fríggjadagur 17. februar 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 35 - 17. februar 2006
Aftan á at tú hevur sløkt sigarettina seinastu ferð
Minni enn 30 minuttir – gerst pulsurin regluligur – gerst
blóðtrystið meira regluligt – gerst hitin í hondum og fótum
aftur regluligur
Aftaná 24 tímar – minkar vandin fyri hjartatilburði
Aftaná 48 tímar – Batna smakk– og luktsansirnir
Aftaná 2 vikur til 2 mánaðir – Økist lungnaorkan upp til
30% – Batnar blóðreinslið – Verður tað lættari at ganga
Aftaná 5 ár – Vandin fyri deyða at lungnakrabba
minkar umleið 50% hjá teimum, íð fyrr royktu umleið ein
sigarettpakka um dagin
FAKTA
Fyribyrgingarráðið
fer nú í gongd við
skeiðið »Farvæl
Tubbak Live«. Hvønn
mánamorgun í
10 vikur verður
ein sending í
Útvarpinum, har tey
áhugaðu fáa ráð og
vegleiðing frá Mariu
Olsen, roykavvvenjari
Heilsa
Inna Tørnroos
inna@sosialurin.fo
– Vit vilja ikki koma við
nøkum peikipinnum, uttan
vit vilja geva fólki amboð,
og so vita tey sjálvi hvat tey
skullu gera.
Skeiðið
vendir
sær
til vaksnar roykjarar og
verður sent kl 8.45 hvønn
mánamorgun í Ùtvarp
Føroya. Ein mappa við tilfari
er eisini tøk til tey sum velja
at luttaka.
– Fyrstu tvær sendingarnar
skal man ikki leggja av at
roykja, tá skulu vit koma
fram til, hvat fyri slag av
roykjari man er og hvussu
avvenjingin
skal
fara
fram. Ikki fyrren 12 mars,
Grækarismessudag, verður
lagt av, sigur Maria Olsen.
Hon hevur arbeitt sum
roykavvenjari í seks ár og
hevur havt stóra framgongd.
Við henni verða eisini onnur
serkøn, sum kenna til teir
ymisku trupulleikarnar, íð
stinga seg upp, hjá fólki sum
roynir at leggja av.
Nógv roykja
Føroyar er eitt tað
Norðanlandið, har fólk
roykja mest. Hóast tølini
er lækkandi, so eru tað
enn 27 prosent sum roykja
dagliga.
– Vit vita ikki, hví tað
er so, men í hesum førum
eru Føroyar ein eftirbátur,
sigur Pál Weihe, formaður
í Fyribyrgingarráðnum.
Han meinar, at tað er sosialt
góðtikið at roykja í Føroyum
og kann tað verða ein orsøk
til, at tølini so høg.
– Um fimm ár vilja vit
gjarna verða komin niður á
svenskt støði, sum 2001 var
19 prosent.
Hvussu og hvar
Við hesum skeiði verður
ein nýggjur miðil royndur
at náa tey, íð vilja gevast at
roykja. Nógv hevur verið
gjørt burur úr roykavvenjing
á ymiskum heimasíðum
í síðstuni, og verður tí
eisini gjørligt at fylgja
skeiðinum á heimasíðuni
hjá Fyribyrgingarráðnum
www.fyribyrg.fo.
ì tilfarinum sum fylgjur
við skeiðnum verður nógv
spurt um, hvussu og hvar
tú roykir. Eisni er nógv
jalig skjøl um, hvussu gott
kroppurin hevur tað eftir
at tú hevur sløkt seinastu
sigarettina.
Tey, íð er áhugaði
kunnu
venda
sær
til
Fyribyrgingarráðið á telefon
315155 ella www.fyribyrg.
fo
Bertil Haarder legði
fyri á Ráðstevnuni um
miðnámsútbúgvingar
ùtúgving
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin
Fríggjamorgunin setti Jógvan
á Lakjuni, landsstýrismaður
í mentamálum, ráðstevnuna
um
gymnasialar
mið-
námsútbúgvingar.
Á
skránni vóru gestir úr
fleiri norðurlondum, og
høvuðsgestarøðari
var
danski undirvísingarmála
-ráðharrin, Bertil Haarder.
Fyrilesturin hjá Bertil
Haarder bar heitið De
Gymnasiale
uddan-
nelsen i Danmark set i
globaliseringens lys (udford-
ringer og muligheder).
Bertil Haarder legði fyri
við at staðfesta, at munurin
á vælferðarsamfeløgunum í
norðurlondunum og Suður-
evropa, USA og Asia, er, at
her eru ongi størv til teirra,
sum ikki fáa eina hægri
útbúgving. Tí kunnu vit
undir ongum umstøðum
góðtaka, at fimti hvør
næmingur,
og
umleið
helmingurin av teimum
tvímæltu,
fara
úr
fólkaskúlanum við einum
so vánaligum prógvi, at tað
ikki gevur atgongd til eina
miðnámsútbúgving.
