fríggjadagur 17. februar 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 35 - 17. februar 2006
– Tá íslendingar
kunnu, hví kunnu vit
so ikki? Tað er eingin,
ið ger tað fyri okkum!
Heimurin er so fullur
av møguleikum,
at tað er bara ein
spurningur, hvat
tú brúkar orkuna
til, sigur Jákup á
Dul Jacobsen, sum
í vikuni avdúkaði,
at hann ætlar at
fara undir størstu
byggiætlan í Føroya
søgu. Sjálvur er
hann hálvanannan
tíma um dagin í eini
heilsumiðstøð, tí
tað er við til at geva
honum nýggj hugskot
og íblástur, og hetta
sigur hann seg ikki
kunna vera fyriuttan
SAMRØÐA
Theodor E. D. Olsen
Myndir: Jens Kr. Vang
Hetta var vikan, tá Føroya
størsta byggiætlan varð
avdúkað. Stóratjørn eitur
projektið, sum skal hýsa
hotelli, íbúðarblokkum,
stórhandlum og alskyns
ítróttarhentleikum við t.d.
skoytuhøll, sum føroyingar
ongantíð áður hava havt
atgongd til.
Maðurin aftan fyri verk
ætlanina er føroyingurin
Jákup á Dul Jacobsen, sum
longu fór avstað aftur úr
Føroyum í dag, eftir at hava
lagt sínar ætlanir fram fyri
føroyska almenningin á Hotel
Føroyum í gjáramorgunin.
Hann hevði nógv um at
vera hósdagin. Fartelefonin
kimaði við jøvnum millum
bilum við boðum, sum hann
svaraði á bæði íslendskum
og føroyskum, og almennir
og hálvalmennir stjórar
mólu rundan um hann, sum
flogkykt um mykju.
Sjálvur tóktist hann kortini
ikki at vera stórvegis órógv
aður av øllum hóvastákinum,
hóast føroysku bløðini
høvdu ruddað forsíður og
opnur fyri hansara ætlanum
í Hoyvíkshaganum, og
umrøðurnar so at siga bara
hava verið jaligar.
Jákup tekur tað púra
róliga og bjóðar okkum ein
kaffimunn, tá vit hitta hann
til eitt prát, og hóast tann
stríputa skjúrtan er knappað,
er talan í øllum førum um ein
mann, sum í fluttum týdningi
hevur brotið upp um armar.
Skógvarnir hjá honum síggja
út til at vera nýpussaðir, men
slipsi er hann ikki í. Og tað
var hann forrestin heldur
ikki á tíðindafundinum, tá
fjølmiðlarnir vórðu pres
enteraðir fyri størstu byggi
ætlan í Føroyum nakrantíð.
Her er talan um ein mann, ið
eftir øllum at døma fær tað
at rigga og bera til.
Ella sum hann sjálvur
sigur:
– Eg elski tað, eg geri!
Sambært Jákupi er tað
nevniliga ikki tann stóri
munurin at stjórna trimum
handlum ella 143, og sam
starvsfelagin hjá honum,
Nils Stórá, er skjótur at taka
undir við honum og siga, at
Jákup ikki er broyttur seinastu
árini, hóast upphæddirnar,
hann hevur keypt og selt
fyri, kunnu tykjast ørandi hjá
summum, og at hann um stutta
tíð helst eigur bæði longsta
og hægsta hús í Íslandi. Tað
seinna er tó ikki heilt vist, tí
myndugleikarnir skulu fyrst
góðkenna, at tað ikki verður
til ampa fyri flogferðsluna við
sínum 26 hæddum. Jú, sjálvt
í harðførum hæddum, finnast
jarðbundin fólk.
– Tann einasti munurin er,
at eitt sindur størri tøl eru á
botnlinjuni nú, sigur Jákup
á Dul Jacobsen, ið læt tann
fyrsta Skemmuhandilin upp
á Hálsi í Havn í 1986.
Áðrenn tað hevði hann
siglt í nøkur ár, men uppi
lagstur fór hann í holt við
at selja dýnur og annað til
húskið. Sjálvur sigur hann,
at hóast hann má viðganga,
at tað hevur gingið skjótt
í seinastuni, so fer tað at
henda líka nógv í ár, sum tey
seinastu tíggju árini.
Fólkið skal støðast
Jákup viðgongur, at hann
er nógv ávirkaður av
íslendingum og teirra hugs
unarhátti eftir at hava búð
í Reykjavík í nøkur ár.
Men hann velur eisini at
venda hesum til føroyskan
fyrimun.
– Tá íslendingar kunnu,
hví kunnu vit so ikki, spyr
Jákup, sum annars fyri
nøkrum árum síðani hevði
ætlanir um at fara undir stórt
handilsvirksemi í Klaks
vík, men hetta varð tó av
ongum.
– Tað er eingin, ið ger tað
fyri okkum! Heimurin er so
fullur av møguleikum, at tað
er bara ein spurningur, hvat
tú brúkar orkuna til, og vit
vilja vera, har tað er gleði,
sigur Jákup, ið og fegnast
ta góðu móttøkuna, ætlan
hansara hevur fingið – m.a.
ynsktu bæði Sosialurin og
Dimmalætting honum góða
eydnu í oddagreinunum í
gjárkvøldið.
Tað er ikki meira enn ein
mánaður síðani Tórshavnar
býráð frætti um hesar ætlan
ir, og tá var tað uttan ítróttar
økini, men haðani hevur
eftir øllum at døma ikki
vælvild skortað. Jákup sigur
seg nevniliga ikki ynskja,
tað hann kallar konfliktir,
og sigur varliga, at hann so
helst ikki komið við hesum
ætlanunum.
– Vit vilja Føroyum tað
besta, og tað er tí vit koma
við hesum, sigur Jákup.
Hann viðgongur tó, at
talan sjálvandi er um eina
forrætning. Tað var hann
meira afturhaldin við at við
ganga á tíðindafundinum
fyrrapartin í gjár. Hinvegin vil
hann vera við, at ítróttarøkið
og kanska serliga svimji- og
fótbóltshøllin neyvan fara at
geva yvirskot, men at hann
vil vera við til at byggja bæði
handilsøki og ítróttarøki
fyri at geva kommununi
nakað aftur, eins og hetta er
við til at skapa eitt livandi
umhvørvi uppi á Stórutjørn,
har fólk skal støðast.
Á tíðindafundinum legði
Jákup nevniliga alstóran dent
á týdningin av, at familjan er
saman í frítíðini, og at tað ofta
ikki ber til at halda menninar
til á einum staði, um konurnar
hjá teimum ikki trívast – tað
vísa dømi aðrastaðni - og
Stóratjørn skal tí vera við
til at fáa nakrar av teimum
20.000 føroyingunum, sum
mett verður búgva uttanlands,
heimaftur.
Jákup sigur nevniliga, at
frítíðin fær størri og størri
týdning, og at tað tí er
neyðugt at føroyingar fáa
somu lívsdygd, sum okkara
grannatjóðir.
Ov vánaligt ferða
samband úr Føroyum
Útisetin Jákup væntar tó
Hálvurannar tími í heilsum
Heðin Mortensen, borgarstjóri, hevur lovað at veita Jákupi jaliga viðgerð í Tórshavnar býráð