Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-17, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. februar 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 35 - 17. februar 2006 Stórur áhugi er fyri at fáa eina golfbreyt lagda nærhendis flogvøllin í Vágum. Eisini í Sørvágs kommunu. Golf­bólturin liggur nú hjá fyrireikarunum, sum skulu koma við eini formligari umsókn um lendið Ítróttur Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Sørvágur: Gongur tað sum tey golfhugaðu ynskja, so fer at bera til íðka hesa ítróttargreinina við Sørvágsvatn einaferð í framtíðini. Í øllum hava tveir stig­tak­ arar til fyrstu veruligu golf­ breytina verið á fundi við Sørvágs kommunu um at fáa eitt øki til hetta endamálið. Hóast nógv er greitt frá í hesum máli, so vanta enn fleiri ítøkiligar upplýsingar í, fyrrenn kommunan kann taka støðu til málið. Men borgarstjórin, Jákup Suni Lauritsen er kortini sera positivt sinnaður til hesa ætlanina, sum hann metir vera spennandi. – Hetta ljóðar sera áhuga­ vert fyri okkum. Lendið er til tað her í kommununi, so nú bíða vit bara eftir teirri formligu umsóknini, sigur Jákup Suni við Sosialin. Økið, ið talan er um liggur niðanfyri landsvegin til Sør­ vágs, millum flogvøllin og Sørvágsvatn. Og sum skilst halda fyrireikararnir at økið er serstakliga vælegnað til eina slíka ítrótt sum golf. Á bygdaráðsfundi í Sørvágs kommunu 1. februar varð kunnað um hetta málið. Kommunan hevði boðið tveimum av stigtakarunum á fund við seg fyri at greiða nærri frá ætlanini. Á fundi saman við bygda­ráðs­lim­ unum møttu Karl Joensen og Janus Norð­berg. Her kom m.a. fram, at ætlanin er at henda golf­ breytin skal halda altjóða mát – t.v.s. hava 18 hol. Nevnast kann, at golfbreytin á Glyv­ urs­nesi í Suðurstreymoy hevur 9 hol. Hinvegin so skilst, at neyð­ ugt er ikki at gera breytina til øll 18 holini beinanvegin. Byrjast kann við 6 holum, og síðani víðka breytina til 9 og uppeftir. At teir júst hava hugsað um hetta økið við Sørvágsvatn og flogvøllin kemur ikki av ongum. Serfrøðingur á økinum Fyrireikararnir hava nevni­ liga havt samband við ein íslendskan arkitekt, sum hev­ ur slíkar golfbreytir sum sítt serøki. Hesin vísti á, at lendið er sera gott. Har er góð vall­ ing og hóskandi við fleiri heyggjum í økinum, sum fara at geva íðkarunum eitt spennandi og skiftandi stað til hesa ítróttargreinina. Áðrenn nakað golfslag verð­ ur tikið á hesum staðn­um er neyðugt at gera ym­isk arbeiði á økinum, m.a. við drening. Hinvegin so er ætlanin ikki at gera tær stóru broytingarnar í sjálvari náttúruni. Nevnt varð, at bæði áir og vatnbrunnar kunnu verða millum ymsastaðni sum forð­ ingar, og verður hetta sam­ stundis við til at fríðka um økið. Umframt hetta kunnu eisini varðar og føroysk grót­­hús verða nýtt sum forð­­ingar, samstundis sum ein gevur breytini ein meiri serføroyskan dám. Týdningur fyri økið Ein stórur spurningur í hes­­um máli er sjálvandi kostn­aðurin. Vanliga verður roknað við umleið 1 mió. kr. fyri hvørt holið í eini lidnari golfbreyt. Spurningurin er so, hvussu ein kann fíggja eina slíka golfbreyt. Tað skal ein so eisini kanna í næstum. Jákup Suni Lauritsen sig­ ur, at kemur ein slík golf­ breyt til Sørvágs, so fer hon at hava stóran týdning fyri alt økið. – Hetta fer at fáa stóra ávirkan á økið, tí hetta fer at draga nógv ferðafólk til okkum. Á tann hátt kunnu fleiri fáa gagn av hesum ferðafólkunum, sigur hann. Óhugsandi er ikki, at bæði fremmand og føroysk ferðafólk fara at leita sær vestur í Vágar at spæla golf og annars fáa eyguni upp fyri øllum tí vakra, sum henda oyggin hevur at bjóða uppá. Tað er helst so sum sagt verður: Tað ferðast vanliga omanfyri 180.000 fólk um flogvøllin. Hevði ein kunna fingið 10% av hesum at steðga á áðrenn tey fóru víðari, so hevði hetta havt stóra og positiva