumframt ymist upplýsandi og hagfrøðiligt tilfar. Og harumframt er vegleiðing til familju og vinir roykjarans. Fyriskipararnir tilmæla staðiliga teimum, ið eru í iva, at lurta og útvega sær skeiðstilfarið. Tí ofta kemur hugurin at leggja av eftir nøkur undirvísingarumfør. STEPHANSSONS HÚS