fríggjadagur 17. februar 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 35 - 17. februar 2006
– Vit brúka vit og skil
og tí stúra vit ikki
fyri fuglakrími. Vit
gera tað, vit kunnu
fyri at sleppa undan
fuglakrími og so
gerst ikki meiri, sigur
stjórin í Eggvirkinum
á Velbastað
Fuglakrím
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Vit stúra ikki so illa fyri
fuglakrími. Men vit ansa
uppaftur betri eftir, enn vit
gjørdu fyrr.
Annfinn Brekkstein á
Føroya Egg á Velbastað,
sigur, at hann tekur hóttanina
um fuglakrím púra róligt.
Men tað merkir ikki, at
hann ikki tekur tað í álvara.
– Vit taka hetta í fullum
álvara, men vit hava sett
okkara fyribyrgandi tiltøk í
verk og tí eru vit á so tryggari
grund, sum vit kunnu vera,
sigur hann.
Eggvirkið á Velbastað er
Føroya einasti hønugarður
á vinnuligum grundarlagi
burturav. Og tað skerst
ikki burtur, at úti í heimi,
er tað júst á gørðum við
flogfenaði, at fuglakrím er
brotið út og hevur elvt til,
at allur flogfenaður í nær
og námind, er neyðdripin í
royndunum at forða fyri at
smittan breiðir seg.
Alt ov ógvuslig stig
Aðrastaðni, har fuglakrím er
staðfest, stúra tey, sum hava
slíkar garðar sum vinnuveg,
fyri livibreyðinum, skuldi
sjúkan tikið seg upp.
Og tað eru eisini tey,
sum halda, at vit eiga at
avmarka, fyri ikki at siga,
banna, innflutningi av fugli
og flogfenaði fyri at minka
um vandan fyri smittu.
Tað heldur Annfinn Brekk
stein hevði verið eitt alt ov
ógvusligt stig at taka ímóti
eini framleiðslu, sum er
undir so strongum eftirliti,
sum teirra er á Velbastað.
– Annars hava vit brúk fyri
eggum og antin innflyta vit
egg, ella innflyta vit hønur,
sum kunnu verpa eggini í
Føroyum. Vit innflyta hønur,
men tað hevur eisini sínar
smittuvandar at innflyta
eggini, sigur stjórin á Egg
virkinum.
Tí dugi eg ikki a síggja
nakra orsøk til at bannað inn
flutningi av hønum til garðin
á Velbastað.
Annfinn Brekkstein sigur,
at hann veit heldur onki dømi
um, at hønugarðar í Evropa,
har hønurnar eru undir taki,
hava fingið fuglakrím.
– Hønurnar á Velbastað
koma úr Danmark. Tær
verða allar klaktar innandura
og koma ikki í sambandi
við annan flogfenað líka til
tey eru á Velbaðstað. Tær
verða fluttar allan vegin í
lukkaðum skipanum og tær
verða eisini kannaðar av
djóralækna og fáa váttan
fyri, at tær eru frískar. Og
komnar til Velbastaðar, eru
hønurnar eisini avbyrgdar.
Annars fekk hann 4.000
hønur heim mánadagin og
fyrst í apríl fær hann aftur
eina sending. Annars fær
hann hønur nakrar ferðir um
árið og tilsamans hevur hann
11.000 hønur á garðinum á
Velbastað.
Hava sett fyribyrgjandi
tiltøk í verk
Annars sigur Annfinn Brekk
stein, at tey hava sett ymisk
fyribyrgjandi tiltøk í verk
fyri at avmarka smittuvandan
mest gjørligt.
Tað merkir, at ongin
sleppur inn á Eggvirkið,
uttan vit, sum arbeiða her.
Áður hevur tað verið vanligt
at skúlaflokkar sluppu inn á
virkið at hyggja, men tað er
knívskorið nú. Samstundis
hava vit styrkt ymsar manna
gongdir fyri at styrkja rein
førið. Tað merkir, at vit sótt
reinsa oftari enn vit hava
gjørt.
– Vit arbeiða professionelt
og halda reinførið á hægsta
stigi og tí er vandin fyri fugla
krími á Velbastað ómetaliga
lítil. Tí ivist eg ikki í, at vit
sleppa undan hesum í øllum
góðum, sigur Annfinn Brekk
stein.