ávirkan á nógv viðurskifti í oynni. Ótrúligt øki til golf við Sørvágsvatn – Hetta økið her nærhendis flogvøllinum er serstakliga vælegnað til golfbreyt, sigur borgarstjórin í Sørvági, Jákup Suni Lauritsen. Tað er vallað og hevur heyggir og er tí eitt øki, sum golfspælarum fer at dáma væl Mynd: Snorri Brend Fyrstu dagarnar av juni mánaði verður Tórsgøta umskipað til ein stóran tón­ leika­pall, har einir 70 føroyskir bólkar fáa møguleika at framføra sín tónleik. Hetta skal gerast ein sýnisgluggi fyri føroyskan tónleik. Tað er gott at verða kendur herheimi, men úti í heimi liggur tann stóri marknaðurin Tónleikur Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Tórsgøta, Havn: – Hetta skal verða tað besta av tí besta, sum vit eiga innan føroyskan tónleik. Samstundis skal hetta verða eitt tiltak sum er fyri øll, frá nýføðinginum og upp til tey 100 ára gomlu. So stórar eru visjónirnar fyri tónleikatiltakið ASFALT, sum fer av bakkastokki í Havn fríggjadagin 2. juni. Hetta verður helst tað størsta tónleikatiltakið yvir­ høvur, tí væntandi verða einir 70 ymiskir tónleikabólkar og kór við hesar dagarnar. Ætlanin er at lata Tórsgøtu aftur hesar báðar dagarnar, sum hetta tiltakið varir. Ístaðin fyri eina gøtu við ferðslu, verður gøtan um­skapað til ein stóran tón­ leikapall. Ja, fyrireikararnir siga bart út, at henda gamla og søguliga gøtan so líðandi skal gerast tað føroyska svarið uppá Broadway í New York. Uttandura verður ein stórur pallur, og innandura verða seks smærri pallar til allar hesar ymisku tón­leika­ bólkarnar – sum fevna frá føroyskum dansi, gospel og kórsangi heilt til heavy metal tónleikin. Tiltakið í ár er kortini bert ein lítil byrjan til eitt tiltak, sum vónandi fer at mennast enn meiri framyvir. Komandi ár er ætlanin at gera uppaftur meiri burtur úr. – Vit ynskja at hetta skal gerast ein sýnisgluggi hjá føroyskum tónleiki út í heim. Teir hava mangan trupult við at sláa ígjøgnum har. Men nú skulu vit so fáa ummælarar, konsertfyriskiparar og onnur tónleikahugað hendavegin. – Hvat tað so kann føra til, tað vil so bara fram­tíð­ in vísa, sigur Annlis Bjark­ hamar, sum saman við Boga Andreasen stendur fyri til­ takinum. Høvuðsstuðlar fyri til­tak­ inum eru Tórshavnar komm­ una og Føroya Banki. Ein gáva til menning Tað kann fyri mong tykjast løgið, at Føroya Banki er við til at stuðla einum slíkum tiltaki. Men tað heldur stjór­ in, Janus Petersen ikki. – Vit eru sera fegin um at kunna verða við at stuðla føroyskum tónleiki á henda hátt. – Vit síggja og hoyra, hvussu føroyskur tónleikur er á veg frameftir, og vit hoyra eisini um, at vit eru í ferð við at fáa okkara egnu heimsstjørnur. Slík menning er allan stuðul verd, sigur hann. Endamálið við teirra stuðli til tiltakið er at fáa enn meiri lív í føroyskan tónleik. Neyðugt er at fáa tann føroyska tónleikin inn á føroyska marknaðin og ikki minst út á tann stóra útlendska. – Nei, vit hava onga orsøk at krógva okkum burtur, tá talan er um tónleik. – Okkara stuðul skal tí verða ein gáva til menning av føroyskum tónleiki, segði tann tónleikahugaði stjórin í Føroya Banka. Tórsgøta – t svarið uppá ASFALT – eingin orsøk til hoyfepur Til hetta stóra tiltakið, sum verður í døgunum 2. til 3. juni hevur ReproZ gjørt eitt búmerki. Búmerkið er eitt runt skelti við heitinum á tiltakinum inni í. Asfalt er eitt urbant navn, sum heilt tilvitað skal standa í andsøgn við hinar føroysku festi­val­ar­nar: Her er einki gras, eing­in tøðroykur, ongar tøvd­ar húgvur og einki tjaldingarpláss. Hinvegin so fáa fólk cap­puccino, stiletthælir, de­signarabrillur og hotellpláss. Karmur um hesar tónlistarligu upplivingarnar er Tórsgøta, sum ætlandi skal verða tann komandi mentanargøtan í Havn, og so líðandi skal gerast tað føroyska svarið uppá Broadway. Tórsgøta verður karmur um tónleikatilta