Tí hava donsku skúla-
myndugleikarnar sett sær fyri
at bøta um útbúgvingarverkið
sum heild, segði hann og
kom við fleiri dømum.
Í fyrsta lagi at styrkja
fólkaskúlan, við at stimbra
næmingarnar
málsliga
longu
í
forskúlanum,
og at geva fleri tímar í
donskum fyrstu skúlaárini.
Harumframt er neyðugt við
fleiri sokallaðum testum og
eftirmetingum.
Eisini
tosaði
Bertil
Haarder um at broyta og
styrkja læraraútbúgvingina.
Á
miðnámsskúlastøði
prátaði Bertil Haarder nógv
um at samstarva og samvinna
millum
gymnasialu
útbúgingarnar og vinnuút-
búgvingarnar, har ymsu
greinarnar kunnu brúka
hvørja aðra, so sum fak,
lærarar og høli. Hetta
skuldi givið eitt sterkari
fakligt umhvørvi, umframt
fleiri
valmøguleikar
til næmingarnar.
Annað sum hann vísti á
var, at í Danmark hava
tey júst samtykt, at stovna
meistaralæru aftur, so
ung fólk kunnu byrja
eina vinnu- ella tekniska
útbúgving við at fara i
starvsvenjing og síðani í skúla.
Ráðstevnan í Norður-
landahúsinum er allan
fríggjadagin
og
nógv
fólk er samankomið úr
undirvísingarverkinum og
úr politiska umhvørvinum.
Útbúgving og globalisering
Legg av at roykja við Ùtvarpinum
Fyribyrgingarráðið fer nú í ferð við eitt roykavvenjingsskeið
sum verður sent í Ùtvarpinum
Bertil Haarder og Jóannes Eidesgaard
Tey íð roykja dagliga frá 2002 til 2005 í Føroyum
2002
37%
2003
36%
2004
29%
2005
27%
FAKTA
Felagið, sum skal
gera tunnilin
millum Skálafjørðin
og Havnina er
nú stovnað.
Forprojektið
verður væntandi
liðugt í summar,
og tá fer felagið at
søkja um endaligt
loyvi at fara undir
tunnilsætlanina
TUNNIL
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Kaupthing Virðisbræva-
meklarafelag P/F og Føroya
Lívstrygging hava stovnað
P/F Skálafjarðartunnilin.
Felagið varð stovnað
hóskvøldið 16. februar
2006.
Endamálið
við
felagnum er at gera
neyðugu forkanningarnar
og
forprojektið
til
undirsjóvartunnil mill-um
Skálafjørðin og Havnina
og tvørtur um Skálafjørðin,
soleiðis at felagið kann
søkja um endaligt loyvi at
fara undir verkætlanina.
Forkanningar og forprojekt
verða gjørd í tøttum
samskifti við Landsverk
og Vinnumálaráðið.
Kaupthing
Virðis-
brævameklara-felag P/F
og Føroya Lívstrygging
eiga hvør sína helvt í P/F
Skálafjarðartunlinum.
Í
nevndina
eru
vald: Bergur í Garði,
nevndarformaður í P/F
Norðoyatunlinum, Malena
Thomsen, borgarstjóri
í
Sjóvar
Kommunu,
Rodmundur
Nielsen,
borgarstjóri í Runavíkar
Kommunu, Regin Jacobsen,
stjóri á Bakkafrost, Martin
Heinesen, jarðfrøðingur og
Ingi Højgaard, sakførari,
sum samstundis er valdur
til nevndarformann.
Kristian
Petersen,
stjóri í Notio, er settur
sum fyribils stjóri í P/F
Skálafjarðartunlinum. Tá
ið felagið hevur fingið
loyvi til at fara undir
sjálva verkætlanina, verður
farið at leita eftir einum
stjóra við røttu teknisku
førleikunum.
P/F
Skálafjarðar-
tunnilin fer í næstum undir
jarðfrøðiligar kanningar,
sum verða gjørdar í samráð
við Vinnumálaráðið.
Væntandi verður eitt
forprojekt liðugt komandi
summar, og tá fer felagið
at søkja um endaligt loyvi
til at fara undir sjálva
tunnilsverkætlanina.
P/F Skálafjarðar-tunnilin
er grundaður á eina
avtalu, sum Kaupthing
Virðisbrævameklarafelag
P/F hevur gjørt við
Sjóvar, Nes og Runavíkar
kommunur
umframt
við arbeiðsbólkin, sum
hevur staðið fyri teimum
flestu
innleiðandi
fyrireikingunum higartil.
Hesir partar fara eisini
frameftir at luttaka aktivt
í arbeiðinum.
P/F Skálafjarðatunnilin
er nú stovnaður