Annars heldur hann, at
tað er farið heilt yvir gevind,
soleiðis sum óttin fyri
fuglakrími er penslaður út.
– Eg haldi, at fuglafrøð
ingurin í Nólsoy, Jens
Kjeld Jensen, hevur fatur á
rætta endanum, tá ið hann
í Sosialinum í gjár luftaði
ein illgruna um, at tað eru
tey, sum framleiða heilivág,
sum halda grýtuni í kók, tí
tey tjena rættiliga væl av
óttanum hjá fólki fyri fugla
krími, sigur hann.
– Tað er onki undarligt, at
fólk finna nógvan deyðan
fugl, tí tað er vanligt hesa
árstíðina nú veturin er komin
í hæddina og fuglurin hevur
ikki nógva føði og er sostatt
illa fyri.
– Hinvegin er reinførið um
okkara leiðir á einum heilt
øðrum støði enn í mið- og
fjarðeystri. Og tað eru altíð
útbrot av ymsum sjúkum.
Beint nú er tað fuglakrím,
sum er í miðdeplinum og
um nøkur ár verður tað
okkurt annað, sigur Annfinn
Brekkstein.
Taka fuglakrímið
púra róligt
À hønugarðinum á Velbastað, taka tey hóttanina um fuglakrím
púra róliga, men tey taka hana kortini í fullum álvara, sigur
Annfinn Brekkstein
Hann vísti eisini á, at hóast
Føroya Banki nú líður ímóti
teimum eitthundrað árunum,
so ynskir hann eisini at vera
ein ungdommiligur banki.
Miðað verður eftir, at gera
Tórsgøtu til eitt trekkplástur
til mentunarlig tiltøk og eis
ini til tónleik. Hetta tiltkaið í
juni mánaði er bara byrjanin
til nakað stórt.
Avlop til spælistað
Fyriskipararnir av hesum
stóra tiltakinum leggja dent
á, at talan er um eitt tiltak og
ikki ein festival.
Ætlanin er í fyrsta lagi
at savna allar tónleikarar í
Føroyum, og samstundis
geva teimum ein nýggjan
og góðan pall at framføra
sín tónleik á.
Hetta skal verða eitt til
tak, har tónleikur og bara
tónleikur eru á skránni.
Tá talan er um ein festival
er talan oftari um eina
heildaruppliving við fleiri
ymiskum tiltøkum.
Ein annar munur er, at
allur ágóðin av tiltakinum fer
í ein grunn, hvørs endamál
verður at stuðla føroyskum
tónleiki.
– Vit vænta eitt fitt avlop
av tiltakinum, og er ætlanin
síðani at hetta skal vera við
til at skapa karmar fyri einum
veruligum spælistaði.
– Hetta er eitt hjartamál
hjá nógvum, og nú eru so
útlit fyri at tað kann gerast
veruleika einaferð, sigur
Annlis Bjarkhamar.
að føroyska
Broadway
70 bólkar
Ætlanin er at fáa einar 70
føroyskar bólkar við til
tiltakið. Tað vil aftur siga,
at her verða eingi útlendsk
nøvn við.
Enn er ikki kunngjørt
hvørji nøvn verða við,
men um ein mánað ella so
verða tey fyrstu nøvnini
avdúkað. Samstundis við
hetta verður ein heimasíða
sett á stovn, har kunnað
verður meiri um tiltakið.
Ætlanin er at steingja
Tórsgøtu av, og væntað
verður at eini 2500 fólk
verða við til tiltakið. Økið,
har tiltakið verður hildið
á, fevnir um einar 2000
fermetrar.
Tað krevur bæði góða
fyrireiking, góðan
peningaligan stuðul og eitt
gott búmerki, tá ein fer undir
eitt slíkt tiltak sum ASFALT.
V.m. Annlis Bjarkhamar og
Bogi Andreasen, fyriskiparar;
stuðlarnir Heðin Mortensen
fyri Tórshavnar Kommunu
og Janus Petersen fyri Føroya
Banka, og Sissal Kristiansen
fyri ReproZ
Mynd: Álvur Haraldsen
kið ASFALT í juni mánaði. Tá verður økið stongt og tónleikur fer at sermerkja lívið í gøtuni